Fylgiskjal 5 1)
Mai 2002
Enskt
Endamál
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir framhaldandi
menna evnini at skilja og brúka enska málið í talu og skrift, |
|
b) |
at næmingarnir menna almennu
máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan, |
|
c) |
at næmingarnir fáa førleika at
greina og tulka tekstir á enskum máli, |
|
d) |
at næmingarnir gjøgnum arbeiði
við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í
Stóra Bretlandi og USA, og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum, |
|
e) |
at næmingarnir verða førir fyri
at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim,
sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli. |
Undirvísingin
2.1 Málførleiki
næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt
arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer
fram á enskum.
2.2 Fyrst og fremst
verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum
spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og
nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstunum skulu
næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig
viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.
2.3 Teir lisnu
tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan
hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú
nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst
verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. KT er partur av undirvísingini.
2.4 Evnini at málbera
seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av
ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
2.5 Arbeitt verður
miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska
mállæru, merkingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og
málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
3.1 Lesipensum fevnir
um uml. 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum,
herundir tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt
bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum
øðrum enskttalandi øki.
3.2 Lisið verður eitt
fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og
sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av
yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í
yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir
um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.
3.3 Lesipensum verður
lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt vanliga
3-6 tekstir í vavi. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil,
ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt
tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Í minsta lagi eitt evni
skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni.
3.4 Tekstir, sum verða
bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av
lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum,
telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10%
av lesipensum.
3.5 Skrivliga arbeiðið
fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið fevnir
um 15 fríar uppgávur á 2-4 síður og 29 uppgávur á 1-2 síður. Tá ið skrivligar
uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í felag og
einsæris.
3.6 Undirvísingin í
mállæru og málnýtslureglum fer lutvíst fram gjøgnum málsligar venjingar og
uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Próvtøkan
4. Hildin verður ein
munnlig og ein skrivlig próvtøka.
5.1 Munnliga próvtøkan
fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til tann lisna
tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað
próvdøming.
5.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av
lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og
yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstirnar frá fyri 1900,
umframt tekstirnar frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini.
Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í
prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
5.3 Fyri sjálvlesandi
og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum er próvtøkupensum tað
sama sum lesipensum.
5.4 Undir
fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum
tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu
brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru
útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru
tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at
styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir,
hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini.
5.5 Próvhoyringin í
lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 0,5 normalsíðu. Brotið
verður lisið upp og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum
evnum at málbera seg og í síni fatan av
|
a) |
týðandi innihaldsligum og
málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og |
|
b) |
tekstinum sum heild og tí høpi,
hann stendur í. |
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av
tekstinum.
Tá uml. 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin
handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, á umleið 0,5 normalsíðu á
hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein kunnandi
gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann hevur skilt
enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
6. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
7.1 Skrivliga
próvtøkan, ið er býtt í tveir partar, varir 4 tímar. Fyrri parturin, ið varir
ein tíma, fer fram uttan nýtslu av teldu ella øðrum hjálparmiðlum.
Í fyrri parturin verður givið eitt tekstatilfar, sum
próvtakarin skal taka samanum á enskum. Í seinni partinum verður stillað ein
uppgáva í enskum tekstatilfari, møguliga við ískoyti av myndatilfari;
harumframt skal ein styttri tekstur umsetast til enskt. Í báðum partsuppgávunum
skal próvtakarin sýna, at hann dugur enska málið væl og virðiliga, skilir
tekstirnar og megnar skrivliga at orða seg greitt á enskum.
7.2 Til próvtøkuna
kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur, sum í vavi svara til tær reyðu
orðabøkurnar hjá dansk Gyldendal (Ensk-føroysk, Donsk-ensk, Ensk-donsk),
Føroysk-donsk og Donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced
Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.
8.1 Í próvdømingini
verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka
enska málið. Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki,
semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað, sum mett verður um, er, í
hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur, verður harumframt
dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin við egnum orðum og trúgvur
móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættirnar í tekstinum í stuttari,
samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur, verður harumframt
dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin í longri, væluppbygdari
framløgu megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu,
rithøvundahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður harumframt
dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin megnar at greiða og meta um
- ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í styttri,
samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur, verður harumframt
dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin megnar at endurgeva
upprunatekstin á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin
við sum ískoyti í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
Svarið í partspróvtøku 1 telur við einum triðingi, og
svarið í partspróvtøku 2 telur við tveimun triðingum í endaligu dømingini.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av,
hvussu væl og fjølbroytt í vavi samlaða avrikið er skipað.
8.2 Givið verður 1
próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
Endamál
9. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir framhaldandi
menna evnini at skilja og brúka enska málið væl og rámandi í talu og skrift, |
|
b) |
at næmingarnir framhaldandi
menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og
mentan, |
|
c) |
at næmingarnir framhaldandi
menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli, |
|
d) |
at næmingarnir gjøgnum arbeiði
við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og
amerikanskari mentan, søgu og samfelagslívi |
|
e) |
at næmingarnir dýpa teirra fatan
av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir
koma fram á í tekstum á enskum máli, og |
|
f) |
at næmingarnir verða førir fyri
at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í
sambandi við arbeiðið við tekstum og evnum. |
Undirvísingin
10.1 Málførleiki
næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt
arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer
fram á enskum.
10.2 Fyrst og fremst
verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av tðdningarmiklum
spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og
nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu
næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig
viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dðpd og frásjón.
10.3 Teir lisnu
tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan
hjá næmingunum. Næmingarnir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi
lesihættir. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir fáa undirvísing í
sjálvstøðugari handbókanðtslu og bókmentaleiting. KT er partur av
undirvísingini.
10.4 Evnini at málbera
seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av
ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
10.5 Arbeitt verður
miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan
teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og
málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
11.1 Lesipensum fevnir
um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir
(skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) her í millum tekstir frá fyri
1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu
ikki vera partur av hesum.
11.2 Lesipensum verður
lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni,
vanliga 3 - 6 tekstir. Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir.
Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi
mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt
bókmentaligt tema ella eitt ritverk.
11.3 Ein sjónleikur eftir
Shakespeare verður lisin.
11.4 Tekstir, sum verða
bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av
lesipensum, tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði
við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum.
11.5 Skrivliga
arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið
fevnir um 8 fríar uppgávur á 4-5 síður og 15 uppgávur á 1-1,5 síður. Tá ið
skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í
felag og einsæris.
11.6 Undirvísingin í
mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og
uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Høvuðsuppgávan
12.1 Í høvuðsuppgávuni
skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sðna evni til
sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað
sær.
12.2 Evnið á uppgávuni
og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann
vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktu
bókmentirnar skulu vera nðggjar.
12.3 Grundbókmentirnar
og meginparturin av stuðulsbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum
øll sitat í svarinum eru á enskum.
12.4 Dømingin byggir á
eina heildarmeting, har fylgjandi spurningar hava serligan týdning: verður nóg
neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða
tey nágreiniliga viðgjørd? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin
greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru
kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? Um skrivað verður á enskum, verður
hetta ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
13. Hildin verður ein
munnlig og ein skrivlig próvtøka.
14.1 Munnliga
próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til
tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
14.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella
verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga
lisið úrval á 125 normalsíður av lesipensum. Tey 3 skaldskaparsløgini, tað
serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum), tekstir frá fyri 1900 og
tekstir frá teimum seinastu 10 árunum, skulu vera umboðað. Úr tí lisna
sjónleikinum eftir Shakespeare skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta
lagi 20 normalsíður. Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20
normalsíður. Einans tekstir í prentaðum líki kunnu vera partur av
próvtøkupensum.
14.3 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella
verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, geva upp eitt nágreiniliga
lisið úrval á 125 normalsíður av einum lesipensum á 900 normalsíður, sum er
ájavnt lesipensum fyri kravt stig á málsligu deild og hástig á málsligu deild
til samans.
14.4 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt
próvtøkupensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á
málsligu deild og á hástigi á málsligu deild til samans. Hevur tann
sjálvlesandi ella næmingurin, ið fer til próvtøku eftir serligum treytum, fylgt
undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á málsligu deild, verður
pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt við lesipensum á hástigi.
14.5 Undir
fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum
tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu
brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru
útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru
tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at
styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir,
hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini.
14.6 Próvhoyringin í
lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið
verður lisið upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum
evnum at málbera seg og í síni fatan av
|
a) |
týðandi innihaldsligum og
málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og |
|
b) |
tekstinum sum heild og tí høpi,
hann stendur í. |
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av
tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin
handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 3/4
normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein
kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann
hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
15. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
16.1 Til skrivligu
próvtøkuna, sum er 5 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar
verða nakrar uppgávur, sum sýna í hvønn mun, próvtakarin megnar at brúka enska
málið, skilir givna tekstin og megnar at málbera seg flótandi á skrivligum
enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
16.2 Til próvtøkuna kunnu
brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu orðabøkurnar hjá
danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk), føroysk-donsk og
donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced Learner's
Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.
17.1 Í próvdømingini
verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka
enska málið. Væntað verður, at hann er stinnur í idiomatikki, semantikki,
syntaksi, morfologi og ortografi. Tað, sum mett verður um, er, í hvønn mun
próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur verður harumframt
dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin við egnum orðum og trúgvur
móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættirnar í tekstinum í stuttari,
samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur verður harumframt dømt
um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin í longri, væluppbygdari framløgu
megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu, rithøvundahugburð
og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður
harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin megnar at greiða
og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í
styttri, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur verður harumframt dømt
um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin megnar at endurgeva upprunatekstin
á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum ískoyti
í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av,
hvussu væl og fjølboytt í vavi samlaða avrikið er skipað.
17.2 Givið verður 1
próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
Endamál
18. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir framhaldandi
menna evnini at skilja og tosa enska málið og at teir fáa venjing í at
málbera seg skrivliga |
|
b) |
at næmingarnir menna almennu
máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og mentan, |
|
c) |
at næmingarnir fáa førleika í at
greina og tulka tekstir á enskum máli, |
|
d) |
at næmingarnir gjøgnum arbeiði
við tekstunum fáa innlit í týðandi tættir av mentan, søgu og samfelagslívi í
Stóra Bretlandi og USA og í ávísan mun í øðrum ensktmæltum økjum, |
|
e) |
at næmingarnir verða førir fyri
at skilja líkskap og munir millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim,
sum teir koma fram á í tekstum á enskum máli. |
Undirvísingin
19.1 Málførleiki
næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt
arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer
fram á enskum.
19.2 Fyrst og fremst
verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av týdningarmiklum
spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og
nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu
næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig
viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dýpd og frásjón.
19.3 Teir lisnu
tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan
hjá næmingunum. Næmingarnir skulu læra at brúka hóskandi lesihættir, eitt nú
nágreiniliga lesing, yvirlitslesing og leitan eftir upplýsingum. Undirvíst
verður í notatteknikki og í at brúka orðabøkur. Edv er partur av undirvísingini
í hóskandi mun.
19.4 Evnini at málbera
seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av
ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
19.5 Arbeitt verður
miðvíst við at økja um málsliga førleika næminganna og vitan teirra um enska
mállæru, merkingarfrøði (semantikk) og í minni mun stílfrøði (stilistikk) og
málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
20.1 Lesipensum fevnir
um umleið 500 normalsíður av ótillagaðum teksti á ymiskum torleikastigum,
heruppií tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá seinastu 10 árunum. Umframt
bretskar og amerikanskar tekstir verða tekstir lisnir frá í minsta lagi einum
øðrum enskttalandi øki.
20.2 Lisið verður eitt
fjølbroytt úrval av fagurbókmentum: Skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og
sjónleikur skulu vera umboðað. Umframt hetta verður lisið eitt tal av
yrkistekstum av ymiskum slagi og á ymiskum torleikastigi, t.d. greinar í
yrkistíðarritum, ævisøgur, samrøður og ritroyndir. Lisnir verða eisini tekstir
um náttúruvísindi og tøknifrøði. 2 heil verk skulu vera partur av pensum.
20.3 Lesipensum verður
lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um 3 serliga lisin evni, hvørt 3 - 6
tekstir í vavi vanliga. Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein
fjølmiðil, ein týðandi mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt
tíðarskeið, eitt bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Í minsta lagi eitt evni
skal viðgerast úr søguligum sjónarhorni.
20.4 Tekstir, sum
verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, skulu vera partur av
lesipensum. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði við slíkum tekstum,
telur 2 normalsíður av lesipensum. Hetta tilfar kann fevna um í mesta lagi 10%
av lesipensum.
20.5 Skrivliga
arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið
fevnir um 8 fríar uppgávur á 2 - 4 síður og 15 uppgávur á 1 - 2 síður. Tá ið
skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í
felag og einsæris.
20.6 Undirvísingin í
mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og
uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Próvtøkan
21.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka, ið fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum
teksti. Til tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 25 minuttir, og tá
eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir
um tíman, íroknað próvdøming.
21.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp eitt nágreiniliga lisið úrval av
lesipensum á 125 normalsíður, sum umboðar lutvíst tey 4 fagurbókmentasløgini og
yrkisbókmentir, lutvíst tey serliga lisnu evnini og tekstir frá fyri 1900,
umframt tekstir frá teimum seinastu 10 árunum og tey longru, heilu verkini.
Eingin einstakur tekstur má telja meira enn 20 normalsíður. Einans tekstir í
prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
21.3 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt
próvtøkupensum, sum svarar til lesipensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku
eftir vanligum treytum.
21.4 Undir
fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum
tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu
brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru
útflýggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru
tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at
styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir,
hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini.
21.5 Próvhoyringin í
lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti uppá umleið 1/2 normalsíðu. Brotið
verður lisið upp, og undir samtalu á enskum verður próvtakarin royndur í sínum
evnum at málbera seg og í síni fatan av
a) týðandi innihaldsligum og málsligum staklutum í tí
givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og
b) tekstinum sum heild og tí høpi, hann stendur í.
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av
tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin
handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 1/2
normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein
kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann
hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
22. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
Endamál
23. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir framhaldandi
menna evnini at skilja og tosa enska málið væl og rámandi og framhaldandi
venjast í at málbera seg skrivliga, |
|
b) |
at næmingarnir framhaldandi
menna og dýpa almennu máltilvitskuna og fatanina av sambandinum millum mál og
mentan, |
|
c) |
at næmingarnir framhaldandi
menna teirra førleika í at greina og tulka tekstir á enskum máli, |
|
d) |
at næmingarnir gjøgnum arbeiði
við tekstunum fáa djúpari innlit í týðandi tættir av serliga bretskari og
amerikanskari mentan, søgu og samfelagslívi |
|
e) |
at næmingarnir dýpa teirra fatan
av líkskapi og muni millum teirra egna sannroyndarheim og tann heim, sum teir
koma fram á í tekstum á enskum máli, og |
|
f) |
at næmingarnir verða førir fyri
at ogna sær og orða prinsipiellar og ástøðiligar umhugsanir á enskum í
sambandi við arbeiðið við tekstum og evnum. |
Undirvísingin
24.1 Málførleiki
næminganna verður fyrst og fremst mentur í sambandi við tekstlestur, skrivligt
arbeiði og tilognan av enskari mállæru. Meginreglan er, at undirvísingin fer
fram á enskum.
24.2 Fyrst og fremst
verða lisnir tekstir, sum eru grundleggjandi fyri fatanina av tðdningarmiklum
spurningum í bretskari og amerikanskari mentan í einum søguligum og
nútíðarligum høpi. Í sambandi við lestur av teimum einstøku tekstum skulu
næmingarnir nema sær vitan um søgulig, geografisk, mentanarlig og samfelagslig
viðurskifti í so stóran mun, at tekstlesturin fær dðpd og frásjón.
24.3 Teir lisnu
tekstirnir skulu greinast og tulkast á enskum í samsvari við málsliga førleikan
hjá næmingunum. Næmingarnir skulu økja um førleika sín at brúka hóskandi
lesihættir. Í sambandi við tekstlesturin skulu næmingarnir fáa undirvísing í
sjálvstøðugari handbókanðtslu og bókmentaleiting. KT er partur av
undirvísingini.
24.4 Evnini at málbera
seg skrivliga verða serstakliga ment við at svara skrivligum uppgávum av
ymiskum slagi og í ymiskum vavi, m.a. í sambandi við tekstlesturin.
24.5 Arbeitt verður
miðvíst við framhaldandi at økja um málsliga førleika næminganna og vitan
teirra um enska mállæru, merkingarfrøði (semantikk), stílfrøði (stilistikk) og
málnýtslureglur.
Innihaldið í undirvísingini
25.1 Lesipensum fevnir
um umleið 400 normalsíður av ótillagaðum teksti, fyrst og fremst fagurbókmentir
(skaldsøga, stuttsøga, yrkingar og sjónleikur) heruppií tekstir frá fyri 1900
og tekstir frá seinastu 10 árunum. Tekstir lisnir á kravdum stigi kunnu ikki
vera partur av hesum.
25.2 Lesipensum verður
lagt soleiðis til rættis, at tað fevnir um m.a. eitt serliga lisið evni,
vanliga 3 - 6 tekstir. Evnið skal fevna um ein ella fleiri ástøðiligar tekstir.
Eitt evni kann t.d. vera eitt tekstslag ella ein fjølmiðil, ein týðandi
mentanarligur, sosialur ella politiskur spurningur, eitt tíðarskeið, eitt
bókmentaligt tema ella eitt ritverk. Ein sjónleikur eftir Shakespeare kann
verða lisin í staðin fyri serliga lisna evnið.
25.3 Lisið verður eitt
tal av tekstum, sum út frá einum samfelagsligum ella mentanarligum sjónarhorni
lýsa ein ella fleiri týðandi náttúruvísindaligar ella tøknifrøðiligar
spurningar. Bæði fagurbókmentir og yrkisbókmentir kunnu lesast.
25.4 Tekstir, sum
verða bornir fram gjøgnum aðrar miðlar enn teir prentaðu, kunnu vera partur av
lesipensum, tó í mesta lagi 10%. Hvør pultstími, sum verður brúktur til arbeiði
við slíkum tekstum, telur 2 normalsíður av lesipensum.
25.5 Skrivliga
arbeiðið fer fram lutvíst heima og lutvíst í flokkinum. Skrivliga heimaarbeiðið
fevnir um 8 fríar uppgávur á 3 - 5 síður og 15 uppgávur á 1 - 2 síður. Tá ið
skrivligar uppgávur verða latnar næmingunum aftur, fáa teir vegleiðing bæði í
felag og einsæris.
25.6 Undirvísingin í
mállæru og málnýtslureglum fer fram lutvíst gjøgnum málsligar venjingar og
uppgávur, lutvíst í sambandi við skrivliga heimaarbeiðið og tekstlesturin.
Høvuðsuppgávan
26.1 Í høvuðsuppgávuni
skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sðna evni til
sjálvstøðugt at taka saman um og bera øðrum tað innlit, ið hann hevur ognað
sær.
26.2 Evnið í uppgávuni
og arbeiðshátturin skal liggja innan karmarnar hjá lærugreinini. Evnið kann
vera framhald av tilfari, sum er gjøgnumgingið í flokkinum, men tær brúktar
bókmentirnar skulu vera nðggjar.
26.3 Grundbókmentirnar
og meginparturin av undirbókmentunum skulu verða lisin á enskum, so at nærum
øll sitat í svarinum eru á enskum.
26.4 Dømingin byggir á
eina heildarmeting, har fylgjandi spurningar hava serligan týdning: verður nóg
neyvt og fjøltáttað greitt frá teimum týdningarmestu táttunum av evninum? verða
tey nágreiniliga viðgjørd? er framløgan greidliga skipað? er málburðurin
greiður og klárur? eru stuðulsbókmentirnar í rímiligan mun tiknar við? og eru
kelduávísingarnar neyvar og viðkomandi? Um skrivað verður á enskum, verður
hetta ikki í sjálvum sær roknað sum ein fyrimunur í dømingini.
Próvtøkan
27. Hildin verður ein
munnlig og ein skrivlig próvtøka.
28.1 Munnliga
próvtøkan fevnir um próvhoyring í einum lisnum og einum ólisnum teksti. Til
tann lisna tekstin er fyrireikingartíðin umleið 30 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
28.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum hava luttikið í undirvísingini ella
verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligari deild, geva upp eitt
nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av lesipensum. Tey 4
skaldskaparsløgini, tað serliga lisna evnið (við ástøðiligum teksti/tekstum),
tekstir frá fyri 1900 og tekstir frá teimum seinastu 10 árunum, skulu vera
umboðað. Úr tekstum, sum lýsa náttúruvísindaligar ella tøknifrøðiligar
spurningar, skulu gevast upp í minsta lagi 15 og í mesta lagi 20 normalsíður.
Eingin einstakur tekstur má telja meiri enn 20 normalsíður. Einans tekstir í
prentaðum líki kunnu vera partur av próvtøkupensum.
28.3 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, og sum ikki hava fylgt undirvísingini ella
verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild, geva upp eitt
nágreiniliga lisið úrval á 125 normalsíður av einum lesipensum á 900
normalsíður, sum er ájavnt lesipensum fyri kravt stig á støddfrøðiligu deild og
hástig á støddfrøðiligu deild til samans.
28.4 Sjálvlesandi og
næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp eitt
próvtøkupensum á 900 normalsíður, sum er ájavnt lesipensum á kravdum stigi á
støddfrøðiligu deild og á hástigi á støddfrøðiligu deild til samans. Hevur tann
sjálvlesandi ella næmingurin, ið fer til próvtøku eftir serligum treytum, fylgt
undirvísingini ella verið til próvtøku á kravdum stigi á støddfrøðiligu deild,
verður pensum minkað niður í 400 normalsíður, sum er ájavnt við lesipensum á
hástigi.
28.5 Undir
fyrireikingini og próvhoyringini skulu brúkast rein eintøk av teimum
tekstútgávum, sum eru givnar upp í lesipensum. Í fyrireikingarrúminum kunnu
brúkast egnar uppskriftir, tær uppskriftir og teir orðalistar, sum eru
útflyggjað í sambandi við undirvísingina, umframt allir teir tekstir, sum eru
tilskilaðir í lesipensum. Aðrir hjálparmiðlar eru ikki loyvdir. Til tess at
styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir,
hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini.
28.6 Próvhoyringin í
lisnum teksti tekur støði í einum tekstbroti á umleið 3/4 normalsíðu. Brotið
verður lisið upp og undir samtaluni á enskum verður próvtakarin royndur í sínum
evnum at málbera seg og í síni fatan av
|
a) |
týðandi innihaldsligum og
málsligum staklutum í tí givna tekstbrotinum og leikluti tess í heildini, og |
|
b) |
tekstinum sum heild og tí høpi,
hann stendur í. |
Próvtakarin byrjar samtaluna við sjálvstøðugari framløgu av
tekstinum.
Tá umleið 1/3 av próvtøkutíðini er eftir, fær próvtakarin
handaðan ein prosatekst, sum próvdómarin hevur valt, til støddar umleið 3/4
normalsíðu á hóskandi leksikalskum og syntaktiskum torleikastigi. Eftir ein
kunnandi gjøgnumlestur av tekstinum skal próvtakarin prógva, hvussu væl hann
hevur skilt enska tekstin við at umseta hann til føroyskt.
29. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
30.1 Til skrivligu
próvtøkuna, sum er 5 tímar, verður givið eitt teksttilfar á enskum, og settar
verða nakrar uppgávur, sum sýna, í hvønn mun próvtakarin megnar at brúka enska
málið, skilir givna tekstin og megnar at málbera seg flótandi á skrivligum
enskum. Umframt hetta verður ein tekstur týddur til enskt.
30.2 Til próvtøkuna
kunnu brúkast tvímálsligar orðabøkur sum í vavi svara til tær reyðu
orðabøkurnar hjá danska Gyldendal (ensk-føroysk, donsk-ensk, ensk-donsk),
føroysk-donsk og donsk-føroysk umframt ensk-ensk orðabók í vavi sum Advanced
Learner's Dictionary (OUP) ella Longman's Dictionary of Contemporary English.
31.1 Í próvdømingini
verður dentur fyrst og fremst lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka
enska málið. Væntað verður, at hann er nøkulunda stinnur í idiomatikki,
semantikki, syntaksi, morfologi og ortografi. Tað, sum mett verður um, er, í
hvønn mun próvtakarin megnar enska málbygnaðin.
Tá ið talan er um samandráttaruppgávur verður harumframt
dømt um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin við egnum orðum og trúgvur
móti tekstinum megnar at endurgeva høvuðstættirnar í tekstinum í stuttari,
samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um ritroyndaruppgávur verður harumframt dømt
um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin í longri, væluppbygdari framløgu
megnar at lýsa og meta tekstin: gongd, persónslýsing, próvførslu,
rithøvundahugburð og boðskap.
Tá ið talan er um onnur fríari uppgávusløg, verður
harumframt dømt um, hvussu rámandi og nágreiniliga próvtakarin megnar at greiða
og meta um - ella í fiktiónslíki lýsa - eitt greiðsluevni í tekstinum í
styttri, samanhangandi framløgu.
Tá ið talan er um umsetingaruppgávur verður harumframt dømt
um, hvussu neyvt og nágreiniliga próvtakarin megnar at endurgeva upprunatekstin
á enskum. Metingin av svarinum upp á hesa uppgávu verður tikin við sum ískoyti
í samlaðu metingini av málførleika próvtakarans.
At enda verður eisini tikið við í dømingina ein meting av,
hvussu væl og fjølboytt í vavi samlaða avrikið er skipað.
31.2 Givið verður 1
próvtal fyri alt tað skrivliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost