Kantinan

Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur eina hugnaliga kantinu, ið virkar sum ein miðdepil fyri Miðnámsskúlan og Heilsuskúlan. Kantinan er opin frá morgun til seinnapart og til ber til dømis at keypa morgunmat, døgurða, salat og drykkivøru.

Til ber at síggja dagligu matskránna á Facebook bólkinum Kantinan í Skúladeplinum í Hovi.