Miðnámsskúlin í Suðuroy

Tíðindi

Kvøldseta 2/11

Komandi tórskvøld kl. 19:30 skipar Miðnámsskúlin í Suðuroy fyri kvøldsetu.
Gestir hetta kvøldið eru Jóannes Nielsen, rithøvundur og Eyðun Nolsøe, tónleikari og tónaskald. Jóannes er kendur fyri sínar yrkingar, stuttsøgur, skaldsøgur, greinar og leikir. Hann er stundum speirekandi og satiriskur, men hann er eisini skemtandi og lívsjáttandi og lýsir inniligar og eymar kenslur.

Eyðun kenna okur nokk mest úr bólkinum Frændur, men Eyðun er í hesum døgum fløguaktuellur við fløguni “Dagur legst at degi” og kemur hann at greiða frá fløguni, og okur sleppa sum tey fyrstu her suðuri at hoyra okkurt av nýggju fløguni.

Nógv annað spennandi er á skránni, tónleikur við húsaorkestrinum í skúlanum við Boga Petersen úr Asyllex fara at framføra eina Tom Petty tribute, ein stuttfilmur hjá næmingum úr miðlabreyt verður sýndur, og eitt kemihold hjá Kenneth Poulsen kemur at gera drops. Tað verður eisini møguligt at keypa sær okkurt leskiligt at eta og drekka.

Øll eru hjartaliga vælkomin