Tíðindi

FHS Útbúgvingin Heldur Fram

Herfyri var tað ógreitt, um ein FHS flokkur skuldi setast á stovn fyri skúlaárið 2018-19.

Í samband við at gera eina menningarætlan fyri Suðuroynna, høvdu kommunurnar í Suðuroy í felag sent eitt tilmæli, sum sigur, at tað hevur stóran týdning, at útbúgvingartilboð á Skúladeplinum í Suðuroy halda fram. Og nú er tað vorðið greitt, at FHS útbúgvingin á Miðnámsskúlanum í Suðuroy heldur fram í komandi skúlaári.

Bæði Miðnámsskúlin í Suðuroy og Heilsuskúli Føroya halda til á Skúladeplinum í Suðuroy. Hetta hevur skapt eitt heilt serstakt útbúgvingarumhvørvi við næmingum í ymiskum aldri og við ymiskari bakgrund.

Miðnámsskúlin í Suðuroy bjóðar út útbúgvingarnar Hugbreyt, Náttúrubreyt, Búskaparbreyt og FHS Yrkisnám.