Lestrarvegleiðingin

Heldur til í høli nr. 6

Endamálið er at geva næmingum individuella vegleiðing um lestrarligar, peningaligar, sosialar og persónligar trupulleikar, sum hava samband við útbúgvingina.

Umframt tað persónligu vegleiðingina hevur vegleiðarin skeið í almennum lesiteknikki. Hann kunnar eisini um lærugreinval og um víðari útbúgvinga- og vinnumøguleikar. Fyri at røkka hesum málinum hevur skúlin rættuliga umfatandi savn av upplýsingum um víðari útbúgvingar.

Lestrarvegleiðingin

Tað er av stórum týdningi, at næmingur, ið ætlar sær at gevast, tosar við lestrarvegleiðaran.

Vegleiðingin er opin:

Mánadag 12.10 - 13.00
Týsdag 11.30 - 12.35 líka viku
Mikudag 12.35 - 13.30
Fríggjadag 12.10 - 13.00 ólíka vika
Ella eftir avtalu á Tlf. 224 011