Tíðindi

Lærarar til Miðnámsskúlan í Suðuroy skúlaárið 2020-2021

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2020/2021 í hesum lærugreinum: Altjóða búskapur, danskt, enskt, føroyskt, kunningartøkni, landafrøði, lívfrøði, miðlakunnleiki, sálarfrøði, sølubúskapur, tónleikur, vinnulívsrættur og virkisbúskapur.

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2020/2021 í hesum lærugreinum

Altjóða búskapur, danskt, enskt, føroyskt, kunningartøkni, landafrøði, lívfrøði, miðlakunnleiki, sálarfrøði, sølubúskapur, tónleikur, vinnulívsrættur og virkisbúskapur.

Størvini verða sett út frá einari heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum, og kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

Útbúgving og royndir

Lærarar skulu hava kandidat- ella masterútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi. Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar. Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar

Vit ynskja, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri, og sjálvsagt at tú trívist saman við ungdómi og hevur ein positivan hugburð til at menna skúlan sum heild. Harafturat verður dentur lagdur á góðar málsligar førleikar og KT-førleikar.

Setunarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn

Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. mai 2020. Umsóknir skulu sendast til mis@remove-this.skulin.remove-this.fo.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Guðrið E. Johansen, rektara, á tlf. 28 88 31 ella gudrid.johansen@remove-this.skulin.remove-this.fo.