Fylgiskjal 10
Juli 1996
Studentaskúlakunngerðin
Fornaldarfrøði
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir ogna sær førleika
í at greina og tulka grikskar tekstir í umseting og grikskar leivdir, |
|
b) |
at næmingarnir ogna sær
fjøltáttaðan kunnleika til mentanina í tí forna Grikkalandi við serligum
denti á arkaiska og klassiska tíðarskeiðið, |
|
c) |
at næmingarnir gjøgnum henda
kunnleika til griksku mentanina ogna sær felags evropeiska hugtaksfatan og
formmál og á tann hátt fáa møguleika fyri at skilja og taka støðu til sína
samtíð. |
2.1 Undirvísingin fer
fram á keldugrundarlagi: týddir tekstir og endurgevingar av listarverkum frá
griksku fornøldini. Í undirvísingini skulu næmingarnir partvís læra at greina
og tulka tekstirnar og listarverkini í søguligum høpi, og partvís hava
møguleika fyri sjálvir at meta um teir lívshættir og tær hugsanir, sum tilfarið
ber fram. Høvuðsdentur verður lagdur á tekstalesturin.
2.2 Tekstirnir og
listarverkini verða fyri tað mesta frá tíðarskeiðinum umleið 700-
3.1 Lisnar verða
tilsamans umleið 400 normalsíður av skaldskapi, leiklist og prosa. Homer, tann
attiski sorgarleikurin og Platon skulu vera umboðað í pensum.
3.2 Eitt hóskandi
úrval av listarverkum verður gjøgnumgingið: byggilist, standmyndir, keramikkur
og onnur dømi um evnismentan.
4.1 Hildin verður ein
munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru
vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um
tíman, íroknað próvdøming.
4.2 Næmingar, ið fara
til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp til próvtøkuna
|
- |
annaðhvørt 50 síður av skaldskapi,
herundir Homer, 1 attiskan sorgarleik og 140 normalsíður av prosa, herundir
Platon, |
|
- |
ella 50 síður av
skaldskapi, herundir Homer, 2 attiskar sjónleikir (harav í minsta lagi 1
sorgarleik), 100 normalsíður av prosa, herundir Platon. |
Herumframt verður eitt hóskandi úrval av teimum
gjøgnumgingnu listarverkunum uppgivið. Byggitekningar og eftirgerðir eru ikki
sum listarverk at rokna.
4.3 Fyri sjálvlesandi
og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað
sama sum lesipensum, t.e. umleið 400 normalsíður.
4.4 Próvtakarin skal í
fyrireikingarhølinum hava atgongd til rein eintøk av øllum bókum, ið nýttar
hava verið í dagligu undirvísingini, íroknaðir tekstir og annað tilfar, sum
lærarin hevur fjølritað næmingunum. Próvtakarin kann í fyrireikingarhølið taka
við sær egnar uppskriftir. Tilskrivingar í útflýggjaðar bøkur og ljóstøk eru
ikki at rokna sum egnar uppskriftir, og má sostatt ikki takast við. Til tess at
styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir,
hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til
upplestur telur ikki positivt í dømingini.
4.5 Próvtakarin verður
próvhoyrdur í einum ávísum tekstabroti á umleið 1,3 normalsíðu í einum av
uppgivnu tekstunum. Harumframt verður hann próvhoyrdur annaðhvørt í einum av
uppgivnu listaverkunum ella í onkrum, sum hevur týðilig felagseyðkenni við tað,
sum er givið upp. Próvtakarin skal sjálvur skipa svarið - tí má útflýggjaða
tekstabrotið og listaverkið ikki hava vegleiðandi spurningar. Próvtakarin skal
greiða frá tekstabrotinum í síni heild og frá týðandi staklutum umframt seta
tað í størri høpi. Listaverkið verður lýst, tíðarfest og sett í størri høpi.
Høvuðsdentur verður lagdur á tekstabrotið bæði til próvhoyringina og í próvtalsásetanini.
5. Givið verður 1
próvtal fyri alt tað munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í
einari heildarmeting.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost