Fylgiskjal 1
Juli 1996
Støddfrøðilig deild
1. Endamálið er:
|
a) |
at næmingarnir fáa ein lykil at
skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina, |
|
b) |
at næmingarnir fáa innlit í
alisfrøðiligar meginreglur og arbeiðslag, sum eru grundarlag undir
tøknifrøðini í okkara tíð, og |
|
c) |
at næmingarnir
verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og háttaløg. |
Undirvísingin
2.1 Endamálið við
undirvísingini er, at næmingarnir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í
klassiskari og nýggjari alisfrøði. Næmingarnir skulu vera førir fyri at nýta
alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í náttúru og samfelag.
Harumframt skulu næmingarnir venjast at leggja til rættis, gera og lýsa
alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera
førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar
í hesum sambandi. Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga
og skrivliga um alisfrøðiligar spurningar, og teir skulu vera førir fyri at
meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar,
sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum heild.
2.2 Undirvísingin skal
leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
|
a) |
fáa skil fyri, at fyribrigdi í
umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi |
|
b) |
fáa varhuga av alisfrøðini sum
heildarlýsing av náttúruni |
|
c) |
fáa kunnleika til partar av
alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti |
|
d) |
fáa kunnleika til ítøkilig dømi
um, hvussu alisfrøðilig úrslit og háttaløg verða nýtt í tøknifrøði |
|
e) |
fáa innlit í, at neyvt samband
er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor
hins einastaka. |
Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til
rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.
2.3 Stórur dentur skal
leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir
sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 40
pultstímar. Næmingarnir skriva 12 royndarfrágreiðingar hvør á 3-7 síður
(fylgiskjal ikki íroknað). Mælt verður til at gera 2 størri royndir (6-8 tímar
hvør), har næmingar í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í arbeiðsbyrði íalt
svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verða ongar størri royndir
gjørdar, skriva næmingarnir í staðin íalt 12 + 2 = 14 vanligar
royndarfrágreiðingar hvør.
2.4 Arbeiðið við
alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt
næmingaavrik. Næmingarnir lata inn 24 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði
40-60% av einum próvtøkuraði í alisfrøði á hástigi.
2.5 Undirvísingin
verður løgd til rættis við atliti at øðrum lærugreinum. Serstakliga skal dentur
leggjast á at samskipa undirvísingina í alisfrøði og støddfrøði. EDV skal vera
partur av undirvísingini. Í sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða
nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera
mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.
Innihaldið í
undirvísingini
3.1 Høvuðsevnini eru:
1) Mekanikkur.
Rørsla eftir beinari linju við javnari ferð. Rørsla eftir
beinari linju við javnari akseleratión. Kraft, arbeiði og effekt. Lógir
Newtons. Gnígging. Mekanisk orka. Tá ið støddfrøðiligi kunnleikin loyvir tí,
verður mekanikkurin rundaður av við differentialrokning.
2) Varmalæra.
Trýst, hiti, mylaástøði. Loftevnalógin og gasslógir. 1.
høvuðssetningur við einføldum dømum. Evnisvarmi, kalorimetri, bræðing, guving.
Varmaleiðing.
3) Ellæra.
Løðing og streymur. Streymmegi og spenningsmunur. Lóg
Joules og lóg Ohms. Resistivitetur. Mótstøða og hiti. Elektrisk orka og effekt.
Lógir Kirchhoffs. Mótstøðubindingar. Spenningskeldur og elektromotorisk kraft.
Dømi um ikki-lineerar komponentar.
4) Aldulæra.
Um aldur og støddir, ið knýttar eru at aldum. Superpositión
og Huygens regla. Afturkasting og bróting. Interferensur, standandi aldur.
Gittar og spektur. Ljóð og hoyrn. Dopplereffekt.
5) Atomlæra og kjarnalæra.
Kvantisering og fotónir. Røntgengeisling og spektur.
Bygnaður í atomi og geisling frá atomum. Atomkjarnin. Kjarnaandgerðir,
geislavirkni og fáningarlógin. Helvtartíð. Jónandi geisling og absorptión.
Kjarnorka, fissión og fusión. Geisling og heilsuvandi.
6) Serevni.
Seinna árið verða um leið 10 tímar nýttir at lesa eitthvørt
serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini, til at
vísa á samanhang og heildarfatan.
3.2 Heiti, tekn og
eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni.
3.3 Lisnar verður
180-300 síður treytað av slagi av undirvísingartilfari.
Próvtøkan
4.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið helmingin av lisna
tilfarinum. Royndarfrágreiðingar, ið hava tilknýti til uppgivna tilfarið, verða
sum heild eisini uppgivnar. Serevnið ella partar av tí verða eisini uppgivnir.
4.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lisna
tilfarið og allar royndarfrágreiðingarnar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí
fylgiskjal 35.
4.4 Loyvdir
hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, talvur, uppgávur,
royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er
skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við
uppgivnu royndirnar. Lummaroknari.
4.5 Próvhoyrarin hevur
ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin hevur
eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í
fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmi_lum hevur próvtakarin ábyrgd av
at hava við.
4.6 Próvtakarin verður
próvhoyrdur í einum spurningi. Spurningurin kann fevna um fleiri partar av
uppgivna tilfarinum, og spurningarnir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum.
Undir próvhoyringini kunnu verða nýttar talvur, myndir ella aðrir hjálparmiðlar
úr royndarfrágreiðingunum. Spurningarnir skulu sum heild fevna um royndartól
við tilknýti til evnið. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir
próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini,
men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.
5. Givið verður 1
próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
Støddfrøðilig deild
Hástig
Endamál
6. Endamálið er:
|
a) |
at næmingarnir fáa ein lykil at
skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina, |
|
b) |
at næmingarnir fáa innlit í
alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini
í okkara tíð, og |
|
c) |
at næmingarnir
verða kunnugir við alisfrøðiligan hugsanarhátt og háttaløg. |
Undirvísingin
7.1 Málið við undirvísingini
er, at næmingarnir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í klassiskari og nýggjari
alisfrøði. Næmingarnir skulu vera førir fyri at nýta alisfrøðiligar meginreglur
og háttaløg á serligum økjum í náttúru og samfelag. Harumframt skulu
næmingarnir venjast at leggja til rættis, gera og lysa alisfrøðiligar mátingar.
Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera førir fyri at meta um bæði
kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar í hesum sambandi.
Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga og skrivliga um
alisfrøðiligar spurningar, og teir skulu vera førir fyri at meta um og viðgera
upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar, sum hava týdning
fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum heild.
7.2 Undirvísingin skal
leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
|
a) |
fáa skil fyri, at fyribrigdi í
umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi, |
|
b) |
fáa varhuga av alisfrøðini sum
heildarlýsing av náttúruni, |
|
c) |
fáa kunnleika til partar av alisfrøðisøguni
og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti, |
|
d) |
fáa kunnleika til ítøkilig dømi
um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði, |
|
e) |
fáa innlit í, at neyvt samband
er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor
hins einstaka. |
Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til
rættis, at ávíst evni (tema) verður lýst í síni heild.
7.3 Stórur dentur skal
leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir
sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 30
pultstímar. Næmingarnir skriva 10 royndarfrágreiðingar hvør á 3-8 síður
(fylgiskjøl ikki íroknað). Herumframt verður mælt til at gera eina størri roynd
(6-8 tímar), har næmingarnir í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í
arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verður eingin
størri roynd gjørd, skriva næmingarnir ístaðin íalt 10 + 2 = 12 vanligar
royndarfrágreiðingar hvør.
7.4 Arbeiðið við
alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt
næmingaavrik. Næmingarnir lata inn 14 uppgávurøð. Hvørt rað er í arbeiðsbyrði
75-100% av einum próvtøkuraði í alisfrøði á hástigi.
Uppgávurnar skulu eisini fevna um høvuðsevnini á felagsstigi.
7.5 EDV skal vera
partur av undirvísingini. Í sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða
nýtt sum amboð, tá ið tað snýr seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera
mátingar og samlát, eins og til stýring og eftirlit.
Innihaldið í
undirvísingini
8.1 Høvuðsevnini eru:
1) Mekanikkur
Harmonisk rørsla. Rørsla í samvorðnum kraftfelti. Jøvn
sirkulrørsla. Tyngdarfelt og rørsla í miðsóknum tyngdarfelti. Orka í miðsóknum
tyngdarfelti. Lógir Keplers. Lógir Newtons. Fylgisveinarørslur. Arbeiði og
orka. Gnígging. Mekaniski orkusetningurin. Impulsur og impulsvarðveitsla í
einari og tveimum dimensiónum. Stoytir.
2) Ellæra og magnetisma
Statisk elektrisk og magnetisk felt. Kapasitansur.
Elektriskt felt um punktløðing og í plátukapasitori. Magnetiskur fluxtættleiki
um ein langan linjurættan leiðara og í flatum og longum spolum. Rørsla hjá
løddum bitlum í samvorðnum elektriskum og magnetiskum feltum. Induktión og
vendistreymur.
3) Atomlæra og kjarnalæra
Nøgd og orka. Q-virði, bindingsorka og kjarnabygnaður.
Kjarnaandgerðir og varðveitslusetningar fyri kjarnaandgerðir. Fissión, fusión
og kjarnatilgongdir í stjørnunum.
4) Serevni
Seinna árið verða einir 20 tímar nýttir at lesa
eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag.
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini til at
vísa á samanhang og heildarfatan.
8.2 Heiti, tekn og
eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni,
sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.
Próvtøkan
9. Hildin verður ein
munnlig og ein skrivlig próvtøka.
10.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
10.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp tilfar bæði frá felagsstigi og
hástigi við høvuðsdenti løgdum á hástigi. Uppgivnar verða 160-200 síður, alt
eftir undirvísingartilfarinum. Uppgivnar verða harumframt 12
royndarfrágreiðingar, sum bæði fevna um felagsstig og hástig.
10.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lisna
tilfarið á hástigi og allar royndarfrágreiðingar á hástigi.
Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir
serligum treytum, geva herumframt upp alt uppgivna tilfarið á felagsstigi
umframt allar royndarfrágreiðingarnar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí
fylgiskjal 35.
10.4 Loyvdir
hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini eru: bøkur, formlasavn, talvur, uppgávur,
royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt, ella er
skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við
uppgivnu royndirnar. Lummaroknari.
10.5 Próvhoyrarin
hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin
hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í
fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmiðlum hevur próvtakarin ábyrgdina
av at hava við.
10.6 Próvtakarin
verður próvhoydur í einum ástøðiligum spurningi og einari roynd. Spurningur og
roynd skulu fevna um hvør sítt evni og verða tey givin próvtakaranum
samstundis. Spurningurin kann fevna um fleiri partar av uppgivna tilfarinum, og
spurningarnir skulu fevna um alt tað uppgivna pensum. Undir próvtøkuni kunnu
verða nýttar talvur, myndir og annað tilfar úr royndarfrágreiðingunum ella
øðrum tilfari. Undir próvtøkuni er loyvt próvtakaranum at styðja seg til egnar
uppskriftir, sum eru skrivaðar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis
handrit til upplestur er ikki loyvt. Royndarspurningar skulu sum heild eisini fevna
um royndartólini.
11. Givið verður eitt
próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.
12.1 2)
(Strikað).
12.2 Tá ið mett verður um avrikið til skrivligu próvtøkuna,
verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at greiða frá hugsanarhátti sínum
í teksti og myndum. Harumframt verður dentur lagdur á, at valdi roknihátturin
er skilagóður, at útrokningarnar eru rættar og at úrslitini verða uppgivin við
neyvleika, sum er í samsvari við upplýsingarnar í uppgávutekstinum.
13. Givið verður eitt
próvtal fyri skrivligu próvtøkuna. Próvtalið verður givið við støði í meting av
einstøku uppgávusvarunum og í eini heildarmeting.
14. Endamálið er:
|
a) |
at næmingarnir fáa ein lykil at
skilja heimin og at teir fáa kunnleika til náttúruvísindaligu heimsmyndina, |
|
b) |
at næmingarnir fáa innlit í
alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg, sum eru grundarlag undir tøknifrøðini
í okkara tíð, og |
|
c) |
at næmingarnir
verða kunnugir við alisfrøðiligar hugsanarhættir og háttaløg. |
15.1 Málið við
undirvísingini er, at næmingarnir skulu vita skil á høvuðsøkjunum í
klassiskari og nýggjari alisfrøði. Næmingarnir skulu vera førir fyri at nýta
alisfrøðiligar meginreglur og háttaløg á serligum økjum í náttúru og samfelag.
Harumframt skulu næmingarnir venjast at leggja til rættis, gera og lýsa
alisfrøðiligar mátingar. Teir skulu duga høvuðsevnini so væl, at teir vera
førir fyri at meta um bæði kendar og ókendar spurningar og at gera útrokningar
í hesum sambandi. Næmingarnir skulu vera førir fyri at orða seg bæði munnliga
og skrivliga um alisfrøðiligar spurningar, og teir skulu vera førir fyri at
meta um og viðgera upplýsingar um tøkniligar og náttúruvísindaligar spurningar,
sum hava týdning fyri umhvørvi, tøkni, mentanarlív ella samfelagslív sum heild.
15.2 Undirvísingin
skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir støðugt
|
a) |
fáa skil fyri, at fyribrigdi í
umheiminum kunnu skiljast á alisfrøðiligum grundarlagi, |
|
b) |
fáa varhuga av alisfrøðini sum
heildarlýsing av náttúruni, |
|
c) |
fáa kunnleika til partar av
alisfrøðisøguni og fáa varhuga av alisfrøðini sum sannkenningarhátti, |
|
d) |
fáa kunnleika til ítøkilig dømi
um, hvussu alisfrøðilig úrslit og arbeiðslag verða nýtt í tøknifrøði, |
|
e) |
fáa innlit í, at neyvt samband
er millum alisfrøðilig úrslit og tøkniliga støðið í samfelagnum og lívskor
hins einstaka. |
Partar av undirvísingini kunnu leggjast soleiðis til
rættis, at ávíst evni (tema) verður lyst í síni heild.
15.3 Stórur dentur
skal leggjast á alisfrøðiligar royndir og tað at máta. Royndir, sum næmingarnir
sjálvir gera og skriva royndarfrágreiðing um, skulu fevna um einar 25
pultstímar. Næmingarnir skriva 6 royndarfrágreiðingar hvør á einar 3-8 síður
(fylgiskjøl ikki íroknað). Herumframt verður mælt til at gera eina størri roynd
(6-8 tímar), har næmingarnir í felag skriva royndarfrágreiðing, sum í
arbeiðsbyrði íalt svarar til eina frágreiðing fyri hvønn næming. Verður eingin
størri roynd gjørd, skriva næmingarnir í staðin íalt 6 + 2 = 8 vanligar
royndarfrágreiðingar hvør.
15.4 Arbeiðið við
alisfrøðini fevnir eisini um uppgávurokning, bæði í tímunum og sum sjálvstøðugt
næmingaavrik.
15.5 Undirvísingin
verður løgd til rættis við atliti at undirvísingini í lærugreinini
alis-evnafrøði í øðrum flokki. Somuleiðis verður undirvísingin løgd til rættis
við atliti at øðrum lærugreinum. EDV skal vera partur av undirvísingini. Í
sambandi við arbeiðið við royndum kann EDV verða nýtt sum amboð, tá ið tað snýr
seg um at fáa til vegar mátingar, viðgera mátingar og samlát, eins og til
stýring og eftirlit.
16.1 Høvuðsevnini eru:
|
1) |
Mekanikkur |
|
|
Rørsla eftir beinari linju við
javnari ferð. Rørsla eftir beinari linju við javnari acc. Kraft, arbeiði og
effekt. Lógir Newtons. Mekanisk orka. |
|
2) |
Ellæra |
|
|
Ringrásir við lineerum
komponentum, løðing, streymmegi, spenningsmunur, resistanur, elektromotorisk
kraft, elektrisk orka og effekt. Dømi um ikki-lineerar komponentar. |
|
3) |
Aldulæra |
|
|
Um aldur og støddir, ið knýttar
eru at aldum. Sveiggtíð, frekvensur, sveigvídd, aldulongd og ferð.
Superpositión og interferensur. Afturkasting og bróting. Ljóð og hoyrn. Ljós
sum dømi um elektromagnetiskar aldur. Optiskt gittar og spektur. |
|
4) |
Serevni |
|
|
Um leið 10 tímar verða nýttir at
lesa eitthvørt serevni, sum næmingar og lærari velja í felag. |
Stundir skulu vera at taka samanum viðgjørdu evnini, til at
vísa á samanhang og heildarfatan.
16.2 Heiti, tekn og
eindir verða sum heild at nýta sum fyriskrivað í alisfrøðiligum formlasavni,
sum Landsskúlafyrisitingin hevur góðkent.
17.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman,
íroknað próvdøming.
17.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp umleið 2/3 av lisna tilfarinum.
Dentur verður lagdur á at geva upp royndarfrágreiðingar, ið hava tilknýti til
uppgivna tilfarið.
17.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt lisna
tilfarið og allar royndarfrágreiðingarnar, møguliga frá starvsstovuskeiði, sí
fylgiskjal 35.
17.4 Loyvdir
hjálparmiðlar í sambandi við próvtøkuna eru: bøkur, talvur, uppgávur,
royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum hevur verið nýtt ella er
skrivað í sambandi við undirvísingina. Tól, sum hava verið nýtt í sambandi við
uppgivnu royndirnar. Lummaroknari.
17.5 Próvhoyrarin
hevur ábyrgdina av, at próvtakarin hevur til taks neyðugu tólini. Próvhoyrarin
hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur í uppgivna pensum eru til taks í
fyrireikingarhølinum. Øðrum loyvdum hjálparmiðlum hevur próvtakarin ábyrgd av
at hava við.
17.6 Próvtakarin
verður próvhoyrdur í einum spurningi. Spurningurin kann fevna um fleiri partar
av uppgivna tilfarinum, og spurningarnir skulu fevna um alt tað uppgivna
pensum. Undir próvhoyringini kunnu verða nýttar talvur, myndir og aðrir
hjálparmiðlar úr royndarfrágreiðingunum. Spurningarnir skulu sum heild fevna um
royndartól við tilknýti til evnið. Til tess at styðja framløguna kann
próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í
fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur er ikki loyvt.
18. Givið verður 1
próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost