Føstulávintshald 2017

Føstulávintsmánadagurin verður á hvørjum ári hátíðarhildin á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Í ár høvdu vit vitjan av Tvøroyrar Dansifelag og Pól Arni Holm, ið skipaðu fyri føroyskum dansi saman við næmingum og lærarum.

Eftir dansin savnaðust øll at lurta eftir tónleikaframførslum, ið Pól Arni Holm, Tróndur Enni og Asyllex høvdu skipað fyri. Myndir kunnu síggjast niðanfyri.