Miðnámsskúlin í Suðuroy

Tíðindi

Vegleiðing og stuðul til lesiveikar næmingar

Komandi skúlaár verður ein orðblindalærari, Súsanna Bertholdsen, sett í starv á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hon fer at taka sær av, at vegleiða og stuðla næmingum, sum av ymsum orsøkum eru lesiveikir.

Komandi skúlaár verður ein orðblindalærari, Súsanna Bertholdsen, sett í starv á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hon fer at taka sær av, at vegleiða og stuðla næmingum, sum av ymsum orsøkum eru lesiveikir.

Vegleiðingin fer at snúgva seg um ráðgeving av kunningartøkni og hjálparamboðum, t.d. um CD-orð og føroysku teldutaluna, sum saman við øðrum amboðum kann geva næminginum frælsi at klára seg sjálvan á Miðnámnsskúlanum og nema sær víðari útbúgving.

Vilt tú hoyra meira, ert tú vælkomin at skriva á t-post: susanna.bertholdsen@skulin.fo ella ringja 294212