Tíðindi

Marita staðið verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini

Í gjár varð Marita Gunnarstein Nielsen liðug við verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgvingini fyri miðnámsskúlalærarar. Marita hevur verið í útbúgvingarstarvi hetta skúlaárið á Miðnámsskúlanum, og nú manglar bara ein ástøðilig uppgáva, so er útbúgvingin liðug.
Orsakað av korona-kreppuni, so hevði Marita fjarundirvísing við tveimum flokkum, einum í sálarfrøði og einum í enskum. Uttanhýsismetarar umframt vegleiðarar úr skúlanum eygleiddu undirvísingina. Undirvísingin, ið var umvegis forritið Zoom, eydnaðist væl, og Marita fekk sera góð skotsmál fyri sítt avrik. Ongin ivi er um, at Miðnámsskúlin hevur fingið ein sera góðan lærara. Vit ynskja henni hjartaliga til lukku við verkliga partinum av útbúgvingini.