Gymnasial útbúgving


Tú kanst taka eina gymnasiala útbúgving á seks ymiskum breytum, sum hvør sær hava síni eyðkenni. Breytirnar geva tær møguleika at velja gymnasiala útbúgving eftir egnum áhuga málum og ætlanum.


Breytirnar eru allar bygdar upp við felags lærugrein um, breytalærugreinum og vallærugreinum. Felagslærugreinir eru kravdar lærugreinir uttan mun til breytaval. Breytalærugreinir eru kravdar lærugreinir, sum eyðkenna einstøku breytirnar.


Vallærugreinir eru lærugreinir, næmingurin kann velja eftir egnum áhuga, tó við serstøkum avmark­ingum á einstøku breytunum. Lærugreinirnar eru flokkaðar í C, B og A stig har C er lægsta stig og A hægsta stig, tú kanst náa í eini miðnámsútbúgving.

Á náttúrubreytini skalt tú hava í minsta lagi 4 A stig og 3 B stig lærugreinir.


Fyrsta árið á einari gymnasialari útbúgving fylla felagslærugreinirnar nógv á
tímatalvuni, meðan 2. og 3. árið taka breytalærugreinirnar og vallærugreinirnar
so líðandi yvir.


Felagslærugreinirnar eru:

  • Føroyskt A
  • Enskt C
  • Søga C
  • Ítróttur og heilsa C
  • Samfelagsfrøði C
  • Støddfrøði C