Tíðindi

Føstulávintshald

Í dag hevur næmingaráðið skipað fyri einum hugnaligum føstulávintshaldi á skúlanum. Fyrst var farið upp á gólv. Dansurin gekk væl. Fleiri næmingar á skúlanum eru vanir at dansa. Helgi Ólavsson á búskaparbreytini skipaði. Aftaná vóru føstulávintsbollar og kaffi at fáa.