Miðnámsskúlin í Suðuroy

Búskaparbreyt (2 ár)

Fyri fyrstu ferð er tað nú møguligt - um tú hevur FHS - at søkja inn á 2 ára Búskaparbreyt (áður kent sum HH) í Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Um undirtøkan er nóg góð, byrjar tann fyrsti flokkurin í august 2017. Hetta merkir, at Búskaparbreytin, sum er ein 3 ára gymnasial miðnámsútbúgving, kann verða tikin uppá 2 ár.

Í útbúgvingini verður serligur dentur lagdur á búskaparlig- og samfelagslig evni innan roknskap, marknaðarførslu og samfelagsbúskap. Eisini verður dentur lagdur á mál og altjóða viðurskifti. Hava hesi evni tín áhuga, ella tú ætlar tær eina lestrar- ella yrkisleið innan hesi øki, er er Búskaparbreytin fyri teg.

Fyri at verða tikin inn á 2 ára Búskaparbreyt krevst, at tú hevur lokið FHS prógv.

Gymnasial útbúgving

Búskaparbreytin er partur av eini gymnasialari útbúgving. Gymnasiala útbúgvingarskipanin er sett saman av seks ymiskum breytum, sum hvør sær hava síni eyðkenni. Breytirnar geva tær møguleika at velja gymnasiala útbúgving eftir egnum áhugamálum og ætlanum.

Les meir um gymnasialu útbúgvingarskipanina her

Lærugreinar

Kravdar lærugreinar

2 BB (1. árið):

  • Føroyskt A
  • Enskt B
  • Virkisbúskapur B
  • Sølubúskapur B
  • Vinnulívsrættur C
  • Altjóða búskapur B

3 BB (2. árið):

  • Føroyskt A
  • Søga B

Vallærugreinar

2 BB (1. árið):

  • Tónleikur B/A
  • Støddfrøði B
  • Innovatión C
  • Miðlakunnleiki B
  • Danskt A
  • Týskt B
  • Spanskt B
  • Mentanarfatan C/B

3 BB (2. árið):

  • Altjóða búskapur A
  • Sølubúskapur A
  • Virkisbúskapur A
  • Enskt A
  • Tónleikur A
  • Støddfrøði A
  • Danskt A
  • Spanskt A
  • Mentanarfatan C/B
  • Innovatión B
  • Fyriskipan C
  • V.m

Námsætlanir til lærugreinarnar kunnu heintast her.
Tilber eisini at lesa úr nýggja yrkisfaldarinum her

Framtíðarmøguleikar

Búskaparbreytin gevur tær møguleika at søkja um upptøku á øllum hægri lærustovnum. Tær lærugreinir og tey lærugreinastig tú velur kunnu ávirka tínar møguleikar at koma beinleiðis inn á einstakar útbúgvingar. Tí er umráðandi at kunna seg um hesi viðurskifti áðrenn man velur vallærugreinir og lærugreinastig.

Útbúgvingin hevur tvey greið mál. Í fyrsta lagi at fyrireika teg til hægri lestur á handilsháskúla ella universiteti. Í øðrum lagi fyrireikar búskaparbreytin teg eisini til at fara í læru.

Búskaparbreytin gevur sostatt atgongd til:

  • Víðari lestur á handilsháskula ella universiteti
  • Fara í læru í peningastovni, grannskoðaravirki, tryggingarfelagi, skrivstovu, handli v.m.
  • Fara í arbeiði

Lestrartíð: 2 ár

Nýggj umsóknarfreist: 3. mai

Fíggjarviðurskifti: Lestrarstuðul

Upptøkukrav: FHS