Miðnámsskúlin í Suðuroy

Lestrarumhvørvi

Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy ganga umleið 100 næmingar. Skúlin liggur í vøkrum umhvørvi í Hovi og hevur nógvir modernaðir hentleikar.

Skúlin hevur eina kantinu, ið hevur opið frá morgun til seinnapart. Umstøðurnar í kantinuni eru hugnaligar og góðar, hon er miðstaður á skúlanum.

Sum nýggjur næmingur  á skúlanum fert tú helst skjótt at leggja til merkis, at mangt er øðrvísi enn í skúlanum, tú gekst í frammanundan. Men skjótt venur tú teg við nýggj krøv og annað arbeiðslag, og tá ein tíð er fráliðin, er skúlin ein so náttúrligur partur av lívi tínum, at tú valla kanst hugsa tær tað øðrvísi.
 
Tvey ella trý ár kann tykjast long tíð at hyggja fram ímóti. Men ivaleyst fert tú, sum flestu næmingarnir undan tær, at sanna, at skúlatíðin við nýggjum vinum og nýggjum avbjóðingum, rennur skjótt. Og ein summardag stendur tú við húgvu á høvdinum og prógvi í hondini, sum siga frá, at tú hevur tikið eina miðnámsútbúgving, sum gevur tær fjølbroyttar møguleikar.