Tíðindi

Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. mars 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Dekoratión, Kunningartøkni C. Miðlakunnleiki C og Innovatión C og B. Ikki er neyðugt, at tann, ið søkir kann átaka sær at undirvísa í øllum omanfyrinevndu lærugreinunum.

Námsætlaninar kunnu lesast á:

Dekoratión http://www.namsaetlanir.net/node/174  

Kunningartøkni C http://www.namsaetlanir.net/node/159

Miðlakunnleiki C http://www.namsaetlanir.net/node/158    

Innovatión C http://www.namsaetlanir.net/node/88

Innovatón B http://www.namsaetlanir.net/node/87

Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi, er tað møguligt at søkja tímalærarastørvini av nýggjum til komandi skúlaár.

Setanar- og lønartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið ella annað viðkomandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@remove-this.skulin.remove-this.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. februar 2019.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201 ella á mis@remove-this.skulin.remove-this.fo.

Miðnámsskúlin í Suðuroy