Miðnámsskúlin í Suðuroy

Náttúrubreyt

Á náttúrubreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni t.d. skapandi lærugreinir og mállærugreinir. Undirvísingin á náttúrubreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á náttúrubreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á náttúrubreytini.

Felags- og breytalærugreinir

  • Føroyskt A
  • Søga A
  • Alisfrøði B
  • Enskt B
  • Støddfrøði B
  • Evnafrøði C
  • Ítróttur og heilsa C
  • Landafrøði C
  • Lìvfrøði C
  • Religión C
  • Samfelagsfrøði C

Vallærugreinir

Á náttúrubreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.

  • Ein náttúrulærugrein (alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði) ella støddfrøði verður lyft frá B til A.
  • Ein felagslærugrein ella breytarlærugrein verður lyft frá B til A.
  • Evnafrøði ella lívfrøði verður lyft frá C til B.
  • Ein felagslærugrein ella ein breytarlærugrein verður lyft frá C til B.
  • Ein listalærugrein (tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stigi.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

  • fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  • lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  • lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í alisfrøði og evnafrøði.

Nú ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar við talgildum umsóknarblaði, sum virkar saman við dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.

Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo. Leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Framtíðarmøguleikar

Við prógvi frá náttúrubreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum. Við prógvi frá náttúrubreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær náttúruvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Meira kunning

Mentamálaráðið - www.breyt.net 

Lestrartíð: 3 ár

Umsóknarfreist: 15. mars

Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul