mis@skulin.fo
15. januar 2019
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. mars 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Dekoratión, Kunningartøkni C. Miðlakunnleiki C og Innovatión C og B. Ikki er neyðugt, at tann, ið søkir kann átaka sær at undirvísa í øllum omanfyrinevndu lærugreinunum.
Námsætlaninar kunnu lesast á:
Dekoratión http://www.namsaetlanir.net/node/174
Kunningartøkni C http://www.namsaetlanir.net/node/159
Miðlakunnleiki C http://www.namsaetlanir.net/node/158
Innovatión C http://www.namsaetlanir.net/node/88
Innovatón B http://www.namsaetlanir.net/node/87
Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi, er tað møguligt at søkja tímalærarastørvini av nýggjum til komandi skúlaár.
Setanar- og lønartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið ella annað viðkomandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. februar 2019. skulin. fo
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201 ella á mis@. skulin. fo
Miðnámsskúlin í Suðuroy
21. desembur 2018
Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. februar 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Landafrøði og støddfrøði. Talan er um umleið trífjórðingsstarv í alt.
Møguleiki er at søkja um fast starv næsta skúlaár.
Setanar- og lønartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið
Umsókn
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. januar 2019 kl. 12:00. skulin. fo
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo.
Miðnámsskúlin í Suðuroy
20. desembur 2018
Lýst verður eftir avloysara í tíðarskeiðnum 7. januar til og við 28. februar 2019 at vaska í skúlanum 3 tímar pr. dag, arbeiðstíðin er frá 14:30 til 17:30.
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin:
mis@skulin.fo