Tíðindi

Opið hús 5/3

Mánadagin 5. mars bjóða vit til opið hús á Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá kl.19:00 til kl.21:00. Tá kunnu øll, sum vilja hava meir at vita um útbúgvingar, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvi, virksemi á skúlanum og útbúgvingarnar Náttúrubreyt, Hugbreyt og FHS Yrkisnám.

Umsóknarfreistin er 15. mars.

Øll eru hjartaliga vælkomin, vit bjóða kaffi og eitt hugnaligt prát.

Vinarliga,
Miðnámsskúlin í Suðuroy