Tíðindi

Vaktarskifti í Miðnámsskúlanum

Guðrið Eriksdóttir Johansen hevur í dag tikið við sum rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Dagurin varð hildin við hugnaligum morgunmati í kaffistovuni.

Áðrenn døgurða fóru lærarar og næmingar í Trøðina at skreiða. Aftaná bjóðaði skúlin heita suppu og flutes í kantinuni.

Ole Laursen, sum í mong ár hevur verið dagligur leiðari í skúlanum, fer nú smátt um smátt at rigga av.