Tíðindi

Berlin túrur

Í døgunum 12. – 18. apríl vóru tveir týskt flokkar frá Miðnámsskúlanum á námsferð í Berlin. Her upplivdu vit týska søgu og mentan og sluppu at royna okkum í týskum máli. Hetta gekk avbera væl og vit eru samd um, at túrurin hevur verið ómetaliga stuttligur, hendingaríkur og mennandi. Alt í alt ein frálíkur túrur í einum fantastiskum býi, ið hevði gott veður og lekkran mat at bjóða.