Miðnámsskúlin í Suðuroy

Tíðindi

Nýggj umsóknarfreist til Handilsskúlaútbúgvingar

Vart tú ov sein/ur at søkja inn á FHS, hevur tú framvegis møguleika til tess. Av tí at vit hava tøk pláss,
er freistin at søkja longd til 3. mai.

Fyri fyrstu ferð er nú eisini møguligt - um tú hevur FHS - at søkja inn á 2 ára Búskaparbreyt (HH) á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, ið byrjar í august 2017, um undirtøkan er nóg stór.

Umsóknin skal sendast til Miðnámsskúlan við telduposti.
Kunning um útbúgvingarnar eru at finna her á heimasíðuni og við at ringja til skrivstovuna á telefon 614201.