Tíðindi

Løgtingsmaðurin, Magni Laksáfoss, vitjar á Miðnámsskúlanum

Í gjár hevði Miðnámsskúlin í Suðuroy vitjan av løgtingsmanninum Magna Laksáfoss úr Sambandsflokkinum. Miðnámsskúlin hevði bjóðað Magna at vitja í skúlanum, har næmingar vildu hava hann til at greiða frá uppskotinum um fiskivinnunýskipanina, ið Sambandsflokkurin alment hevur lagt fram tann 28. novembur 2016.

Umframt at vitja Miðnámsskúlan fekk Magni eisini høvið at fara til Vágs og vitja Páls Høll og nýggju Marghøllina.

Uppmøtingin var góð og lærararnir, Tummas í Dali og Sjúrður Ferjá, skipaðu fyri ferðini og tiltakinum.