Tíðindi

Minningarorð um Poul Erik Smedemark

3. mai 1949 – 4. januar 2018

Poul Erik var føddur 3. mai í 1949, og andaðist eftir stutta sjúkralegu 4. januar 2018.

Poul Erik kom til Føroya í 1976 at vera lærari á Suðuroyar HF-skeiði, seinni við Miðnámsskúlan í Suðuroy, og fór frá í 2013. Poul Erik undirvísti í støddfrøði, alisfrøði og teldu.

Poul Erik var úr Salling í Jútlandi, men sum tilflytari fall hann væl til í Føroyum og á Tvøroyri serstakliga.  Lyndiseyðkennini her í landinum hóvaðu  honum væl, og hann var frá byrjan av virkin í býarlívinum, einamest innan fótbóltsítróttin, har hansara góðu førleikar vóru sjónskir fyri øllum. Poul Erik var giftur við Margit, og fingu tey trý børn saman.

Alt, hann fekst við, útinti hann samvitskufult út í æsir – og sigast kann,  at hann á mangan hátt var bulurin í skúlanum. Hann var væl kunnaður um allar skúlans reglur og fyriskipanir, og var onkur í iva um eitthvørt, lærarar eins og næmingar og leiðsla, var Poul Erik altíð trúfastur í ráðum.

Hesi seinastu 25 árini er okkara skúlabygnaður broyttur tvær ferðir. Hvørja ferð hevur Poul Erik við sínum framúr góða skili fyri samvirkandi skipanum verið ein óloysiligur partur av arbeiðinum í bygnaðarbroytingunum, og við sínum grundiga og ótroyttiliga arbeiði syrgdi hann fyri, at hesar undirvísingarskipanir kundu brúkast og lagast til Miðnámsskúlan.

Politiskt var Poul Erik sannførdur javnaðarmaður, sum legði alstóran dent á javnrættindi, og hevði hann stóra innlivan í støðu teirra veiku í samfelagnum.

Hann var íðin fakfelagsmaður. Í YF – Yrkisfelag Miðnám – gjørdi hann eitt stórt arbeiði. Hansara sera góðu evni til at rokna vóru til ómetaliga stóra hjálp í sambandi við sáttmálasamráðingarnar hjá felagnum.

Poul Erik hevði áhuga í øllum viðurskiftum hjá limum felagsins, og m.a. var hann ein av orsøkunum til, at okkara pensjónsviðurskifti gjørdust betri. Hann var peningarøkil í felagnum í mong ár, og ikki var hann pírin, tá ið tað galt um útreiðslur, ið kundu gagna limum felagsins.

Í byrjanini av áttatiárunum fór Poul Erik við stórum eldhuga at læra seg alt tað neyðuga í sambandi við teldutøkni. Hann var trygdin fyri, at skúlin var í fremstu røð á kt-økinum, og at kostnaðurin var so lágur, sum hann kundi vera.

Poul Erik menti sjálvur okkara kt-umsitingarskipan, og var hetta eisini beinleiðis orsøkin til, at Mentamálaráðið heitti á hann um at menna eina kt-skipan, sum kundi nýtast á øllum miðnámsskúlunum í landinum, og hesum arbeiddi Poul Erik við fram til tað síðsta.

Í sínum lívsstíli var Poul Erik stillførur og ikki framfýsin, men ongum nýttist at ivast um hansara meiningar og hugsanir, sum hann gjarna førdi fram, bæði um fótbólt, bilferðslu og dagsins aktuellu evni, men tað, vit minnast hann best fyri, var hansar markleysa hjálpsemi, sum vit øll høvdu gagn av.

Minnini leita aftur á góðar stundir í stuttligum vertskapi og hungnaligum práti á lærarastovuni, har hann við sínum vitandi skemti altíð var góður at vera saman við.

Poul Erik var væl dámdur, ein álítandi starvsfelagi, sum fakliga var høgt í metum.

Stórur er saknurin í Poul Eriki.  Tankar okkara fara tíl synirnar : Brian, Allan og Jan.

Fríður veri við minninuna um Poul Erik.

Starvsfelagarnir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy