Tiltak um Mannarættindi

Herfyri høvdu 1. flokkarnir skipað fyri einum áhugaverdum tiltaki um evnið "mannarættindi". Hetta er eitt tvørfakligt evni, ið næmingarnir hava arbeitt við í lærugreinunum enskt, samfelagsfrøði og lívfrøði. Næmingarnir høvdu gjørt framløgur, filmar, teknirøð og spurnakapping.

Tiltakið var í fimleikarhøllini á Miðnámsskúlanum og tað vóru lærararnir, Marita Gunnarstein Nielsen, Suni Y. Petersen og Lilian G. Joensen, ið skipaðu fyri tiltakinum.