pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 9

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Fiskivinna

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa grundleggjandi innlit í tey náttúru- og samfelagsviðurskifti, sum hava týdning fyri fiski- og alivinnuna í Føroyum

b)

at næmingar gerast førir fyri vandaliga at meta um upplýsingar, sum hava við fiski- og alivinnuna at gera, og at taka støðu til sjónarmið í dagliga kjakinum

c)

at næmingarnir fata fortreytirnar í hugburðinum hjá teimum, sum starvast í vinnuni, og teimum, sum skulu leggja ein langtíðar fiskivinnupolitikk til rættis, soleiðis at næmingarnir læra at nýta sína vitan at taka støðu til spurningar og trupulleikar í fiski- og alivinnuni.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin er býtt sundur í 6 høvuðsøki, sum øll skulu viðgerast. Fakliga dygdin verður tryggjað við, at farið verður gjølla um í minsta lagi 4 av høvuðsøkjunum. Ein verkætlan, sum fevnir um minst tvey høvuðsøki, kann gerast.

¨

2.2 Í undirvísingini skal serstakur dentur leggjast á føroysk fiskivinnuviðurskifti og fiskivinnuspurningar. Tó kunnu útlendsk og millumtjóða viðurskifti viðgerast, har tey økja um fatanina.

2.3 Sum ein nátúrligur partur av undirvísingini, kann virksemið uttan fyri skúlan fevna um vitjanir á virkjum, skipum og stovnum.

2.4 Í undirvísingini skulu dagsins mál eiga innivist.

2.5 Næmingarnir skulu læra at viðgera lærugreinina bæði munnliga og skrivliga. Lærarin kann bæði lata næmingarnar gera eitt ávíst tal av starvsstovuroyndum og virkisvitjanum við tilhoyrandi frágreiðingum og lata næmingarnar loysa skrivligar uppgávur í sambandi við høvuðsøkini í undirvísingini, umframt at ein verkætlan kann gerast. Í øllum førum skal lærarin meta um og gera viðmerkingar til skrivligu avrikini.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Undirvísingin fevnir um hesi øki:

1)

Lív og umhvørvi

 

Í undirvísingini skal kunnast um djóra- og fiskaskipanina við serligum denti á teir bólkar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava týdning fyri fiskiskap. Næmingarnir skulu duga at nýta ein fiskagreingarlykil. Kropsbygnaðurin og lívsvirkið hjá einum vanligum fiskaslag skal viðgerast saman við krøvunum hjá fiskum til umhvørvið. Í vistfrøði skulu havevnafrøðilig viðurskifti sum t.d. hiti, salt, føðslusølt og súrevni verða viðgjørd við serligum atliti at viðurskiftunum í havinum. Harumframt skulu hesi evni verða nágreiniliga lýst og viðgjørd: Brutto- og nettoframleiðsla, føðiketur og føðinet, evnisringrásin og orkustreymurin. Í hesum sambandi skal ávirkanin av umhvørvisdálking á vistskipanina eisini viðgerast við høvuðsdenti á dálking við plantu- og skordjóraeitri, lívfrøðiligari dálking, dálking við tungmetalum og oljudálking.

2)

Fiskifrøði og stýring

 

Arbeiðsøkið hjá fiskifrøðingum og innsavnan av tilfari til fiskifrøðiligt ráðgevingarabeiði skal lýsast við denti á forsagnir um tilgongd, vakstrar- og aldursgreiningar. Í hesum sambandi verða yngul- og yvirlitstrolingar tiknar við í undirvísingina. Stovnshugtakið og hvussu støddin á einum stovni verður ávirkað av náttúru- og fiskiávum skal viðgerast við dømum úr føðiketuni. Næmingarnir skulu í høvuðsheitum skilja endamálið og framferðarháttin við hesum stovnsmetingarhættum: VPA-kanningar (útroknað við prosentum), merkiroyndir og ekkointegratormátingar. Galdandi reglur fyri stýring av fiskiskapinum undir Føroyum skulu lýsast gjølla, og undirvísingin skal fevna um búskaparliga og lívfrøðiliga stýring av fiskiskapinum. Arbeiðsøkið hjá Fiskiveiðueftirlitinum. Millumlanda fiskifrøðilig ráðgeving verður lýst við arbeiðsgongdini hjá altjóða ráðnum fyri havrannsóknir (ICES).

3)

Streymviðurskifti - fiskileiðir, fiskirættindi og fiskiflotin

 

Í undirvísingini skulu næmingarnir fáa kunnleika til dýpi og botnviðurskifti og duga at meta um týdningin av hesum fyri fiskiskap. Kunnast skal eisini um høvuðsstreymarnar í landnyrðingspartinum av Atlantshavi, serliga Føroyaøkið, og um sjóarfalsstreymar. Næmingarnir skulu duga at rokna streym eftir álmanakkanum og meta um rákið eftir streymtalvu. Í undirvísingini skal kunnast um fiskiskapin undir Føroyum hjá føroyingum og útlendingum. Somuleiðis skulu broytingar í veiðu og fiskileiðum hjá føroyska fiskiskipaflotanum viðgerast. Galdandi fiskiveiðusáttmálar við onnur lond. Høvuðssløgini av reiðskapi skulu viðgerast og bólkast eftir, hvussu tey virka. Tey vanligastu sløgini av staðfestingartólum og leitingartólum skulu kennast, og kunnast skal um meginreglurnar í virkisháttinum. Samansetingin í føroyska fiskiskipaflotanum skal viðgerast við atliti til fiskileiðir, reiðskap og rakstur.

4)

Virking av fiski

 

Í undirvísingini skal kunnast um framleiðslugongdina umborð á fiskiskipum, útróðrarbátum og fiskavirkjum. Næmingarnir skulu kenna framleiðslugongdina av høvuðsvørubólkunum. Teir skulu eisini gera útrokningar við atliti til, hvussu rávøruprísur, ymiskir kostnaðir, úrtøka, rakstrarfígging og søluprísur ávirka búskapin hjá fiskavirkjum. Í undirvísingini um aling skal framleiðslugongdin lýsast frá lívfiski til alifiskurin er klárur at fara á marknaðin. Næmingar skulu kunnast um galdandi reglur á aliøkinum, og teir skulu gera útrokningar av rakstrinum í alivinnuni. Við atliti at longu framleiðslutíðini skal tørvurin á rakstrarfígging og neyvari fíggjarstýring lýsast. Hagreiðing av fiski umborð og á landi skal setast í samband við tær broytingar, sum henda í fiskinum, tá hann doyr, verður viðgjørdur og goymdur. Týdningurin av fiski sum matvøra skal viðgerast og greitt verður frá um vørusamanseting og vørumenning. Kunnast skal um kunda- og myndugleikakrøv til fiskavirking. Eisini skal kunnast um galdandi reglur á framleiðsluøkinum.

5)

Búskap, marknaðarføring og søla

 

Tann samfelagsligi týdningurin av fiski- og alivinnuni verður lýstur við t.d. hagtølum um framleiðslu, útflutning og lønarkostnaðir. Kunnast skal um útflutningin til tey týdningarmestu keyparalondini. Handilsavtalur við høvuðsmarknaðir skulu viðgerast við atliti at menningarmøguleikum og forðingum. Marknaðurin skal lýsast við støði í viðurskiftum, sum ávirka útboð og eftirspurning eftir fiski. Lýst verður, hvussu søla av fiski í Føroyum er skipað við sølu millum skip og virki. Í hesum sambandi skal uppboðssølan eisini lýsast. Kunnast skal um sølu millum skip, virki og sølufeløg. Søla av rávørum og hálvvirkaðum vørum til virkismarknaðin og lidnum vørum til brúkaramarknaðin skal lýsast nágreiniliga við atliti at skiftisrøð, marknaðarføring, vørumenning og marknaðarmenning. Í hesum sambandi skal eisini greiðast frá um sølu av feskum vørum og vørum, sum halda sær longur. Virkisøkið hjá útlendskum uppboðssølum og fiskamarknaðum skal lýsast.

6)

Felagsviðurskifti og trygdarskipanir

 

Greitt verður í stuttum frá feløgunum, sum hava samband við fiskivinnuna, og sáttmálin millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag verður viðgjørdur. Tey nýggjastu hýrutølini fyri teir ymsu skipabólkarnar verða viðgjørd og sammett við lønarlagið á landi, og næmingarnir skulu fara ígjøgnum dømi um avrokningar til manningina. Undirvísingin leggur dent á at lýsa almennar stuðuls- og trygdarskipanir til útróðrarbátar, skip og manning.

7)

Valfría verkætlan

 

Næmingarnir kunnu, saman við læraranum, velja at gera eina verkætlan innan fyri eitt av teimum kravdu kjarnuøkjunum. Arbeitt verður vanliga í bólkum, og arbeiðið endar við eini skrivligari frágreiðing.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka við fyrireiking. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt møguligar starvsstovufrágreiðingar, sum hoyra til. Uppgivna tilfarið verður skipað eftir økjum, soleiðis at nomið verður við øll økini. Av hesum skulu 4 viðgerast nágreiniliga. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av próvtøkupensum.

4.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum umframt kravt royndararbeiði og starvsstovufrágreiðingar. Um verkætlan er gjørd, er hon partur av próvtøkupensum.

4.4 Próvtakarin fær ein próvtøkuspurning, sum er býttur sundur í stigvíst torførari undirspurningar. Við próvtøkuspurninginum skulu fylgja kend ella ókend fylgiskjøl (t.d. talvur, myndir ella tól). Møguliga ókend fylgiskjøl skulu líkjast tilfarinum, sum er brúkt í undirvísingini.

4.5 Til próvtøkuna eru hesir hjálparmiðlar loyvdir:

1)

í fyrireikingartíðini: tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, bøkur og annað tilfar, sum stendur á skjalinum fyri lesipensum. Harumframt egnar uppskriftir, møguligar royndarfrágreiðingar og lummaroknari.

2)

undir próvhoyringini er tað loyvt próvtakaranum at styðja seg til próvtøkuspurningin og tilfar, sum hoyrir til próvtøkuspurningin, umframt til uppskriftir gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt í dømingini.

5. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið við støði í einari heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost