Miðnámsskúlin í Suðuroy

Tíðindi

Búskaparbreyt í Suðuroy

Í heyst verður tað eisini møguligt at taka Búskaparbreyt á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, heitti Miðnámsskúlanum á at kanna um undirtøka er fyri at stovna eina 2 ára Búskaparbreyt í Suðuroy. Ein kanning varð sett í verk, umsóknir komu inn og nú er tað greitt, at grundarlag er fyri hesu útbúgving.

- Tað hevur alstóran týdning, at vit halda fram at menna útbúgvingartilboð um alt landið. Samgongan hevur sett sær sum mál at styrkja fólkavøksturin og fáa eitt javnari kynsbýti. kynsbýti. Ikki minst er hetta neyðugt í Suðroynni, har avbjóðingarnar eru størri enn í restini av landinum, staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

-  Góð útbúgvingartilboð fáa okkara ungu at støðast, og tey kveikja eisini nýggjar vinnumøguleikar, og tí eri eg fegin um, at Miðnámsskúlin í Suðuroy, umframt náttúrubreyt, hugbreyt og FHS yrkisnám, eisini fer at hava lesandi á eini búskaparbreyt, sigur landsstýriskvinnan.