Tíðindi

Opið hús verður tórskvøldið 5. mars

Ætlar tú tær á miðnám í summar, so er tað tórskvøldið 5. mars kl. 19, at tú skal koma at vitja Miðnámsskúlan í Suðuroy. Her kunnu komandi næmingar og foreldur kunna seg um útbúgvingarmøguleikarnar á skúlanum, og fáa svarað spurningum.

Á Miðnámsskúlanum hava vit 3 ymiskar miðnámsbreytir búskapar-, hug- og náttúrubreyt, har lestrar tíðin er 3 ár. Vit hava eisini FHS yrkisnám, har lestrar tíðin er 1 ár. Har umframt kunnu handils- og skrivstovunæmingar eisini taka skúlagongdina her hjá okkum.

Høvi verður at hitta næmingar, lærarar og lestravegleiðar og kunnað verður eisini um úrvalstilboðið í fótbólti.

Vit gleða okkum at síggja teg!