Miðnámsskúlin í Suðuroy

Lestrarvegleiðing

Lestrarvegleiðari:

Niels M. Jacobsen 
nj1302t3@skulin.fo
Tlf. 372082/224011

Vegleiðingin er opin:

Mánadag 12.10 - 13.00
Týsdag 11.30 - 12.35 líka viku 
Mikudag 12.35 - 13.30 
Fríggjadag 12.10 - 13.00 ólíka vika 

Ella eftir avtalu á Tlf. 224011 ella 374011.

Lestrarvegleiðingin heldur til í høli nr. 6.

Um lestrarvegleiðingina

Endamálið er at geva næmingum individuella vegleiðing um lestrarligar, peningaligar, sosialar og persónligar trupulleikar, sum hava samband við útbúgvingina.

Umframt tað persónligu vegleiðingina hevur vegleiðarin skeið í almennum lesiteknikki. Hann kunnar eisini um lærugreinval og um víðari útbúgvinga- og vinnumøguleikar. Fyri at røkka hesum málinum hevur skúlin rættuliga umfatandi savn av upplýsingum um víðari útbúgvingar.

Tað er av stórum týdningi, at næmingur, ið ætlar sær at gevast, tosar við lestrarvegleiðaran.