FM í Ungum Virki hevur verið í vikuni, og vinnarin gjørdist HÓ-fish frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Ungt Virki er ein kapping, har miðnámsskúla-næmingar kring alt landið kappast um heitið “Ungt Virki 2020”. Tilsamans 7 bólkar luttóku í kappingini: 2 frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali, 2 frá Glasi, 2 frá Tekniska Skúla í Klaksvík og ein bólkur frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Hetta er fyrstu ferð, at Miðnámsskúlin luttekur í Ungum Virki.
Í høvuðsheitum snýr kappingin seg um, at lýsa eitt hugskot og átak av onkrum slagi. Tann bókurin sum vinnur FM fær eisini møguleikan at luttaka í kappingini um Danska Meistaraheiti í Ungum Virki. Í ár var kappingin avgreidd umvegis netið.
Upprunaliga var Helgi Ólavsson, ið gongur á búskaparbreytini, einsamallur um verkætlanina, sum vann Ungt Virki. Men fyri at luttaka í DM skulu minst 3 vera í bólki saman. Helgi hevur fingið Tóru Debess frá Búskaparbreytini og Hjalgrím Højgaard frá FHS við sær í bólkin. Vegleiðari hjá bólkinum er Bogi Mortensen.
Onsdagin 22. apríl verður kappast um Danska Meistaraheiti. Vit ynskja HÓ-fish hjartaliga til lukku við FM-heitinum og bestu eydnu til DM.
Myndin er av Helga og Tóru tá tey fingu FHS-húgvuna seinasta summar.