pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 6


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Evnafrøði

Støddfrøðilig deild

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa grundleggjandi kunnleika um evnafrøðiligt orðalag, hugtøk og roknihættir í lærugreinini,

b)

at næmingarnir fáa kunnleika um arbeiðshættir í evnafrøðiligum royndum og verða varugir við vandamál, trygdarviðurskifti í sambandi við at fáast við kemikaliir, umhvørvisviðurskifti og

c)

at næmingarnir í ávísan mun fáa førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um einføld evnafrøðilig viðurskifti.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin fevnir um 5 høvuðsøki umframt valfrítt tilfar. Í undirvísingini skulu vera næmingaroyndir og sýnisroyndir umframt ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

2.2 Undirvísingin skal hava støði í dagliga lívinum hjá næmingunum og teirra ítøkiligu vitan frá alis/evnafrøðiundirvísing fólkaskúlans. Undirvísingin skal leggjast til rættis við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Har tað er gjørligt, skal kvantitativ viðgerð innan evnisøkini fara fram.

2.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Royndararbeiðið skal stimbra eygleiðingarevni næminganna og menna evni teirra at nema evnafrøðilig hugtøk grundað á ítøkiligar eygleiðingar. Í nøkrum royndum skulu gerast nágreiniligar mátingar, sum kunnu eftirgerast. Royndirnar verða vanliga gjørdar í beinleiðis sambandi við undirvísingargongdirnar.

2.4 Næmingarnir skulu venjast í góðum royndarstovusiði og royndarstovutrygd. Næmingarnir skulu hava kunnleika um vanda- og trygdarviðurskifti í sambandi við royndarvirksemi.

2.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið. Meginparturin av eftirviðgerðini skal gerast í undirvísingartíðini. 4 av royndardagbøkurnar verða latnar inn sum einstaklingafrágreiðingar, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Næmingaroyndirnar fevna um 20 pultstímar.

2.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit ella datagrunnar verða nýtt.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um:

1)

Bygnað hjá evnunum

 

Við støði í kunnleika næminganna um evnafrøðiliga teknmálið verður skeiðbundna skipanin av grundevnunum lýst við høvuðsdenti á tey fyrstu skeiðini. Bygnaðurin í atomum, molekylum og jonum verður umrøddur. Standirnir og hugmyndir um føst evni verða viðgjørd. Homogenar og heterogenar blandingar verða lýstar við dømum úr dagliga lívinum. Skipað navnagáva eftir IUPAC verður nýtt í mest møguligan mun.

2)

Evnafrøðilig mongdarrokning

 

Hugtøkini evnismongd, molarur massi, konsentratión (við eindini mol/L) og massaprosent verða tikin upp. Dømi um rúmdarprosent og ppm verða víst. Mongdarokning eftir reaktiónsskema verður viðgjørd; eisini fyri reaktiónir, sum loftsløg eru uppií. Útrokningar verða serliga gjørdar við atliti til royndararbeiðið.

3)

Evnafrøðilig reaktiónssløg

 

Hesi grundleggjandi reaktiónssløg verða viðgjørd: Fellingar, sýru-basureaktiónir og redoxreaktiónir, teirra millum brenningar. Brønstedsýru-basuhugtakið og pH-allýsingin verða tiknar upp. pH útrokningar fyri loysingar av sterkari sýru í vatni og av sterkari basu í vatni eru uppi í viðgerðini. Hugtøkini oxidatión, reduktión og oxidatiónstal umframt uppgerð av reaktiónsskema verða tikin upp við atliti at verkligari nýtslu av redoxreaktiónum. Í sambandi við gjøgnumgongdina av reaktiónssløgum verða exotermar og endotermar reaktiónir umrøddar.

4)

Lívrunna evnafrøði

 

Innan lívrunnu evnafrøðina verða vald eitt ella fleiri øki, sum lýsa, hvussu fjølbroytt carbonsambond eru, isomeriviðurskifti, stóru nýtsluna av carbonsambondum í dagligum yrki v.m. Við í viðgerðini eru dømi um skipaða navnagávu eftir IUPAC.

5)

Royndarstovutøkni og trygd

 

Royndararbeiði næminganna skal geva teimum kunnleika um vanligt royndarstovuarbeiði og góðan royndarstovusið. Í hesum sambandi verða vanda- og trygdarviðurskifti viðvíkjandi at fáast við kemikaliir gjøgnumgingin, m.a. vanda- og trygdarsetningar (V- og T-setningar).

6)

Valfrítt tilfar

 

Valfría tilfarið fevnir um í minsta lagi 10 prosent av undirvísingartíðini og skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd. Vanliga skal valfría tilfarið veljast soleiðis, at møguleiki verður fyri royndararbeiði.

3.2 Lisnar verða 140-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 80-120 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er. Harumframt verða nakrar royndardagbøkur frá royndum, sum hava samband við próvtøkupensum, givnar upp. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lýsing av undirvísingini, og soleiðis at tað vanliga fevnir um bæði høvuðsøki og valfrítt tilfar.

4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er alt tað lisna tilfarið, í vavi 140-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nýtt er. Harumframt verða allar royndarroyndardagbøkurnar uppgivnar.

4.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, handbøkur, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nýtt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.

4.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvíkjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

4.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spurningi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, ið koma spurninginum við, vera til taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir ella líknandi úr royndardagbókum próvtakarans ella aðrir hjálparmiðlar verða tiknir við í próvhoyringina.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Miðstig

Endamálið

6.1 Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nýtt og av royndarháttalagnum (metodikkini) í lærugreinini

b)

at næmingarnir dýpa sín kunnleika bæði um evni, sum til eru í náttúruni og um gjørd (syntetisk) evni, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,

c)

at næmingarnir í ávísan mun verða vanir at nýta royndarstovuútgerð og d´ta sín kunnleika at fáast við kemikaliir,

d)

at næmingarnir menna sín førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og

e)

at næmingarnir fáa fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri einstaka menniskjað, tøkniligu menningina og fyri samfelagið.

6.2 Evnafrøði á miðstigi miðar ímóti, at næmingarnir skulu kunna nýta sína evnafrøðiligu vitan í øðrum høpi, at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaligar upplýsingar, og at lýsa evnafrøði sum eina lærugrein, ið á royndargrundarlagi fær fram nýggja vitan um bygnað og eginleikar hjá evnum.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin fevnir um sjey høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

7.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Í valfría tilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin vanliga er royndararbeiði.

7.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Næmingaroyndirnar skulu vera av meira sjálvstøðugum slagi enn á kravdum stigi, soleiðis at næmingarnir menna eygleiðingarevnini og dýpa kunnleikan um nýtslu av royndarstovuútgerð.

7.4 Í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingarnir fáast við kemikaliir og royndarstovuútgerð.

7.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og partur av eftirviðgerðini skal gerast í undirvísingartíðini. Nakrar av royndardagbókunum verða støði undir 7 royndarfrágreiðingum um týðandi royndir og royndarrøðir. Frágreiðingarnar verða skrivaðar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til frágreiðingarnar. Næmingaroyndirnar fevna um einar 30 pultstímar.

7.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og datagrunnar verða nýtt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við roýndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

8.1 Undirvísingin fevnir um:

1)

Evnafrøðiliga binding

 

Økið fevnir um intra- og intermolekýlarar bindingar. Elektronbýti í atomum verður viðgjørt í mun til reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. Í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lýsir líðandi skiftið millum ávís bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loýsingarviðurskifti, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar og hýdrogenbinding verða tiknar við.

2)

Termokemi og stabilitetur

 

Kunnleikin um exotermar og endotermar reaktiónir verður øktur, við tað at molar reaktiónsentalpi verður viðgjørd á kvantitativum grundarlagi og á royndargrundarlagi. Lóg Hess verður umrødd. Stabilitetshugtakið verður viðgjørt kvalitativt við DG- ella DS-metingum.

3)

Evnafrøðilig javnvág

 

Greiðast skal frá javnvágarlógini soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verður viðgjørt kvantitativt, í hesum sambandi verða javnvágarbrot roknað. Bæði homogenar og heterogenar javnvágir verða viðgjørdar, við tað at gjøgnumgongdin fevnir um:

a)

sýru-basujavnvágir, protolýsa í veikum sýrum og basum verður tikin við

b)

loysiligleikajavnvágir hjá jonsambondum

c)

kompleksjavnvágir

d)

redoxjavnvágir

 

Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvalitativt. Týdningurin, javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøddur.

4)

Reaktiónsferð

 

Ferðin hjá evnafrøðiligum reaktiónum verður tikin upp. Dømi um fýsiskt og kemiskt árin, ið broytir ferðina á evnafrøðiligari reaktión verður umrøtt. Katalýsuhugtakið verður lýst við dømum um homogena og heterogena katalýsu.

5)

Lívrunna evnafrøði

 

Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at standi, funktionellum bólki og navnagávu: carbonhýdridar, halogeneraðar carbonhýdridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehýdir, ketonir, carbohýdratar, carboxýlsýrur, estarar, fitievni og aminir. Tríggir evnabólkar verða valdir til viðgerðar við atliti at samanhanginum millum molekýlbýgnað og eginleikar hjá lívrunnum sambondum. Reaktiónssløgini substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og polýmerisatión umframt isomerihugtøkini strukturisomeri og stereoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum sambondum í dagligum lívi og tøknifrøði verður umrøddur. IUPAC-navnagáva skal nýtast í mest møguligan mun.

6)

Ólívrunna evnafrøði og evnaringrás

 

Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum, og tøknifrøðini verður tikin við. Í sambandi við tey valdu evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal nýtast í mest møguligan mun.

7)

Umhvørvisevnafrøði

 

Dømi um lýsing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørvislóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði kann leggjast til rættis sum sjálvstøðugt evni ella takast uppí hini høvuðsøkini.

8)

Valfrítt tilfar

 

Valfría tilfarið fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og fevnir um í minsta lagi eina samanhangandi undirvísingargongd.

8.2 Lisnar verða einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt verður.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman íroknað próvdøming.

9.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-130 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verður royndararbeiði, sum hevur samband við próvtøkupensum, givið upp, fyri ein part nakrar frágreiðingar um næmingaroyndir, fyri ein part nakrar royndardagbøkur um stórar sýnisroyndir, næmingaroyndir, sum eru eftirviðgjørdar í undirvísingini, virkisvitjanir ella tílíkt. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði høvuðsøki og valfría tilfarið.

9.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er alt tað lisna tilfarið, í vavi einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða allar royndarfrágreiðingar um næmingaroyndir og royndardagbøkur um annað royndararbeiði givnar upp.

9.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, frágreiðingar, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nytt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma tí uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.

9.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvikjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

9.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spurningi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum koma spurninginum við, vera til taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr frágreiðingum og royndardagbókum próvtakarans ella úr øðrum hjálparmiðlum, verða tikin við í próvhoyringina.

10. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Støddfrøðilig deild

Hástig

Endamálið

11.1 Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa innlit í meginhugtøk, lógir og royndarháttalag (metodikk) í evnafrøðini.

b)

at næmingarnir fáa víðfevnandi kunnleika bæði um evni, sum til eru til í náttúruni og umgjørd (syntetisk) evni, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,

c)

at næmingarnir ogna sær vitan um náttúruvísindalig háttaløg, sum gera teir førar fyri at orða og viðgera evnafrøðilig viðurskifti, bæði av sermerktum og samfelagsligum slagi,

d)

at næmingarnir verða vanir at nýta royndarstovuútgerð, ið eisini fevnir um nútíðar analysuútgerð, og at teir dýpa sín kunnleika um at fáast við kemikaliir og fáa kunnleika til framkomna royndarstovuútgerð,

e)

at næmingarnir fáa fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri einstaka menniskjað, tøkniligu menningina og fyri samfelagið.

f)

at næmingarnir verða førir fyri at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti, teirra millum eisini viðurskifti av ástøðiligum slagi.

11.2 Evnafrøði á hástigi miðar ímóti, at næmingarnir ígjøgnum innlit í arbeiðshættir og lógir í evnafrøðini fáa samanhangandi fatan av vísindagreinunum í evnafrøðini. Harafturat er ætlanin, at næmingarnir skulu kunna nýta sína evnafrøðiliga vitan í øðrum høpi, og at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaligar upplysingar.

Undirvísingin

12.1 Undirvísingin fevnir um níggju høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

12.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Í valtilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin vanliga er royndararbeiði.

12.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Miðað verður ímóti framtøku í royndararbeiðinum. Næmingaroyndirnar skulu vera av meira sjálvstøðugum slagi enn á kravdum stigi, soleiðis at næmingarnir menna eygleiðingarevnini og økja kunnleikan um nýtslu av royndarstovuútgerð. Í tí partinum av undirvísingini, sum viðvíkur royndararbeiði, skulu næmingarnir í mest møguligan mun fáa kunnleika til nútíðar analysuútgerð.

12.4 Í royndararbeiðinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, sum fevnir um umleið 10 pultstímar.

12.5 Í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingarnir fáast við kemikaliir og royndarstovuútgerð.

12.6 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og gera 17 frágreiðingar um týðandi royndir og royndarrøðir. Frágreiðingarnar verða gjørdar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Næmingaroyndirnar fevna um einar 50 pultstímar.

12.7 Tær skrivligu uppgávurnar fevna um ástøðilig viðurskifti og uppgávurokning. Tey verða tikin við í sambandi við evnini, ið verða viðgjørd. Saman við evnafrøðiundirvísingini annars skal framtøka vera í uppgávunum, sum settar verða næmingunum, soleiðis at tá ið tvey ára undirvísingargongdin líður ímóti endanum, verða uppgávurnar tvørgangandi. Umframt at fremja fatanina av evnafrøðilógum skulu tær skrivligu uppgávurnar venja næmingarnar at málbera seg skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og læra teir at nýta evnafrøðiliga teknmálið og støddarlíkningar til lítar. Við at loysa skrivligar uppgávur skulu næmingarnir venjast at arbeiða við talvuverkum og teimum hjálparmiðlum, ið loyvd eru til próvtøku. Í svari upp á taluppgávu skal vera tekstur, reaktiónsskema, myndir og evnafrøðiligir formlar í so stóran mun, at hugsanarháttur næmingsins sæst skilliga. Uppgávuloysing fer fyri ein part fram í tímunum, fyri ein part sum skrivligt heimaarbeiði. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til tær skrivligu uppgávurnar. Mongdin av tí skrivliga heimaarbeiðinum í hesum sambandi er í 2.s 15 uppgávusett, sum hvørt svarar til 50-75% av einum próvtøkusetti; í 3.s 15 uppgávusett, sum hvørt svarar til 75-100% av einum próvtøkusetti.

12.8 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og datagrunnar verða nytt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nýtast til at savna og viðgera mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

13.1 Undirvísingin fevnir um:

1)

Ástøði um evnafrøðiligar bindingar

 

Økið fevnir um intra- og intermolekylarar bindingar. Elektronbýtið í atomum, eisini orbitalhugtakið, verður viðgjørt reglubundið við atliti at skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum og elektronbygnaðinum í molekylum. Atomorbitalhybridisering eins væl og sigma- og pimolekylorbitalar verða umrødd. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. Í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lysir líðandi skiftið millum bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loysingarviðurskifti, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar, hydrogenbinding og jon-dipolbinding verða tiknar við.

2)

Evnafrøðiligur termodynamikkur

 

Fyrsti høvuðssetningur í termodynamikkinum og hugtakið støðufunktión verður viðgjørt við serligum atliti at entalpihugtakinum og molara reaktiónsentalpi. Annar høvuðssetningur í termodynamikkinum, m.a. støðufunktiónirnar Gibbs-orka og entropi, verður gjøgnumgingin við atliti at stabilitetshugtakinum og treytini fyri evnafrøðiliga javnvág. Tá ið støðufunktiónirnar verða gjøgnumgingnar, verður hugtakið standardstøða viðgjørt. Konduktivitetur, m.a. lóg Kohlrausch, og kolligativir eginleikar, osmotiskt trýst, kókimarkshækking og frostmarkslækking, hjá loysingum verða viðgjørd.

3)

Evnafrøðiliga javnvág

 

Javnvágarlógin verður grundað á termodynamikkin. Tann kvantitativa viðgerðin av evnafrøðiligari javnvág og skjóting av javnvág fevnir um homogenar eins væl og heterogenar skipanir. Gjøgnumgongdin fevnir um:

 

a)

sýru-basujavnvágir, protolysa í veikum sýrum og basum verður tikin við, puffaraloysingar, amfolyttar, Bjerrumritmynd og loysiligleikajavnvágir fyri loftsløg og jonsambond,

 

b)

kompleksjavnvágir og koblaðar loysiligleika- og kompleksjavnvágir og

 

c)

redoxjavnvágir

 

 

Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvantitativt. Týdningurin, javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøddur.

4)

Elektrokemi

 

Elektrokemiskar cellur (galvanisk element), m.a. konsentratiónscellur verða viðgjørdar við atliti at celludiagrammi, streymgevandi reaktiónini og elektrodupotentiali (Nernst líkningini). Sambandið millum hvíluspenningin ella elektromotorisku kraftina (EMK) hjá celluni og DG hjá reaktiónini verður víst. Ásetan av javnvágarkonstantum fyri redoxreaktiónir verður viðgjørd. Tæring og verja móti tæring verður viðgjørt fyri metal. Týdningarmikil battarí verða viðgjørd. Elektrolysa verður umrødd við atliti at ídnaðarframleiðslu av metallum.

5)

Reaktiónskinetikk

 

Almenna tiltakið um reaktiónsordan verður sett fram. Kinetikkurin fyri reaktiónir við nulta, fyrsta og øðrum ordan verður viðgjørdur. Dømi um reaktiónsmekanismur verða umrødd. Hvussu skjótleikatalið er bundið av temperaturinum (Arrheniuslíkningin) verður viðgjørt, aktiveringarorka verður tikin við. Katalysuhugtakið verður lyst við dømum um homogena og heterogena katalysu og verður sett í samband við _orkuprofilina" (aktiveringarorku) hjá einari reaktión. Nytsla av katalysatorum, m.a. enzymum, í ídnaðinum verður umrødd.

6)

Lívrunna evnafrøði

 

Viðgerðin skal fevna um reglubundna gjøgnumgongd av týðandi lívrunnum evnabólkum og reaktiónssløgum, hvussu vanlig lívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava. Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at molekylbygnaði og eginleikum: carbonhydridar, halogeneraðar carbonhydridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehydir, ketonir, carbohydratar, carboxylsýrur, estarar, fitievni, aminir, aminosýrur, protein og gjørd (syntetisk) makromolekyli. Hesi reaktiónssløgini verða viðgjørd: substitutión, additión, eliminatión, kondensatión, brenning og polymerisatión, og dømi um reaktiónsmekanismur verða sett fram. Isomerihugtøkini strukturisomeri og stereoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. IUPAC-navnagáva fyri sambondini skal nytast í mest møguligan mun.

7)

Ólívrunna evnafrøði og evnaringrás

 

Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum og tøknifrøðini verður tikin við. Í sambandi við tey valdu evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal nýtast í mest møguligan mun. Dømi úr ólívrunnu evnafrøðini verða nytt til at lysa reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum og við atliti at viðkomandi evnakunnleika.

8)

Bioorganiska evnafrøði

 

Viðgerðin av bygnaði og evnafrøðiligum eginleikum hjá lívfrøðiliga virknum sambondum við atliti at evna- og orkuflutningi fevnir um protein, coenzym, saccharid, nukleotid, nukleinsýrur og lipid. Termodynamiska lysingin av orkuviðurskiftunum í nøkrum útvaldum bioorganiskum reaktiónum verður viðgjørd kvalitativt við DG- ella DS-metingum. Proteinsyntesan verður umrødd, og gjøgnumgongdin av glycolysuni, citrónsýruringrásini og andingarketuni kann verða gjørd sum yvirlit.

9)

Umhvørvisevnafrøði

 

Dømi um lysing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørvislóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði verður løgd til rættis bæði sum sjálvstøðugt evni og sum natúrligur partur av hinum høvuðsøkjunum.

10)

Valfrítt tilfar

 

Valfrítt tilfar fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og inniheldur í minsta lagi eina samanhangandi undirvísingargongd.

13.2 Lisnar verða einar 430-500 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt verður.

Próvtøkan

14. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

15.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

15.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 130-170 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða 12 royndarfrágreiðingar um næmingaroyndir, sum flest allar hava samband við próvtøkupensum, givnar upp. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði høvuðsøki og valfrítt tilfar.

15.3 Sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, geva upp alt tað lisna tilfarið, í vavi einar 430-500 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er, og allar royndarfrágreiðingarnar.

15.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, uppgávur, royndarfrágreiðingar og annað skrivligt tilfar, sum er nytt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina, harumframt útgerð, ið hoyrir til tað uppgivna royndararbeiðið, og lummaroknari.

15.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at tyðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvikjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

15.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í tveimum spurningum:

a)

einum spurningi í einari av uppgivnu royndunum,

b)

einum spurningi í ástøðiligum evni í uppgivna pensum.

Teir báðir spurningarnir skulu verða settir samstundis, og skulu teir fevna um hvør sítt evni. Ástøðiligi spurningurin skal vera víðfevnandi orðaður og skal um gjørligt ikki umskara ástøðiliga innihaldið í royndarspurninginum. Undan próvtøkuni skulu próvdómari og próvhoyrari hava ásett mannagongd, um so verður, at tveir próvtøkuspurningar, sum fevna um somu útgerð, verða tiknir beint eftir hvørjum øðrum. Næmingarnir skulu kunnast um mannagongdina. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum koma spurninginum við, vera til taks. Har tað hóskar, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr royndarfrágreiðingum næmingsins ella úr øðrum hjálparmiðlum, verða tikin við í próvhoyringina.

16. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

17.1 Til skrivligu próvtøkuna eru 4 tímar. Próvtakararnir fáa uppgávur innan høvuðstættirnar, sum kravt stig og vallærugreinin á hástigi fevna um, tó eru partar av bioorganisku evnafrøðini undantiknir (makromolekyli, proteinsyntesan, glycolýsan, citrónsýruringrásin og andingarketan). Teir formlar, sum próvtakararnir eiga at kenna, eru í _Formelsamling Kemi". Landsskúlafyrisitingin sendir út vegleiðandi dømi um próvtøkuuppgávur.

17.2 Loyvdir hjálparmiðlar eru:

a)

Formelsamling Kemi, sum Gymnasieafdelingen hevur givið út (skúlin flyggjar formlasavnið út, tá ið próvtøkan byrjar),

b)

Støddfrøðiligt formlasavn til kravt stig á støddfrøðiligu deild (skúlin flyggjar formlasavnið út, tá ið próvtøkan byrjar)

c)

Databog Fysik og Kemi (F&K Forlaget) ella talvuverk í líknandi vavi (annaðhvørt hevur næmingurin formlasavnið við ella flýggjar skúlin tað út í sambandi við próvtøkuna)

d)

Góðkendur lummaroknari (næmingurin hevur hann við sær)

e)

Millimeturpappír, einkultlogaritmiskt pappír við 3 tíggjundum á uppásini og dupultlogaritmiskt pappír við 2 tíggjundum á útásini og 3 tíggjundum á uppásini (skúlin flyggjar tað út).

18. Givið verður 1 próvtal. Í dømingini av avriki próvtakarans skal dentur leggjast á, at í svarinum eru frágreiðing, reaktiónsskema, myndir og evnafrøðiligir formlar í so stóran mun, at hugsanarhátturin skilliga sæst. Próvtalið verður ásett við støði í einari heildarmeting.

Málslig deild

Miðstig

Endamálið

19.1 Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa fatan av grundhugtøkunum í evnafrøðini, hvussu tey verða nytt, og av royndarháttalagnum (metodikkini) í lærugreinini.

b)

at næmingarnir fáa kunnleika um týðandi bólkar av evnum, teirra eginleikar og verkligu nýtslu,

c)

at næmingarnir í ávísan mun verða vanir at nýta royndarstovuútgerð og fáa skil á at fáast við kemikaliir,

d)

at næmingarnir menna sín førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um evnafrøðilig viðurskifti og

e)

at næmingarnir fáa fakligt grundarlag fyri at kunna skilja og meta um týdningin, evnafrøðin hevur fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið.

19.2 Evnafrøði á miðstigi miðar ímóti, at næmingarnir skulu kunna nyta sína evnafrøðiligu vitan í øðrum høpi, at næmingarnir skulu kunna leita fram náttúruvísindaligar upplysingar, og at lysa evnafrøði sum eina lærugrein, ið á royndargrundarlagi fær fram nyggja vitan um bygnað og eginleikar hjá evnum.

Undirvísingin

20.1 Undirvísingin byggir á tað støðið, næmingarnir hava fingið í alisfrøði-evnafrøði á kravdum stigi og fevnir um sjey høvuðsøki og valfrítt tilfar. Undirvísingin fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir, ástøðilig viðurskifti og útrokningar.

20.2 Undirvísingin verður skipað við royndum og skal hava bæði tematiskar og fakliga reglubundnar undirvísingargongdir. Í valfría tilfarinum skal vera í minsta lagi ein sjálvstøðug undirvísingargongd, har meginparturin vanliga er royndararbeiði.

20.3 Royndararbeiðið skal vera týðandi táttur í undirvísingini. Tað fevnir um næmingaroyndir, sýnisroyndir og møguliga royndir í sambandi við virksemi uttan fyri skúlan. Næmingaroyndirnar skulu vera av meira sjálvstøðugum slagi enn í alisfrøði-evnafrøði, soleiðis at næmingarnir menna eygleiðingarevnini og dýpa kunnleikan um nýtslu av royndarstovuútgerð.

20.4 Í sambandi við royndararbeiðið skal lærarin kunna um vanda- og trygdarviðurskifti, tá ið næmingarnir fáast við kemikaliir og royndarstovuútgerð.

20.5 Næmingarnir skriva royndardagbøkur um royndararbeiðið, og partur av eftirviðgerðini skal gerast í undirvísingartíðini. Nakrar av royndardagbókunum verða støði undir 7 royndarfrágreiðingum um týðandi royndir og royndarrøðir. Royndarfrágreiðingarnar verða skrivaðar sum einstaklinga- ella bólkafrágreiðingar. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til royndarfrágreiðingarnar. Næmingaroyndirnar fevna um einar 30 pultstímar.

20.6 Teld er partur av undirvísingini. T.d. kunnu amboðsforrit, venjingarforrit, tekniforrit, samlátsforrit og datagrunnar verða nytt. Í sambandi við royndararbeiðið kann edv nytast til at savna og greina mátingar (datafongur) og til at stýra og hava eftirlit við royndaruppsetingum.

Innihaldið í undirvísingini

21.1 Undirvísingin fevnir um:

1)

Evnafrøðiliga binding

 

Økið fevnir um intra- og intermolekylarar bindingar. Elektronbýti í atomum verður viðgjørt og í mun til reglubundna lagið í skeiðbundnu skipanini hjá grundevnunum. Hesi sløg av bindingum verða gjøgnumgingin: kovalent binding (elektronparbinding), jonbinding, kompleksbinding og metalbinding. Í hesum sambandi verður elektronegativitetshugtakið, ið lysir líðandi skiftið millum ávís bindingasløg, tikið upp. Kunnleikin um stand og loysingarviðurskifti hjá evnum, m.a. møguleikin at blanda polar og ikki-polar evni, verður viðgjørdur, við tað at van der Waals-bindingar og hydrogenbinding verða tiknar við.

2)

Evnafrøðiligar reaktiónir og stabilitetur

 

Redox-, fellingar- og kompleksreaktiónir verða viðgjørdar. Í sambandi við at gera upp reaktiónsskema verða evnafrøðiligar mongdarútrokningar gjørdar. Útrokningarnar fevna um reaktiónir í loftsløgum, støðulíkningina fyri idealt loftslag, og evni í tyntum loysingum. Dømi verða sett fram um exotermar og endotermar reaktiónir og um ásetan og útrokning av molarari reaktiónsentalpi. Stabilitetshugtakið verður viðgjørt kvalitativt við DG- ella DS-metingum.

3)

Evnafrøðiliga javnvág í homogenum skipanum

 

Greiðast skal frá javnvágarlógini, soleiðis at javnvág og skjóting av javnvág verður viðgjørt kvantitativt, í hesum sambandi verða javnvágarbrot roknað. Í gjøgnumgongdini verða sýru-basujavnvágir greiniligari viðgjørdar, protolysa í veikum sýrum og basum verður tikin við. Kompleksjavnvágir og redoxjavnvágir, og hvønn tydning javnvágarhugtakið hevur fyri tøkniliga nýtslu, verður umrøtt. Hvussu javnvágarkonstanturin er bundin av temperaturinum verður viðgjørt kvalitativt.

4)

Reaktiónsferð

 

Ferðin hjá evnafrøðiligum reaktiónum verður tikin upp. Dømi um fysisk og kemisk árin, ið broyta ferðina á evnafrøðiligari reaktión verður umrøtt. Katalysuhugtakið verður lyst við dømum um homogena og heterogena katalysu.

5)

Lívrunnina evnafrøði

 

Hesir evnabólkar verða umrøddir reglubundið við atliti at standi, funktionellum bólki og navnagávu: carbonhydridar, halogeneraðar carbonhydridar, alkoholir, phenolir, etherar, aldehydir, ketonir, carbohydratar, carboxylsýrur, estarar, fitievni og aminir. Tríggir evnabólkar verða valdir til viðgerðar við atliti at samanhanginum millum molekylbygnað og eginleikar hjá lívrunnum sambondum. Reaktiónssløgini substitutión, additión, eliminatión, kondensatión og polymerisatión umframt isomerihugtøkini strukturisomeri og stereoisomeri (geometrisk isomeri og optisk isomeri) verða viðgjørd. Leikluturin hjá lívrunnum sambondum í dagligum lívi og tøknifrøði verður umrøddur. IUPAC-navnagáva skal nýtast í mest møguligan mun.

6)

Ólívrunnina evnafrøði og evnaringrás

 

Hvussu vanlig ólívrunnin evni eru, og hvønn týdning tey hava, verður umrøtt, dømi um ringrás atomanna í náttúruni verða nevnd. Týdningarmikil ólívrunnin sambond verða viðgjørd við atliti at viðkomandi kunnleika um evnini, leiklutur teirra í dagliga lívinum, og tøknifrøðini verður tikin við. Í sambandi við tey valdu evnini skal eitt hóskandi úrval av metallum og ikki-metallum viðgerast. IUPAC-navnagáva fyri evnini skal nýtast í mest møguligan mun.

7)

Umhvørvisevnafrøði

 

Dømi um lysing og greining av tí luti, evnafrøðilig sambond fáa í umhvørvinum, verða viðgjørd. Umhvørvislóggáva og umhvørvisumsiting í sambandi við evnafrøði verða umrøddar. Umhvørvisevnafrøði kann leggjast til rættis sum sjálvstøðugt evni ella takast uppí hini høvuðsøkini.

8)

Valfrítt tilfar

 

Valfrítt tilfar fevnir um umleið 15 prosent av undirvísingartíðini og inniheldur í minsta lagi eina samanhangandi undirvísingargongd.

21.2 Lisnar verða einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er.

Próvtøkan

22.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflyggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming

22.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 90-130 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verður royndararbeiði, sum hevur samband við próvtøkupensum, givið upp, fyri ein part nakrar frágreiðingar um næmingaroyndir, fyri ein part nakrar royndardagbøkur um stórar sýnisroyndir, næmingaroyndir, sum eru eftirviðgjørdar í undirvísingini, virkisvitjanir ella tílíkt. Próvtøkupensum skal veljast soleiðis, at tað verður ein fjølbroytt lysing av undirvísingini, og soleiðis at tað fevnir um bæði høvuðsøki og valfría tilfarið.

22.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er alt tað lisna tilfarið, í vavi einar 180-230 síður, alt eftir undirvísingartilfarinum, ið nytt er. Harumframt verða allar royndarfrágreiðingar um næmingaroyndir og royndardagbøkur um annað royndararbeiði givnar upp.

22.4 Í fyrireikingartíðini eru hesir hjálparmiðlar loyvdir: bøkur, samandráttir, formlasavn, talvur, royndarfrágreiðingar, royndardagbøkur og annað skrivligt tilfar, sum er nýtt í undirvísingini ella sum er evnað til í sambandi við undirvísingina. Harumframt tól, ið koma tí uppgivna royndararbeiðinum við, og lummaroknari.

22.5 Próvhoyrarin hevur ábyrgdina av, at próvtakarin, um til ber, sleppur fram at týðandi tólum í fyrireikingartíðini. Próvhoyrarin hevur eisini ábyrgdina av, at bøkur og hefti viðvíkjandi tí uppgivna tilfarinum eru til taks í fyrireikingarhølinum. Próvtakarin hevur sjálvur ábyrgd av at hava aðrar hjálparmiðlar við sær.

22.6 Hvør próvtakari verður próvhoyrdur í einum spurningi, sum skal vera víðfevnandi orðaður, og vanliga skal evni úr royndararbeiðinum vera uppií. Meðan próvhoyringin fer fram, skulu tól, sum hoyra til spurningin, vera til taks. Har tað tykist hóskandi, kunnu talvur, myndir, ella líknandi úr royndarfrágreiðingum og royndardagbókum próvtakarans ella úr øðrum hjálparmiðlum verða tikin við í próvhoyringina.

23. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost