Tíðindi

DM í Ungum Virki 2020

Eftir at hava vunnið FM í Ungum Virkið 2020, luttóku næmingar frá Miðnámsskúlanum í Suðuroy í gjár við hugskotinum HÓ-fish í DM í somu kapping.

Tey sum umboðaðu Miðnámsskúlan vóru Helgi Ólavsson og Tóra Debes frá Búskaparbreytini og Hjalgrím Højgaard frá FHS. Tíverri eydnaðist tað teimum ikki at gerast millum tey fremstu liðini í DM. Vit vita ikki hvat nummar HÓ-fish bleiv í kappigini, hetta varð ikki tikið støðu til og tískil var hetta ikki upplýst.

Tilsamans luttóku fleiri enn 3.000 næmingar í allari kappingini og í DM finaluni vóru 44 lið. So hóast alt, var hetta eitt gott úrslit fyri tey trý.

Vit á Miðnámsskúlanum í Suðuroy ynskja teimum hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum.