Miðnámsskúlin í Suðuroy

Hugbreyt

Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni sum t.d. skapandi lærugreinir og náttúrulærugreinir. Undirvísingin á hugbreytini er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av undirvísingini. Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við stórum uppgávum.

Námsferðir, vitjanir og smáar verkætlanir uttan fyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á hugbreytini.

Felags- og breytalærugreinir

  • Enskt A
  • Føroyskt A
  • Søga A
  • Ítróttur og heilsa C
  • Landafrøði C
  • Lívfrøði C
  • Religión C
  • Samfelagsfrøði C
  • Støddfrøði C

Vallærugreinir

Á hugbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinir. Tá ið tær verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið við breytini.

  • Eitt byrjanarmál ella framhaldsmál (týskt, franskt, spanskt, russiskt o.t.) á A-stigi.
  • Eitt annað byrjanarmál ella framhaldsmál (týskt, franskt, spanskt, russiskt o.tíl.) á B-stigi ella danskt á A-stigi.
  • Tvær felagslærugreinir ella breytarlærugreinir, ið verða lyftar frá C til B.
  • Ein onnur felagslærugrein ella breytarlærugrein, ið verður lyft frá C til B.
  • Ein listalærugrein (tónleikur, leiklist, myndlist ella miðlakunnleiki) á C-stigi.

Upptøkutreytir

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

  • fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
  • lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði
  • lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Ætlar tú at velja ávíst framhaldsmál á hug­breytini, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í viðkomandi fram­haldsmáli.

Nú ber til at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar við talgildum umsóknarblaði, sum virkar saman við dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.

Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo. Leiðbeining sæst á heimasíðuni.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá hugbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og læru­greinastigum. Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.

Meira kunning

Mentamálaráðið - www.breyt.net 

Lestrartíð: 3 ár

Umsóknarfreist: 15. mars

Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul