pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 12

Juni 2001

Føroyskt

Endamálið

1. Lærugreinin føroyskt skal menna málsligu, fagurfrøðiligu, yrkisfrøðiligu, søguligu og bókmentasøguligu tilvitsku næmingsins og styrkja sjálvsfatan hansara. Undirvísingin skal stimbra og menna hug næmingsins at viðgera málsliga og listarliga skapan, skynsamliga og vandaliga.

2. Endamálið er,

-

at næmingurin fær heildarfatan av føroyskari mentan og teimum rákum, sum hava ávirkað hana,

-

at næmingurin mennir og stimbrar hugin at lesa og uppliva tekst,

-

at næmingurin mennir síni skapandi evni,

-

at næmingurin lærir tekstaviðgerð og verður førur fyri at greina, fata og taka støðu til tekst, og

-

at næmingurin verður førur fyri munnliga og skrivliga at próvføra og taka støðu til ymisk sjónarmið.

Undirvísingin

3.1 Tekstur og mál eru grundarlag undir lærugreinini.

3.2 Tekstur er at skilja bæði sum fagrar bókmentir, yrkisbókmentir og fjølmiðlatekstir. Filmir, myndbond, myndir og ljóðbond eru eisini sum tekstir at skilja. Sølulýsingar og tíðindamyndir eru sum fjølmiðlatekstir at skilja.

3.3 Verk er skaldsøga, sjónleikur, filmur ella savn av tekstum, sum eru settir saman eftir skaldskaparslag, evni, tíðarskeiði ella høvundi. Verk, sett saman av fleiri tekstum, skal í minsta lagi fevna um 80 normalsíður, yrkingasavn tó í minsta lagi um 25 normalsíður.

3.4 Mynd, sum er viðgjørd í flokkinum, telur 1 normalsíðu. Hvør undirvísingartími, sum burturav verður brúktur til films-, mynda- ella ljóðbandaundirvísing, kann umroknast til 5 normalsíður.

3.5 Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at lærugreinirnar føroyskt og danskt styðja hvørja aðra, og at lærugreinirnar í størst møguligan mun arbeiða saman.

Innihaldið í undirvísingini

Høvuðstættirnir, munnligt og skrivligt

4. Endamálið við munnliga og skrivliga táttinum er, at næmingurin lærir at greina og tulka tekst, at taka støðu til snið, innihald og boðskap í honum, og at próvføra síni sjónarmið bæði munnliga og skrivliga. Gjøgnum orðaskifti um mál og málsligar spurningar skal tilvitska næmingsins um móðurmálið økjast, og málburðurin skal mennast bæði munnliga og skrivliga. Næmingurin skal við egnum framløgum og framførslum læra at bera sínar hugsanir fram, og við at brúka ymsar skrivligar samskiftishættir gerast tilvitaður um, hvussu skrivað mál verður nýtt sum amboð.

Munnligi tátturin

5.1 Munnligi tátturin fevnir um

-

tekstagreining, tekstatulking, próvførslu og støðutakan,

-

framløgu og leik,

-

orðaskifti um mál og málsligar spurningar, og

-

málburð.

Tekstagrundarlagið skal vera fjølbroytt í tíð, sniði og innihaldi. Umframt høvuðsverkini verða lisnar í minsta lagi 500 normalsíður í samsvari við karmarnar um tekst, evni og tíðarskeið (smbr. 5.2 - 5.8). Næmingar og lærari avgera í felag, hvønn bólk høvuðsdentur verður lagdur á, tó so at næmingarnir skulu ogna sær vitan um bókmentalig høvuðstíðarskeið, høvuðsrák og høvuðstekstasløg.

Høvuðsverk

5.2 Í minsta lagi 6 høvuðsverk verða lisin. Høvuðsverkini skulu býtast javnt út á hálvurnar. Verkini verða vald sambært hesum krøvum:

-

í minsta lagi 3 høvuðsverk skulu vera upprunaføroysk,

-

í mesta lagi 1 kann verða lisið á øðrum norðurlendskum máli,

-

verkini skulu umboða ymisk bókmentarák og ymisk tekstasløg - 1 av verkunum kann vera filmur ella myndaverk,

-

1 av verkunum skal vera frá tíðini fyri 1920, 3 av verkunum skulu vera frá tíðini eftir 1920, og herav skal í minsta lagi 1 vera frá seinastu 20 árunum.

Tekstalestur fyri 1920

5.3 Frá víkingatíðini og fram til 1920 verða lisnar í minsta lagi 100 normalsíður umframt 1 høvuðsverk:

a)

Tekstir frá víkingatíðini og fram til trúbótina, ið lýsa høvuðstættir í norrønari mentan, verða lisnir.

b)

Úrval av skaldskapi á mannamunni, ið fevnir um ymisk høvuðstekstasløg, verður lisið.

c)

Tekstir frá tjóðskapartíðini verða lisnir í breiðum evropeiskum mentanarhøpi eins og tekstir um tjóðskaparskaldskap.

Tekstalestur frá 1920 og til í dag

5.4 Frá tíðarskeiðinum eftir 1920 verða í minsta lagi 400 normalsíður lisnar umframt í minsta lagi 3 høvuðsverk. Høvuðsdenturin verður lagdur á tey seinastu 40 árini.

a)

Tekstir frá 1920 til 1960 verða settir í samband við rák í norðurlendskum/evropeisk-um bókmentum.

b)

Tekstir frá 1960 og fram til í dag, umboðandi rák í umheiminum, verða lisnir.

Fjølmiðlatekstir

5.5 Fjølmiðlatekstir verða viðgjørdir og eru partur av grundarlagi undir undirvísing um samskifti. Í minsta lagi 20 normalsíður verða lisnar.

Myndir

5.6 Næmingurin skal læra at greina og tulka myndir við støði í grundleggjandi hugtøkum um myndasamanseting. Í minsta lagi 5 myndir verða viðgjørdar.

Filmslist

5.7 Næmingurin skal læra grundleggjandi hugtøk í filmsgreining. Í minsta lagi 1 filmur verður viðgjørdur.

Annar lestur

5.8 Ástøðiligar og aðrar bókmentir, eitt nú søga, siðsøga og byggilist, verða lisnar til tess at skapa greiðari fatan av ávísum tekstum, tekstasløgum ella mentanarrákum. Hesir tekstir verða lisnir innan fyri karmarnar um tekst, evni og tíðarskeið og telja við í lesipensum.

Kunningartøkni (KT)

5.9 KT er partur av undirvísingini.

Skrivligi tátturin

6.1 Skrivligi tátturin hevur til endamáls at menna tilvitsku næmingsins um móðurmálið, menna fatan hansara av málinum sum samskiftisamboð, umframt at menna evni hansara at málbera seg greidliga og rætt. Undirvísingin í skrivliga táttinum skal leggjast soleiðis til rættis, at hon er natúrligt framhald av arbeiðinum við munnliga táttinum.

6.2 Í skrivliga táttinum skal næmingurin læra:

-

at viðgera ymisk tekstasløg,

-

at greina og tulka tekstir,

-

at greina ymsar samskiftishættir,

-

at taka støðu til og føra prógv fyri sjónarmiði,

-

at skriva ymisk tekstasløg.

6.3 Í 1.s. leggur lærarin í føroyskum grundskeið í skriving til rættis saman við hinum lærarunum, flokkurin hevur.

Langar og stuttar uppgávur

6.4 Øll trý árini verður arbeitt við longum og stuttum uppgávum. Longu uppgávurnar hava til endamáls, at næmingurin lærir at greina og tulka fagurbókmentir í bundnum og óbundnum máli, yrkisbókmentir og myndir, eins og næmingurin skal arbeiða við málinum sum skapandi amboð. Stuttu uppgávurnar hava til endamáls, at næmingurin lærir at málbera seg skrivliga um onnur evni og á øðrvísi hátt, enn hann ger í sambandi við longu uppgávurnar. Næmingurin skal skriva 8 stuttar uppgávur hvørt árið, umframt hesar uppgávurnar:

-

í 1.s 4 langar uppgávur, støðisritgerðina og ársroyndaruppgávuna,

-

í 2.s 4 langar uppgávur og serritgerðina,

-

í 3.s 6 langar uppgávur, várroyndaruppgávuna og próvtøkuuppgávuna.

Støðisritgerðin

6.5 Í 1.s skriva næmingarnir hvør sær ella í smærri bólkum støðisritgerð við tí endamáli, at teir grundleggjandi læra

-

at finna fram tilfar,

-

at skipa tilfar,

-

at skriva ritgerð,

-

at nýta keldutilfar miðvíst,

-

at málbera seg skrivliga,

-

at skipa ritgerðina, og

-

at arbeiða innan fyri tíðar- og plássmark.

Evni og tilfar verða vald í samráð við læraran. Ritgerðin verður latin inn í seinasta lagi 1. februar og latin næminginum aftur í seinasta lagi 4 vikur eftir, at hon er latin inn. Hvør næmingur skal hava skrivliga eftirmeting av ritgerðini, umframt at eftirmeting verður givin í felag í flokkinum. Sum einstaklingsverk má støðisritgerðin í mesta lagi fevna um 6 síður. Sum bólkaavrik skulu 3 síður leggjast afturat fyri hvønn luttakara, og hvør næmingur ber ábyrgdina av ávísum parti.

Serritgerðin

6.6 Um 1. mai í 2.s skriva næmingarnir einsæris ella í smærru bólkum serritgerð í føroyskum. Serritgerðin hevur til endamáls, at næmingurin lærir

-

at arbeiða sjálvstøðugt við ávísum evni,

-

at taka støðu til og velja burturúr keldutilfari,

-

at skipa tilfar og lýsa evni, soleiðis at tað fær heildardám,

-

at viðgera tekstir eftir háttaløgum, brúkt í lærugreinini,

-

at próvføra, taka støðu og gera niðurstøðu,

-

at gera ávísingar og viðmerkingar.

Í samráð við læraran verður fyrst økið valt, sum serritgerðin skal skrivast í, og síðani evnið. Tekstagrundarlagið fyri serritgerðina skal vera innan fyri karmarnar í lærugreinini. Evnið er avmarkað av teimum háttaløgum, nýtt verða í føroyskum. Evnið kann vera framhald av tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini ella í støðisritgerðini frammanundan. Avmarkingar í evni, tíðarskeiði og háttalagi skulu vera greiðar í uppgávuorðingini.

Sum einstaklingsverk má serritgerðin í mesta lagi fevna um 10 síður. Sum bólkaavrik skulu 7 síður leggjast afturat fyri hvønn luttakara. Sum bólkaavrik skal hvør næmingur bera ábyrgd av ávísum parti av ritgerðini, og verður ársroyndarmetið hjá tí einstaka næmingi givið við støði í hesum parti.

Serritgerðin verður latin næminginum aftur við skúlaárslok.

Høvuðsuppgávan

7.1 Í høvuðsuppgávuni skal næmingurin seta seg inn í eitt sjálvvalt evni og sýna, at hann sjálvstøðugt megnar at bera øðrum tað innlit, hann hevur ognað sær.

7.2 Uppgávuøkið og háttalagið skulu vera innan karmarnar um lærugreinina. Uppgávuevnið kann vera framhald av tilfari, sum er lisið í flokkinum, men tekstagrundarlagið má ikki hava verið brúkt í undirvísingini ella í øðrum ritgerðum frammanundan.

7.3 Dømingin verður grundað á heildarmeting av, hvussu næmingurin hevur greitt týdningarmestu tættirnar í evninum, og hvussu svarið er skipað, viðgjørt og orðað.

Málkunnleiki

8.1 Næmingurin skal við munnligum og skrivligum venjingum í mállæru byggja víðari á tað støðið, hann hevur frá fólkaskúlanum. Næmingurin skal ogna sær

-

dyggan kunnleika í orðalagslæru, so at hann er førur fyri at greina setning úr nútíðarføroyskum niður á orðastøði,

-

hollan kunnleika í formlæru,

-

grundleggjandi kunnleika í ljóðlæru.

Næmingurin skal vandaliga kunna viðgera málsligar spurningar og greina tekst frá málsligum sjónarmiði. Næmingurin skal eisini læra at brúka málkunnleikan í verki við at greina og rætta egnu tekstir og tekstir hjá øðrum og taka støðu til málnýtsluna í teimum ella við at flyta tekst úr fremmandum máli og orða hann væl á føroyskum. Lisnar verða í minsta lagi 75 normalsíður í málkunnleika.

8.2 Næmingurin skal fáa greiða fatan av arbeiðinum at menna og varðveita føroyskt mál. Føroyskur málpolitikkur skal umrøðast, og málrøktarspurningar skulu viðgerast.

Um málrøkt og málpolitikk verða lisnar í minsta lagi 15 normalsíður.

8.3 Næmingurin skal læra um høvuðsljóðbroytingar frá norrønum til føroyskt. Av norrønum teksti sum grundarlag undir arbeiði við ljóðbroytingum og ljóðlæru verða lisnar í minsta lagi 5 normalsíður.

Næmingurin skal ogna sær heildarfatan av føroyskum máli, bæði í samtíðini og søguligum høpi, av føroyskum málburði og málrøkt. Næmingurin skal ogna sær heildarfatan av føroysku málsøguni, sum fevnir um

-

norrønt,

-

miðaldarføroyskt,

-

tíðarskeiðið frá Svabo til 1900, og

-

frá 1900 til nútíðina.

Av føroyskari málsøgu verða lisnar í minsta lagi 20 normalsíður.

Íslendskir og nýnorskir tekstir verða lisnir við tí miði, at næmingurin gerst varugur við líkleikar og munir í vesturnorðurlendska málskyldskapinum, og lisnar verða í minsta lagi 20 normalsíður.

Próvtøkan

9. Hildin verður ein munnlig og ein skrivlig próvtøka.

10.1 Munnliga próvtøkan fevnir um próvhoyring í lisnum og ólisnum teksti. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming. Próvhoyrarin velur lisnu og ólisnu tekstirnar. Rithøvundur og útgávuár skulu tilskilast, og í sambandi við tekstabrot skal stutt høpisfrágreiðing vera skrivað.

10.2 Næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, geva upp 2 høvuðsverk og 200 normalsíður av stuttum, lisnum tekstum. Tekstirnir skulu veljast soleiðis, at teir fjølbroytt umboða lisnu heildina. Ongin stuttur tekstur telur meiri enn 20 normalsíður.

10.3 Fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er próvtøkupensum tað sama sum lesipensum.

10.4 Hvør próvtakari fær lisnan og ólisnan tekst við sær inn í fyrireikingarhølið. Próvtakari fær próvtøkuspurningin skrivliga, umframt reint, vælprentað eintak av ólisnum og lisnum teksti. Allar tøkar føroyskar-føroyskar, føroyskar-danskar og danskar-føroyskar orðabøkur skulu vera til taks í fyrireikingarhølinum. Næminginum er loyvt at hava allar bøkur, uppgávur, egnar uppskriftir og annað, ið brúkt hevur verið í undirvísingini øll árini, við sær inn til fyrireikingar. Undir próvhoyringini kunnu, sum stuðul undir framløguni, brúkast uppskriftir, gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplesturs telur ikki uppeftir í próvtalsásetingini.

10.5 Ólisnu og lisnu tekstirnir skulu vera skyldir í evni, tíðarhøpi ella tekstaslag. Ólisni teksturin, sum í mesti lagi má vera 8 normalsíður, skal viðgerast, t.d. greinast og tulkast; lisni teksturin skal brúkast til at seta hin ólisna inn í eitt størri høpi. Við støði í arbeiðinum, gjørt í fyrireikingartíðini, skal próvtakarin í sjálvstøðugari framløgu vísa, at hann dugir

-

stutt og greidliga at draga fram aðaltættir í tekstinum,

-

at greina tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti,

-

at tulka tekstin og nýta viðkomandi hugtøk og heiti,

-

at seta tekstin í mentanarligt/samfelagsligt/tíðarbundið høpi,

-

at próvføra, vísa á sjónarmið og hugburð,

-

at viðgera tekstin málsliga, og

-

at málbera seg væl undir framløguni.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin viðger tekstirnar sjálvstøðugt og skipar framløguna væl.

11. Givið verður 1 próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting. Í metingini skal størri dentur verða lagdur á evni próvtakarans at viðgera ólisna tekstin.

12.1 Skrivliga próvtøkan er 5 tímar.

Próvtakarin skal velja eina av fleiri uppgávum at skriva um. Uppgávurnar verða settar við støði í ymiskum tekstatilfari, herundir eisini myndum.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at málbera seg væl um valdu uppgávuna og ber fram hugsanir sínar greidliga og sjálvstøðugt á smidligum máli.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir til skrivligu próvtøkuna.

13. Givið verður 1 próvtal fyri skrivliga avrikið. Próvtalið verður ásett við støði í eini heildarmeting, har mett verður um innihald, skipan, evnisviðgerð og mál.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost