Tíðindi

Enn eru tøk pláss eftir at søkja

Ynskir tú eisini at fáa húgvu á høvdið?

Enn eru tøk pláss eftir at søkja á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Tøk pláss eru á hugbreyt, náttúrubreyt, búskaparbreyt og á yrkisútbúgvingini FHS. Eisini ber til at tekna seg til stakgreinalestur. Vit hava, umframt lærugreinarnar á stx, fleiri búskaparlærugreinar. Eitt nú hava vit virkisbúskap C, sølubúskap C, KT C og innovatión C.

Hevur nakað av hesum tín áhuga, so set teg í samband við skúlan umvegis teldupost, mis@skulin.fo, ella á telefon 614201. Skúlingongdin byrjar 17. august 2021.