Tíðindi

Opið hús 9/3

Týsdagin 9. mars bjóða vit til opið hús á Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá kl.19:00 til kl.21:00. Tá kunnu øll, sum vilja hava meir at vita um útbúgvingar, koma á gátt og fáa kunning um lestrarumhvørvi, virksemi á skúlanum og útbúgvingarnar Náttúrubreyt, Hugbreyt, Búskaparbreyt og FHS Yrkisnám. Umsóknarfreistin er 15. mars. Øll eru hjartaliga vælkomin, vit bjóða kaffi og eitt hugnaligt prát.