Reglur um fráveru og skrivlig avrik

1.0

Tað er leiðarin av útbúgvingarstovninum, ið ger av, nær og hvørji agatiltøk skulu setast í verk. Høvuðsreglurnar eru:

1.1 Frávera

Frávera hjá næmingi verður gjørd upp út frá einum árstímatali og eisini út frá tímatalinum í einstøku lærugreinini. Tímatalið kann skifta alt eftir vali næmingsins, men er umleið 1200 undirvísingartímar tilsamans (pultstímar) hvørt skúlaár

Tímatalið í einstøku lærugreinunum er tað, sum er ásett í undirvísingarkunngerðini.

1.2 Samlað frávera

Tá næmingur hevur verið fráverandi frá undirvísingini:

  • 4% av samlaða tímatalinum, fellur skrivlig ávaring, og næmingur verður innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  • 8% av samlaða tímatalinum, fellur skrivlig ávaring, og næmingur verður innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  • 10% av samlaða tímatalinum, verða boð send Studna um, at næmingur ikki er lestrarvirkin.
  • 12% av samlaða tímatalinum, verður næmingur burturvístur.

Næmingur kann eftir umstøðunum til eina og hvørja tíð verða innkallaður til samrøðu við toymið, lestrarvegleiðing ella leiðsluna.

1.3 Frávera í einstøku lærugreinini

Hevur næmingur í einstøku lærugreinini verið fráverandi:

  • 10% av samlaða tímatalinum í einstøku lærugreinini, fellur skrivlig ávaring, og næmingur verður innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  • 15 % av samlaða tímatalinum í einstøku lærugreinini, fellur skrivlig ávaring, og næmingur verður innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina.
  • 20% av samlaða tímatalinum í einstøku lærugreinini, verður næmingur burturvístur.

Næmingur kann eftir umstøðunum til eina og hvørja tíð verða innkallaður til samrøðu við toymið, lestrarvegleiðing ella leiðsluna.

1.4 Ársroyndir

Ársroyndir verða hildnar eftir somu reglugerð sum próvtøkur.

Næmingar, ið fáa boð frá leiðsluni at fara til ársroynd, hava møtuskyldu, annars verða tey ikki flutt upp í næsta flokk.

1.5 Skrivlig avrik

Skrivligu avrikini eru ásett í lestrarætlanini fyri flokkin.

Næmingur skal fáa uppgávuorðingar í góðari tíð - so vítt tað ber til, minst eina viku áðrenn innlatingardagin. Øll skrivlig avrik skulu latast inn rættstundis. Skrivligu avrikini verða latin læraranum, sum skrásetir innlatingina.

Næmingur, sum manglar skrivligar innlatingar, kann verða kravdur at luttaka á t.d. skriviverkstaði uttan fyri vanligu tímatalvuna.

1.6 Uppgerð av vantandi skrivligum avrikum

Samlaða næmingatíðin verður ásett fyri eitt skúlaár og er ymisk millum flokkar og árgangir. Vantandi skrivlig avrik verða gjørd upp javnan og sett í mun til samlaðu næmingatíðina fyriskrivlig avrik, sum er lýst í lestrarætlanini fyri flokkin.

Vantandi skrivlig avrik verða tald saman, sett í mun til samlaðu næmingatíðina, og verða umroknað til prosent.

Um næmingur manglar at lata inn skrivlig avrik, verða hesi tiltøk sett í verk:

  • mangla 4% av samlaðu næmingartíð, fellur skrivlig ávaring. Er hetta innan 1. november, verður næmingur innkallaður til samrøðu við lestrarvegleiðingina
  • mangla 8% av samlaðu næmingartíð, fellur skrivlig ávaring
  • mangla 10% av samlaðu næmingartíð, verða boð send Studna um, at næmingur ikki er lestrarvirkin
  • mangla 12% av samlaða næmingartíð, verður næmingur burturvístur.

Næmingur kann eftir umstøðunum til eina og hvørja tíð verða innkallaður til samrøðu við toymið, lestrarvegleiðing ella leiðsluna.

1.7 Aðrar ásetingar

Fráveran og manglandi skrivlig avrik verða gjørd upp javnan.

Næmingur skal skrivliga ella talgilt vátta móttøkuna av ávaringini. Um næmingur er undir 18 ár, fær foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina og váttar móttøkuna.

Eftir umsókn kann næmingur sleppa undan ella partvís sleppa undan skyldini at vera til staðar sambært § 4 stk. 2 í Kunngerð um lestrar- og skilhaldsreglur.

Næmingur skal sjálvur fylga við í fráveruskrásetingini.

 

Vegleiðing til lærara/toymir:

Skrivlig avrik

Skrivligu avrikini eru ásett í lestrarætlanini fyri flokkin. Øll skrivlig avrik skulu latast inn, næmingur hevur skyldu til at gera hetta rættstundis.

Lærarin skal lata næminginum uppgávuorðingar í góðari tíð frammanundan innlatingina og í minsta lagi eina viku áðrenn innlatingardagin

Skrivligu avrikini verða latin læraranum, sum skrásetir innlatingina. Skúlin ger javnan uppgerð fyri skrivligu avrikini, og gongur hetta inn í metingina um lestrarvirkni næmingsins.

Lærarin rættar skrivliga avrikið, metir um hetta í dygd og vavi, og letur næminginum tað aftur. Um innlatingin ikki kemur rættstundis, ger lærarin av, um innlatingin telur sum innlating, og um hon verður rættað.

Næmingur, sum manglar skrivligar innlatingar, kann verða kravdur at luttaka á td. skriviverkstaði uttan fyri vanligu tímatalvuna.

Um skúlin skipar fyri skriviverkstaði, kann leiðarin smb. Undirvísingarkunngerðini §61 krevja, at næmingur luttekur í skriviverkstaði uttanfyri vanligu tímatalvuna. Lærarin metir um avrikið og ger av, um avrikið telur við sum innlating.

 

Krøv til skrivlig avrik

Skrivligt avrik, ið ikki tykist at vera næmingsins egna roynd at loysa uppgávuna,telja ikki við sum innlatin.