Miðnámsskúlin í Suðuroy

Próvtøkur

Próvtøkur á Náttúru-, og Hugbreytini:

Próvtøkur verða skipaðar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum.

Samlaða talið av próvtøkum skal vera 8 og harav skulu í minsta lagi 3 og í mesta lagi 5 vera skrivligar.

Tað vil siga, at tú fert til antin:
3 skrivligar og 5 munnligar próvtøkur, ella
4 skrivligar og 4 munnligar próvtøkur, ella
5 skrivligar og 3 munnligar próvtøkur

Afturat teimum 8 próvtøkunum telur breytaverkætlan, ið allir næmingar gera, sum próvtøka á endaliga prógvinum.