Ert tú ein komandi næmingur?

Hugsar tú um at fara undir eina útbúgving á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, kanst tú lesa víðari á hesari síðu. Her fært tú eina innleiðslu til ymiskt, ið er hent at vita, tá tú skalt velja tína útbúgving.

Miðnámsskúlin í Suðuroy er ein hugnaligur skúli við góðum felagsskapi og ymiskleika. Skúlin liggur miðskeiðis á Suðuroynni í vøkrum natúrumhvørvi, og stutt er at koyra úr øllum bygdum í Suðuroynni. Her á skúlanum kenna øll hvønn annan, og gott samskifti er millum næmingar og lærarar og leiðslu. Tískil verður ongin gloymdur.

Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy kunnu vit bjóða tær 4 útbúgvingar: Hugbreyt, Náttúrubreyt, FHS Yrkisnám og 2-ára Búskaparbreyt

Tú kann klikkja á omanfyrinevndu útbúgvingar fyri at lesa meira um tær, ella tú kann seta teg í samband við okkara lestrarvegleiðara á tlf. 224011 ella senda ein teldupost til niels.m.jacobsen@remove-this.skulin.remove-this.fo.

Hjartaliga vælkomnir allir nýggir næmingar! Vit vilja fegin geva tykkum nógvar fakligar førleikar, sum tit kann brúka í framtíðini. Vit gleða okkum til at hitta tykkum á fyrsta skúladegi.

Fakligir førleikar

Á Miðnámsskúlanum í Suðuroy raðfesta vit felagsskapin og góðar fakligar førleikar ígjøgnum okkara útbúgvingar. Skal hetta gerast veruleiki, má samstarvið millum teg og lærara vera gott. Tí hevur tað stóran týdning, at tú fylgir væl við í undirvísingini, lesur uppá og hevur ein aktivan leiklut í tímunum.

Ymiskt virksemi

Á hvørjum ári verður skipað fyri ymiskum virksemi á skúlanum. Til dømis hava vit útferðir, ítróttardag, jólaveitslu, føstulávintshald, evnistiltøk og kvøldsetu. Eisini er tað vanligt, at næmingar fara uttanlanda á námsferð 2. ella 3. árið.