Miðnámsskúlin í Suðuroy

FHS Yrkisnám

FHS Yrkisnám er ein útbúgving sum tekur eitt ár.

Á FHS verður dentur lagdur á handilslig og samfelagslig evni, eitt nú roknskap og marknaðarføring og samfelagsfak. Eisini verður dentur lagdur á mál og kunningartøkni.


Undirvísingin á FHS er nakað øðrvísi enn tað, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nakað er sjálvandi vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði eru týdningarmiklir partar av gerandisdegnum. Í hesum fært tú møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.


Virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig á FHS.

Lærugreinar

Kravdar lærugreinir:

  • Føroyskt C
  • Enskt C
  • Kunningartøkni C
  • Samfelagsfrøði C
  • Lestrarmenning
  • Virkisbúskap C
  • Sølubúskap C

Vallærugreinir:

  • Støddfrøði C
  • Itróttur og heilsa C
  • Innovatión C
  • Dekoratión C
  • Spanskt C
  • Økislærugrein

Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
Tilber eisini at lesa úr nýggja yrkisfaldarinum her.

Økislærugreinir

Umframt grundlærugreinir og vallærugreinir kanst tú velja at hava økislær­u­greinir. Økislærugreinir eru lærugreinir, sum skulu rúmka um og samanbinda grundlærugrein­irnar. Dømi um økislærugrein­ir eru: Grafisk framløga, Sálarfrøði og tænasta, SIMU og Ferðavinna.

Evnisskeið

Ein partur av undirvísingini á FHS Yrkisnámi er fasta evnisskeiðið. Næmingarnir skulu loysa eina ítøkiliga uppgávu, sum er tvørfaklig. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir duga at sam­starva. Eitt skrivligt avrik verður latið inn.

Framtíðarmøguleikar

Við einum FHS-prógvi kanst tú fara í læru á skrivstovu ella í handli. Lærutíðin er 3 ár.

Tú kanska eisini halda fram á búskaparbreytini 2. árið. Tá er eitt krav fyri upptøku støddfrøði C, og um tú ikki hevur ítrótt og heilsu C skal hetta veljast á búskaparbreytini.

Um tú eftir støðisárið hevur valt eitt yrki og ynskir at fara í læru, verður skrivligur lærusáttmáli gjørdur millum teg og virkið. Skúlagongdin hesi trý árini fevnir um nøkur skeið á handilsskúla í Føroyum ella í Danmark. Tú kanst velja millum ymisk yrki so sum skrivstovu, smásølu, heilsølu ella dekoratør. 

Lestrartíð: 1 ár

Nýggj umsóknarfreist: 3. mai

Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul

Upptøkukrav: 9. flokk