Miðnámsskúlin í Suðuroy

Frálærutilfar

Frálæran er ókeypis, men gjaldast skal fyr bøkurnar. Eisini tekur skúlin eitt næmingagjald fyri ljósrit.

Umframt vanligu skúlabøkurnar er neyðugt at eiga ella hava atgongd til ymisk sløg av orðabókum. Á heimasíðuni sprotin.fo fært tú ókeypis atgongd til føroysku orðabøkurnar. Í samband við føroyska rættstaving er "stavarin" eitt hent amboð. Rættstavarin kann takast niður á stava.fo.

Skúlin brúkar Office 365 sum samskiftis- og postskipan. Øll boð og kunning fer fram umvegis Office 365, og tí er týdningarmikið at fara inn á Office 365 hvønn dag.

Tú loggar teg inn á Office 365 á heimasíðuni www.office.com. Til ber eisini at logga teg inn á Outlook appina á tíni smartphone.