Í gjár skipaði Granskingarráðið fyri felagstiltakinum "Vísindavøka á Ferð" á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Skipað varð fyri 3 áhugaverdum fyrilestrum við granskarum frá ymiskum stovnum kring landið.
Fyrilestrarnir vóru hesir:
- Botndjórakanningar á føroysku firðunum - Eitt føroyskt sammetingargrundarlag. Heidi Mortensen, Fiskaaling.
- Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu: Hvussu loftaðu Føroyar koronakreppuni.
Rógvi Olavson, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið
- Brislingur undir Føroyum - lívfrøði og útbreiðsla. Eydna í Homrum, Havstovan