Námsferð í Føroyum 2020

Námsferðin til Paris hjá 3.s og 3.h varð á várið 2020 avlýst vegna Koronu, og í viku 41 fóru tey so ístaðin á námsferð í Føroyum. Hetta varð ein minnisverd og forkunnug ferð við nógvum upplivingum. Úr rúgvuni kann nevnast túrur á Kall á Kallsoynni, vitjan hjá Kópakonuni í Mikladali, rib-túrur, sjódypping í gjónni við Gjógv, hugni og stuttleiki á Gjáargarði og Hotel Norð. Eisini upplivdu tey list eftir Sigruna Gunnarsdóttir, Jóannes Kristiansen, Hans Paula Olsen og Edward Fuglø. Samanumtikið ein avbera væl eydnaður túrur.