Fylgiskjal 2
Juli 1996
Studentaskúlakunngerðin
Alisfrøði-evnafrøði
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa kunnleika um
týdningin, sum náttúruvísindini hava fyri mentan og samfelagslív, |
|
b) |
at næmingarnir við at fáast við
alisfrøðiligar og evnafrøðiligar spurningar fáa kunnleika um
umhvørvisviðurskifti, |
|
c) |
at næmingarnir fáa vitan um
høvuðshugtøk innan alisfrøði og evnafrøði, ið kunnu vera grundarlag undir
framhaldandi lesnaði, |
|
d) |
at næmingarnir fáa skil á
alisfrøðiligum og evnafrøðiligum evnum, ið hava týdning í gerandisdegnum, |
|
e) |
at næmingarnir fáa kunnleika um
royndararbeiðshættir, vandamál og trygdarviðurskifti í hesum sambandi, |
|
f) |
at næmingarnir í ein vissan mun
fáa førleika at málbera seg bæði skrivliga og munnliga um einføld
alisfrøðilig og evnafrøðilig viðurskifti. |
Undirvísingin
2.1 Tað er av
týdningi, at undirvísingin er knýtt at viðkomandi fyribrigdum, helst úr
gerandisdegnum og á royndarligum støði. Næmingurin skal fáa kunnleika um
nýtsluna av modellum í alisfrøði og evnafrøði, men tað er av týdningi, at
undirvísingin ikki verður ov vísindakend.
2.2 Undirvísingin fevnir um høvuðsøki og valtilfar. Alisfrøði
og evnafrøði skulu vektast javnt í undirvísingini. So vítt tað er gjørligt,
skulu bæði alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi koma fyri í hvørjari
langætlan.
2.3 Partar av
undirvísingini skulu leggjast soleiðis til rættis, at teir verða evnisskipaðir,
og ein av langætlanunum skal sum tema hava umhvørvið.
2.4 Royndararbeiðið
skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um demonstratiónsroyndir
og royndir, gjørdar av næmingunum. Royndirnar skulu dýpa og lýsa ástøðiligu
spurningarnar, og tær eiga at vera tætt knýttar at langætlanunum. Næmingarnir
skulu skriva dagbók um royndararbeiðið og sýna, at teir eisini eru førir fyri
at gera einfaldar útrokningar í hesum sambandi.
2.5 Royndirnar,
gjørdar av næmingunum, skulu svara til einar 25 pultstímar. Næmingarnir skulu
skriva einar 12 frágreiðingar í sambandi við royndirnar, og lærarin skal rætta
og gera viðmerkingar til frágreiðingarnar.
2.6 Næmingarnir skulu
kunnast um vandamál og trygdarviðurskifti í sambandi við royndararbeiðið.
2.7 Næmingarnir skulu
loysa skrivligar uppgávur, ið eru knýttar at teimum viðgjørdu evnunum. Við í
svarinum upp á eina numeriska uppgávu skal so mikið av teksti og myndum vera
við, at eingin ivi er um hugsanarháttin hjá næminginum. Eisini skal næmingurin
venja seg við at meta um úrslitini.
2.8 Uppgávur verða
bæði loystar í tímunum og heima. Skrivliga heimaarbeiðið, ið verður rættað og
fær viðmerkingar frá læraranum, fevnir um 5 uppgávusett.
2.9 Edv skal takast
við í undirvísingina. Tað kann gerast við at nýta t.d. amboðsforrit,
venjingarforrit, samlátsforrit ella dátugrunnar. Í sambandi við royndararbeiðið
kann edv nýtast til at savna og viðgera máldar støddir eins og í sambandi við
stýring av og eftirliti við royndaruppsetingum.
Innihaldið í
undirvísingini
3.1 Høvuðsøkini fevna
um:
|
1) |
Bygnaðin hjá evnum. |
|
|
Bygnaðurin hjá atomum og kjarnum
verður viðgjørdur (elektronir, protonir, neutronir) og isotopar umrøddir.
Eisini verður skeiðbundna skipanin av grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey
fyrstu skeiðini. Út frá skeiðbundnu skipanini verður greitt frá, hvussu jonir
og molekylir verða gjørd og viðkomandi dømi um jon- og molekylubindingar
verða viðgjørd. Høvuðsdenturin verður lagdur á organisku sambindingarnar, tá
ið strukturformlar verða valdir. |
|
2) |
Evnis- og orkubroytingar. |
|
|
Geislavirknir kjarnar og
fáningin av teimum verða viðgjørd. Í hesum sambandi skulu alfa-, beta- og
gammafáning, dømi um kjarnareaktiónir (m.a. fusión og fissión), aktivitetur
og helvtartíð umrøðast. Ísogan av joniserandi geislingum verður viðgjørd
saman við geislareinføri. Molhugtakið og hugtøkini molarur massi,
konsentratión (mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um einfaldar
brenningsreaktiónir og syru/basu-reaktiónir verða viðgjørd. Einfaldar
mongdarrokningar skulu eisini gerast og pH-hugtakið umrøðast. Dømi um
orkukeldur, orkusløg og orkubroytingar, har orkuvarðveitsla verður havd í
huga, verða viðgjørd. |
3.2 Í mest møguligan
mun verða tey heiti, súmbol og mátieindir nýtt, ið Dansk Standardiseringsråd
mælir til at nýta. Eisini eigur skipaða navnagávan eftir IUPAC viðvíkjandi
evnum at verða nýtt í mest møguligan mun.
3.3 Tá ið arbeitt
verður við kemikalium, verða tey ymisku vandasúmbolini og vanda- og
trygdarsetningarnir (V- og T-setningar) umrødd. Reglur fyri, hvussu slepst av
við evnafrøðiligt burturkast, verða gjøgnumgingnar. Trygdarviðurskifti í
sambandi við geislavirkin evni verða eisini umrødd.
3.4 Økini
"Bygnaður hjá evnum" og "Evnis- og orkubroytingar" taka
ávikavist umleið 1/6 og umleið 1/2 av samlaðu undirvísingartíðini. Valtilfarið
tekur umleið 1/3 av undirvísingartíðini.
3.5 Lisnar verða
120-160 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt verður.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
4.2 2)
Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum,
er umleið 80-100 síður av lesipensum, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið
nýtt er, og teimum frágreiðingum, ið eru knýttar at undirvísingartilfarinum.
Skrivligt heimaarbeiði og dagbøkur skulu vanliga vera partur av próvtøkupensum.
Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað fevnir um stórar samanhangandi
eindir bæði úr høvuðsøkjum og valtilfari.
4.3 Próvtøkupensum hjá
sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað
sama sum lesipensum umframt allar frágreiðingarnar frá einum starvsstovuskeiði
ella onkrum tílíkum.
4.4 Í
fyrireikingartíðini er próvtakaranum loyvt at nýta hesar hjálparmiðlar:
Skrivligir samandráttir, talvur, uppgávur, frágreiðingar og annað skrivligt
tilfar, ið hevur verið nýtt ella hevur verið gjørt í sambandi við
undirvísingina. Tól, ið hava týdning fyri royndarliga partin av próvtøkupensum,
og góðkendan lummaroknara.
4.5 Til tess at styðja
framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann
hevur gjørt í fyrireikingartíðini umframt møgulig fylgiskjøl í sambandi við
spurningin, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í
dømingini. Eisini kunnu talvur, myndir o.tíl. frá frágreiðingum hjá
próvtakaranum ella øðrum hjálparmiðlum nýtast. Tá ið royndararbeiði er við í
próvtøkuspurninginum, eiga týðandi tól at vera tikin við í próvhoyringina.
5. Givið verður 1
próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost