Lestrar- og skilhaldsreglur á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Endamálið við lestrar- og skilhaldsreglunum er at skapa eitt gott undirvísingarumhvørvi, har læring og trivnaður eru hornasteinarnir, so at næmingar røkka málinum við útbúgvingini. Hetta inniber, at lærarar og næmingar virða hvønn annan og vísa tolsemi og hjálpsemi móti hvørjum øðrum, soleiðis at pláss er fyri okkum øllum á Miðnámsskúlanum.

Skúlin kunnar einstaka næmingin um reglurnar, og einstaki næmingurin hevur ábyrgd av at fylgja reglunum.

lestrar- og skilhaldsreglurnar eru dagførdar 9. september 2020.

Lestnarvirkni og luttøka:

Tað er møtiskylda á Miðnámsskúlanum í Suðuroy, og tað verður roknað við, at øll hava virðing fyri undirvísingini. Øll skulu møta rættstundis og næmingar skulu ikki fara úr flokshølinum uttan loyvi, meðan undirvíst verður.

Næmingarnir skulu vera virknir í undirvísingini. Hetta vil siga:

  • At vera fyrireikað/ur til undirvísingina
  • At lata uppgávur inn til tíðina og í fyrisettum vavi
  • At luttaka virkin í undirvísingini
  • At hava frálærutilfar við sær til undirvísingina
  • Dagliga at kunna seg um skúlating, innlatingar og boð á Lectio
  • Dagliga at kanna og lesa teldupost á skulin.fo (Office 365)

Næmingar skulu luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av?undirvísingini.

Undirvísingartímar, felagstiltøk o.a. kunnu leggjast eyka inn í tímatalvuna ella flytast eftir avtalu við leiðsluna. 5. blokkur verður brúktur, um tørvur er á tí. 5. blokkar verða lagdir í samráð við leiðsluna og skulu fráboðast næmingum í seinasta lagi 1 viku frammanundan við, at teir verða lagdir inn í tímatalvuna.

Somu reglur eru galdandi, tá undirvísingin er skipað sum fjarundirvísing.

Skrivlig avrik:

Lærarin skal lata næminginum uppgávuorðingar í góðari tíð frammanundan innlatingina og í minsta lagi eina viku áðrenn innlatingardagin. Størri uppgávur (meira enn 5 NT) tó í minsta lagi 14 dagar frammanundan.

Lærarin rættar skrivliga avrikið, metir um hetta í dygd og vavi, og letur næminginum tað aftur. Um innlatingin ikki kemur rættstundis, og ongin avtala er gjørd við læraran um hetta frammanundan, so verður uppgávan skrásett sum ikki innlatin. Skrivlig avrik, ið ikki tykist at vera næmingsins egna roynd at loysa uppgávuna, telja ikki sum innlatin.

Frávera:

Næmingar hava skyldu at møta til tímarnar og at lata allar skrivligar uppgávur inn. Frávera frá tímum og innlatingum verður skrásett. Tímarnir verða skrásettir í blokkum (á 90 minuttir) og innlatingar í næmingatíð samsvarandi ráðløgdu undirvísingini og innlatingarætlanini. Øll frávera verður skrásett – eisini sjúka, tannlækna vitjan og um tú kemur ov seint.

Næmingar hava skyldu at møta til allar fyriskipaðar royndir, so sum?várroyndir og ársroyndir. Um næmingur ikki hevur lógliga orsøk til fráveru, kann honum verða noktað uppflyting í næsta flokk.

Næmingar hava skyldu at møta til øll fyriskipað tiltøk, sum eru partur av?undirvísingini. Frávera verður skrásett sum vanlig frávera.

Fráveran og manglandi skrivlig avrik verða skrásett í Lectio. Lærarar hava skyldu at skráseta uppmøting sama dag, og innlatingarnar dagin eftir, at freistin er farin. Næmingar hava skyldu regluliga at eftirhyggja skrásetingina, og beinanvegin boða frá, um feilur er í skrásetingini.

Agatiltøkini fyri vantandi uppmøting eru hesi:

Um fráveran fer upp um 10% av higartil lisnum tímum ella upp um 15% av higartil lisnum tímum í einari lærugrein, fær næmingurin skrivliga námsfrøðiliga ábreiðslu fyri brot á lestrar- og skilhaldsreglur skúlans og boð um at tosa við lestrarvegleiðingina. Um ábreiðslan ikki verður tikin til eftirtektar, verður skrivlig ávaring givin.

Um næmingur hevur fingið skrivliga ávaring og er burtur frá undirvísing eftir hetta, kann fráboðan verða send Studna um, at næmingurin ikki er lestrarvirkin. Um fráveruuppgerðin seinni vísir, at næmingurin hevur megnað at lækka fráveruna, kann næmingurin verða lestrarvirkin aftur.

Verður skrivliga ávaringin ikki tikin til eftirtektar, kann næmingurin verða burturvístur. Er talan um lærling, sum verður burturvístur, fellur lærusáttmálin burtur.

Agatiltøkini fyri vantandi skrivlig avrik:

Skrivlig avrik, ið beinleiðis eru partur av próvtøku skulu øll latast inn. Hetta kann t.d. vera royndarfrágreiðingar, ið eru partur av munnligum próvtøkum.

Um fráveran fer upp um 10% í einari lærugrein, so verður næmingurin kravdur at møta til lektiuroynd uttan fyri vanligu tímatalvuna. Næmingurin skal møta so ofta, at fráveran aftur kemur undir 10% í hvørji einstakari lærugrein. Royndirnar verða ásettar eftir tørvi, og um neyðugt hvørja viku. Longdin á royndini er næmingatíðin á uppgávuni, ið skal latast inn. Minst ein uppgáva skal latast inn eftir hvørja lektiuroynd.

Um næmingur ikki møtir til kravda lektiuroynd, so eru agatiltøkini tey somu sum fyri vantandi uppmøting til undirvísing.

Um skúlin nýtir agatiltøk móti næmingi, sum er undir 18 ár, verða foreldur/avvarðandi kunnað. Er talan um lærling, verður lærumeistarin kunnaður.

Snýt:

Um lærari hevur illgruna um snýt í sambandi við skrivligar uppgávur, tosar hann við næmingin. Um lærarin metir, at talan er um uppgávu hjá øðrum næmingi ella avskrift av netinum ella annað snýt, so kann lærarin lata rektaranum málið.

Er eingin ivi, verður ávaring givin alt fyri eitt. Verður brotið endurtikið, fer næmingurin til eyka ársroynd í lærugreinini ella fleiri lærugreinum. Í serliga álvarsligum førum kann næmingur burturvísast. Uppgávur, har stórur partur er avskrift av avrikum hjá øðrum ella egnum áður dømdum avriki, telja ikki sum innlatnar uppgávur.

Telefonir, teldlar og teldur:

Teldan er arbeiðsamboð, og skal við í skúlan hvønn dag, um ikki annað er fráboðað. Teldan skal sløkkjast, um lærarin gevur boð um hetta.

Telefonir skulu verða sløktar og varðveittar á tilætlaðum staði, meðan undirvísing er. Telefonir og teldlar skulu einans brúkast og vera frammi eftir loyvi lærarans.

Matur og drekka:

Næmingarnir skulu eta í kantinuni og við borðini í miðhæddini. Tað er ikki loyvt at eta í skúlastovunum.

Royking:

Royking er bert loyvd uttandura á økjum ávístum av rektaranum. 

Rudding:

Hvør einstakur næmingur hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a.:

  •  At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshølum
  • At seta stólar upp undir borðið, har hetta er gjørligt
  • Koppar, gløs, borðiskar og annar borðbúnaður skal setast á ætlaða økið í kantinuni.

Rúsdrekka og rúsevni

Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlan ella at møta upp ávirkaður. Tað sama er galdandi í samband við námsferðir.

Myndir og upptøkur

Ikki er loyvt at taka film, mynd ella ljóð upp uttan samtykki. Ei heldur er loyvt at leggja nakað út á talgildar ella aðrar miðlar uttan loyvi frá viðkomandi, ið er á upptøkuni.

Happing og kúgan

Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.

Agatiltøk

Skúlin kann seta tiltøk í verk móti teimum, sum bróta skilhaldsreglurnar á skúlanum. Tiltøk skulu vera í mun til brotið á reglurnar og kunnu vera:

  • At næmingur verður burturvístur úr tímanum/blokkinum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi. Lærarin tekur avgerð um hetta, og boðar aftaná rektaranum frá, hví hetta varð gjørt
  • At næmingurin fær eina rættleiðing/ábreiðslu/skrivliga ávaring og boð um at bøta um støðuna
  • At næmingur verður noktaður at luttaka í ávísum virksemi og tiltøkum.
  • At næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
  • At næmingur kann burturvísast frá skúlanum.

Um næmingur hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.

Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk. Er talan um lærling, verður lærumeistarin kunnaður.

Mannagongd í samband við loyvda fráveru hjá næmingum, ið umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan

Næmingar, ið eru útvaldir at umboða Føroyar í altjóða kappingum ella tiltøkum innan ítrótt, list ella mentan, kunnu sambært ‘Rundskrivi um fráveru hjá næmingum, sum umboða Føroyar í altjóða kappingum’ frá 27. oktobur 2016 søkja um loyvi at fáa loyvda fráveru frá skúlanum upp til í mesta lagi 10 skúladagar/skúlaár. Umsóknir um loyvda fráveru í sambandi við at umboða Føroyar í altjóða kappingum/tiltøkum innan ítrótt, list og mentan, verða bara játtaðar, treytað av, at næmingurin røkir skúlan til fulnar, tvs. møtir væl upp og letur væl inn og annars heldur lestrar- og skilhaldsreglur skúlans. Næmingur kann ikki frítakast fyri skrivligar uppgávur.

Umsøknin skal latast leiðsluni í góðari tíð. Í umsóknini skal verða greitt frá tiltakinum og leiklutinum, sum næmingurin hevur í kappingini ella tiltakinum og harvið greitt frá, hvussu næmingurin umboðar Føroyar í kappingini ella tiltakinum. Næmingurin sendir sjálvur umsóknina, har váttan fyri úttøku frá felagnum er viðfest. Um talan er um fráveru í ársroyndar-/próvtøkutíðarskeiði, má umsóknin sendast í seinasta lagi 1. mai.