Miðnámsskúlin í Suðuroy

Skilhaldsreglur

Miðnámsskúlin hevur ásett hesar reglur, sum øll hava skyldu at kunna seg um:

Øll skulu sýna vanliga fólkaligheit

§ 1. Næmingarnir skulu møta rættstundis.

§ 2. Næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini. Hetta vil siga:

  • At vera fyrireikað/ur til undirvísingina
  • At lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
  • At vera luttakandi í undirvísingini
  • At hava frálærutilfar við sær til undirvísingina

§ 3. Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

§ 4. Næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum.

§ 5. Næmingarnir skulu eta í kantinuni og við borðini í miðhæddini. Tey skulu rudda upp eftir sær. Tað er ikki loyvt at eta í skúlastovunum.

§ 6. Royking er bert loyvd uttandura á økjum ávístum av leiðaranum.

§ 7 Hvør einstakur næmingur hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a.:

  • At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshølum
  • At seta stólar upp undir borðið har hetta er gjørligt

§ 8 Parkeringsøkið við kantinuna er bert til starvsfólk, og ikki næmingar í skúlatíðin.

§ 9 Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlan ella at møta upp ávirkaður.

§ 10 Ikki er loyvi at taka film, mynd ella ljóð upp ella leggja tað út á talgildar ella aðrar miðlar uttan loyvi frá viðkomandi, ið er á upptøkuni. Víst verður til "Tilráðingar um verju av privatlívi, tá tú brúkar tænastur á netinum" á www.dat.fo

§ 11 Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.

§12 Leiðarin á útbúgvingarstovninum ger av í hvørjum einkultum førum, tá skilhaldsreglurnar ikki verða hildnar, um agatiltøk skulu setast í verk og hvørji hesi skulu vera.

§ 13 Agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglurnar kunnu fevna um:

  • Næmingur kann burturvísast úr tímanum/blokkinum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi.
  • Næmingurin kann fáa skrivliga ávaring frá leiðsluni, ið næmingurin skal vátta.
  • Um næmingurin framhaldandi brýtur tær reglur, ið skúlin ásetur, kunnu agatiltøk setast í verk.
  • Næminginum kann verða noktað at luttaka í ávísum virksemi.
  • Næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið og skrásettur sum
  • fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
  • Næmingur kann burturvísast frá skúlanum.
  • Um næmingur hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.

Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk.