Tíðindi

Søgulig útferð í Vági

Tórsdagin, 4. juni, vóru næmingar úr 2. s á einari søguliga útferð í Vági saman við Arnfinni, Barbaru, Kenneth, Magna og Maud. Tey vitjaðu heimið hjá Próst Dahl, Vágs kirkju og Fløtuna Fríðu. Síðan varð farið umborð á sluppina ”Jóhonnu”, har Gudmund Jacobsen greiddi frá áhugaverdu søguni hjá skipinum og slupptíðini. Vágur misti 9 skip í Seinra Heimsbardaga. Poul Niclassen hevur bygt øll sum modell-skip á Savninum í Gamla Skúla. Har tók Arnfinnur Bjarkhamar ímóti og segði frá syrgiligum mannalagnum. Úr Gamla Skúla vitjaðu øll í gamla kirkjugarðinum at hoyra søguna um John Henry Nicholls, sum í 78 ár hevur ligið í ókendari grøv. Á veg niðan á Eggjarnar - har loranstøð var virkin undir Krígnum - støðgaðu fólk við standmyndina av Tofta Regini og hoyrdu spennandi søguna um gamla mannin, sum tók hestin aftur í kapprenning.

Samanumtikið ein sera gevandi og læruríkur dagur.