pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 13

Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Geografi

Kravt stig

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa vitan um og innlit í samspælið millum náttúrugivnar, samfelagsskaptar og mentanarligar fortreytir fyri lívskorum menniskjans og frábrigdi tess á jørðini,

b)

at næmingarnir venja teirra førleika at brúka náttúruvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag at eygleiða, lýsa og greina geografisk viðurskifti,

c)

at næmingarnir venja teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spurningar,

d)

at næmingarnir fáa fatan av, hvørja ávirkan tøkniliga, búskaparliga, politiska og søguliga menningin hevur á samspælið millum náttúru og samfelag - staðarbundið og alheimsliga,

e)

at næmingarnir fáa fatan av samanhangum millum nýtslu menniskjans av jørðini og tilfeingi hennara og tær umhvørvistreytaðu avleiðingar av hesum, hon hevur -staðarbundið og alheimsliga,

f)

at næmingarnir við støði í vitan og innliti menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri millumtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.

Undirvísingin

2.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um hesi fakøki:

1)

Náttúrugrundarlag og umhvørvi

2)

Demografi

3)

Vinnulívsgeografi

4)

Menniskjaskapta landslagið

Í samlaðu undirvísingargongdini skulu 4 geografiskar dimensiónir viðgerast, sum yvirornað lýsa lærugreinina geografi:

a)

Samspælið millum náttúru og samfelag

b)

Lívskor

c)

Staðarbundin, økisbundin og alheimsbundin dimensión.

d)

Millumtjóða sambond.

2.2 Í undirvísingini skulu veljast 3-5 ymisk evni, sum hóska væl at lýsa týðandi partar av samspælinum millum menniskjað og tess umhvørvi, náttúrugivið eins væl og menniskjaskapt. Í viðgerðini av evnunum skal dentur vera lagdur á samanhang og heild. At umheimurin er dynamiskur og ávirkiligur, verður gjørt greitt. Evnisvalið verður gjørt soleiðis, at bæði samfelags- og náttúruparturin verða gjølla viðgjørd og skulu viga eins nógv í undirvísingini. Avleiðingarnar av samspælinum millum samfelag og náttúru er hornasteinur í viðgerðini av evnunum. Evnisvalið skal harumframt tryggja, at næmingarnir fáa innlit í økisbundin og alheimsbundin viðurskifti, og at spurningar í ídnaðarlondum og menningarlondum eins og viðurskiftini teirra millum verða viðgjørd. Ein partur av undirvísingini skal fevna um føroysk viðurskifti.

2.3 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiði kann fevna um:

a)

nýtslu av forritum, serliga gjørd til lærugreinina,

b)

nýtsla av almennum brúkaraforritum og

c)

viðgerð av geografiskum avleiðingum við at brúka edv.

2.4 Námsferðir eru natúrligur partur av undirvísingini. Arbeiði uttan fyri skúlan og royndararbeiði er fastir tættir í undirvísingini. Í undirvísingini verða brúkt kort, fylgisveinamyndir og hagfrøðiligt tilfar eins og tøkniligur útbúnaður til økisarbeiði og royndararbeiði. Sum grundarlag undir arbeiðinum við staðfrøðiligum kortum og evniskortum skal í minsta lagi vera ein innførsla í grundleggjandi meginreglur viðvíkjandi kortprojektiónum og kortsignaturum.

2.5 Skrivligt arbeiði verður brúkt til at venja lærugreinarháttalagið, skapa yvirlit og halda fast í týðandi úrslit í undirvísingini umframt at styrkja skrivliga førleikan.

2.6 Gjørdar verða 7 skrivligar uppgávur, av hesum 5 A-uppgávur og 2 B-uppgávur. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til uppgávurnar. A-uppgávur eru uppgávur við greiðum endamálsorðingum og við svarum, sum liggja innan avmarkaðar karmar. B-uppgávur hava størri dám av sjálvstøðugum næmingavirksemi, og endamálsorðingarnar og svarini liggja innan breiðari karmar. Skrivliga arbeiðið liggur annaðhvørt í undirvísingartíðini ella kemur ístaðin fyri ta vanligu fyrireikingina til undirvísingina.

Innihaldið í undirvísingini

3.1 Tær geografisku dimensiónirnar:

a)

Samspælið millum náttúru og samfelag,

 

sum verður viðgjørt í tilfeingisnýtslu- og umhørvishøpi. Undirvísingin skal lýsa sínámillum ávirkan millum náttúrugrundarlagið og nýtslu menniskjans av hesum í eini framleiðslu ella einari framleiðsluskipan. Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðsluna og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið og tær politisku fortreytirnar. Umhvørvisavleiðingarnar av gagnnýtslu av náttúruni verða viðgjørdar.

b)

Lívskor

 

Tey geografisku frábrigdini í lívskorunum: Náttúrugrundarlag, framleiðsla, vinnulívs-, íbúgva- og mentanararviðurskifti, matur, íbúðar- og heilsuviðurskifti eins og búskaparlig og politisk viðurskifti verða lýst.

c)

Tann staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensiónin

 

miðar ímóti einum geografiskum yvirliti og umheimsfatan og skal vísa staðbundin frábrigdi á jørðini. Økisbundna greiningin hevur týðandi vág. Greiningin fæst við eitt nærri avmarkað geografiskt øki, sum kann vera ein partur av einum landi, eitt land ella bólkar av londum. Gjøgnumgongdin skal geva eina fatan av, hvørji náttúrugivin og samfelagsskapt viðurskifti hava týdning fyri sereyðkennini í viðkomandi øki. Evropeisk viðurskifti og evni frá ídnaðarlondum og menningarlondum verða tikin við.

d)

Altjóða sambondini

 

Sambond millum lond og øki verða viðgjørd, herundir sambandið millum menningarlond og ídnaðarlond.

3.2 Fakøkini

1)

Náttúrugrundarlag og umhvørvi

 

a)

Alheims veðurlagsviðurskifti, herímillum íkoman av teirri grundleggjandi vindskipanini eins og staðbundin og heimsbundin frábrigdi í hita og avfalli; vegurlagsávirkandi orsakir, vatnumferðin eins og eitt dømi um eitt økisbundið ella staðarbundið veðurlag,

 

b)

treytað av valdu evnunum: landslagsskapan, jarðbotnslæra, havfrøði, ráevnisjarðfrøði ella ástøði plátuvond ella blandingur av hesum økjum í hóskandi vavi; hóskandi til valda økið: skapandi og týðandi virksemi á jarðarflatuni og í jarðarskorpuni,

 

c)

umhvørvisviðurskifti, herímillum sambandið millum ávirkan, viðkvæmi og broytingar í tí fysiska umhvørvinum.

2)

Demografi

 

a)

íbúgvasamanseting og íbúgvamenning, herundir íbúgvamenning í Føroyum eins og demografisk transitión í ymsum londum ella økjum.

 

b)

lokalisering og flytingar.

3)

Vinnulívsgeografi

 

a)

vinnulívsbygnaður og vinnulívsmenning,

 

b)

í sambandi við eitt av teimum valdu evnunum: samanseting, menning og geografiska býtið hjá framleiðsluni; tann tøknifrøðiliga menningin sum fortreyt fyri framleiðsluni umframt geografisku avleiðingarnar av tøknifrøðiligu menningini,

 

c)

ein greining av einum einstøkum føroyskum vinnuvegi,

 

d)

sambandið millum lond og øki, soleiðis sum tað kemur til sjóndar í vøruhandli, tænastuveitingum, kapital- og vitanarflutningi.

4)

Menniskjaskapta landslagið

 

Menniskjaávirkaða landslagið - á bygd ella í bý - sum úrslit av náttúrugivnum fortreytum og virksemi menniskjans, herímillum broytingar í lendisnýtsluni og sínámillum støðan hjá pørtum í mentanarlandslagnum.

3.3 Lesipensum fevnir um 160-180 síður - soleiðis at øll viðgjørd evni eru umboðað.

Próvtøkan

4.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

4.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, sum fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er lesipensum umframt skrivligt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við undirvísingina.

4.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum: Pensum verður skipað í evni, sum fevna um tey fýra fakøkini, og sum taka við tær 4 geografisku dimensiónirnar. Uppgivnar verða 230-250 síður, soleiðis at øll uppgivnu evnini eru umboðað. Pensum skal fevna um eina innførslu í keldur og háttaløg í geografiini, um ikki so er, at tann lesandi gevur upp egið skrivligt arbeiði, sum er góðkent í sambandi við undirvísing, ið er farin fram fyrr.

4.4 Sum hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini kann alt tilfar brúkast, sum hevur verið brúkt í sambandi við undirvísingna, herundir egnu uppskriftir og skrivligu arbeiði próvtakarans.

4.5 Givin verður ein spurningur, sum skal orðast skrivliga og dýpast við undirspurningum við greiðari framtøku. Undirspurningarnir skulu við atliti at breidd og neyvleika vigast soleiðis, at próvtakarin hevur møguleika at leggja til rættis sína próvtøkuframløgu so sjálvstøðugt sum gjørligt, uttan at tað gongur út yvir ætlanina í próvtøkuspurninginum.

4.6 Próvtøkuspurningurin við undirspurningum verður stuðlaður við tilfari, stuttum tekstaúrtaki, kortum, fylgisveinamyndum, strikumyndum, talvum, fotomyndum ella tílíkum. Tilfarið skal í mest møguligan mun vera próvtakaranum ókent, men sum heild ikki bróta frá tí tilfari, sum kemur fyri í pensum, íroknað tí tilfari, sum verður givið upp til próvtøku frá teimum geografisku og jarðfrøðiligu søvnunum.

4.7 Spurningar og hjálagt tilfar skal hava eitt innihald og eitt vav, sum ger tað gjørligt hjá próvtakaranum at nýta fyrireikingartíðina munagott og skilagott, og sum verður støðið undir einari liðiligari próvhoyring.

4.8 Hendingaferð kann annað tilfar takast við úr fyrireikingarrúminum, strikumyndir, kort, talvur o. tíl., um próvtakarin ynskir at brúka hetta í próvhoyringini. Skrivligu arbeiðini kunnu verða drigin inn í próvtøkuni.

4.9 Í metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvørjum støði tann setti spurningurin er svaraður. Harumframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum.

5. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

Miðstig

Endamálið

6. Endamálið er,

a)

at næmingarnir fáa størri vitan um og innlit í samspælið millum náttúrugivnar og samfelagsskaptar fortreytir fyri lívskor menniskjans og frábrigdi tess á jørðini, soleiðis at teir gerast førir fyri sjálvstøðugt at greiða frá hesum samspæli,

b)

at næmingarnir venja teirra førleika at brúka náttúruvísindaligt og samfelagsvísindaligt háttalag og tøknilig hjálpartól, at eygleiða, lýsa og greina geografisk viðurskifti, umframt venja teirra evni at meta um, hvussu háttaløgini kunnu brúkast,

c)

at næmingarnir menna teirra førleika at málbera seg munnliga og skrivliga um geografiskar spurningar,

d)

at næmingarnir fáa økta fatan av, hvørja ávirkan tøknifrøðiliga, búskapararliga, politiska og søguliga menningin hevur á samspælið millum náttúru og samfelag - staðarbundið og alheimsliga - umframt gerast førir fyri at greina dømi um hetta samspæl,

e)

at næmingarnir fáa kunnleika til ástøði og modell fyri skapan av náttúrutilfeinginum og gerast førir fyri at greiða samanhangin millum nýtslu menniskjans av jarðarknøttinum og tær umhvørvisligu avleiðingar av hesum, - staðarbundið og alheimsliga.

f)

at næmingarnir við støði í vitan og innliti framhaldandi menna evnini til sjálvstøðuga og fjøltáttaða støðutakan til føroysk og altjóða umhvørvis- og samfelagsviðurskifti, eins og teir gjøgnum hesa vitan og hetta innlit fáa størri millumtjóða fatan og ábyrgdarkenslu.

Undirvísingin

7.1 Undirvísingin verður løgd til rættis í evnum, sum fevna um í minsta lagi 4 av teimum 8 fakøkjunum:

1)

Jarðfrøðiligt tilfeingi og gagnnýting av tí

2)

Jarðskjálvta og eldgos

3)

Veður og veðurlag

4)

Framleiðslu, tøknifrøði og umhvørvi

5)

Heimshandil

6)

Menningarmodell

7)

Menniskjaskapta landslagið

8)

Fysiska planlegging

Evnini skulu í samlaðu undirvísingargongdini taka við tær fýra geografisku dimensiónirnar, sum yvirorðnað lýsa geografilærugreinina:

a)

Samspælið millum náttúru og samfelag

b)

Lívskor

c)

Staðarbundnar, økisbundnar og alheimsbundnar dimensiónir

d)

Altjóða sambond

7.2 Í undirvísingini skulu veljast 3-5 ymisk evni, sum hóska væl at lýsa týðandi partar av samspælinum millum menniskjað og umhvørvi tess, náttúrugivið eins væl og menniskjaskapt. Í viðgerðini av evnunum skal dentur vera lagdur á samanhang og heild. At umheimurin er dynamiskur og ávirkiligur, verður gjørt greitt. Evnisvalið verður gjørt soleiðis, at bæði samfelags- og náttúruparturin verða gjølla viðgjørd og skulu viga eins nógv í undirvísingini. Avleiðingarnar av samspælinum millum samfelag og náttúru er hornasteinur í viðgerðini av evnunum. Í evnisvalinum skal høvuðsdentur leggjast á alheims og millumtjóða viðurskifti. Framtøkan frá kravdum stigi fæst við meiri umfatandi nýtslu av ástøðum og at fara í dýbdina í tí ástøðiliga tilfarinum. Sjálvstøðugi parturin í arbeiði næminganna økist og í størri mun verða tilfar og upplýsingar, sum næmingarnir sjálvir hava savnað, brúkt.

7.3 Arbeiði við edv er partur av undirvísingini. Hetta arbeiði kann fevna um:

a)

at brúka forrit, ið eru serliga ætlað lærugreinini,

á)

at brúka almenn brúkaraforrit og

b)

at viðgera geografiskar avleiðingar av at brúka edv.

7.4 Námsferðir eru natúrligur partur av undirvísingini. Arbeiði uttan fyri skúlan og royndararbeiði er fastir táttir í undirvísingini. Í undirvísingini verða brúkt kort, fylgisveinamyndir og hagfrøðiligt tilfar eins og tekniskur útbúnaður til økisarbeiði og royndararbeiði.

7.5 Skrivliga arbeiðið verður brúkt til framhaldandi at venja lærugreinarháttalagið, skapa yvirlit og halda fast í týðandi úrslit í undirvísingini umframt at styrkja sjálvstøðuga skrivliga førleikan hjá næmingunum.

7.6 Gjørdar verða 7 skrivligar uppgávur, av hesum 2 A-uppgávur og 5 B-uppgávur. Lærarin rættar og ger viðmerkingar til uppgávurnar. A-uppgávur eru uppgávur við greiðum endamálsorðingum og við svarum, sum liggja innan avmarkaðar karmar. B-uppgávurnar hava størri dám av sjálvstøðugum næmingavirksemi, og endamálsorðingarnar og svarini liggja innan breiðari karmar. Skrivliga arbeiðið liggur annaðhvørt í undirvísingartíðini ella kemur ístaðin fyri ta vanligu fyrireikingina til undirvísingina.

Innihald í undirvísingini

8.1 Tær geografisku dimensiónirnar:

a)

Samspælið millum náttúru og samfelag,

 

sum verður viðgjørt í tilfeingisnýtslu- og umhørvishøpi. Undirvísingin skal lýsa sínámillum ávirkan millum náttúrugrundarlagið og nýtslu menniskjans av hesum í eini framleiðslu ella einari framleiðsluskipan. Dentur verður lagdur á sambandið millum framleiðsluna og tað tøknifrøðiliga og búskaparliga støðið og tær politisku fortreytirnar. Umhvørvisavleiðingarnar av gagnnýtslu av náttúruni vera viðgjørdar og mettar í mun til møguleikan fyri einari lívførari menning.

b)

Lívskor

 

Tey geografisku frábrigdini í lívskorunum: náttúrugrundarlag, framleiðsla, vinnulívs-, íbúgva-, og mentanararviðurskifti, matur, íbúðar- og heilsuviðurskifti eins og búskaparlig og politisk viðurskifti verða lýst.

c)

Tann staðarbundna, økisbundna og alheimsbundna dimensiónin

 

miðar ímóti einum geografiskum yvirliti og umheimsfatan og skal vísa økisbundin frábrigdi á jørðini. Høvuðsdentur verður lagdur á tey alheimsligu frábrigdini og alheimsligan samanhang.

d)

Altjóða sambondini

 

Samband millum lond og øki verður viðgjørt, herímillum støðu Føroya í altjóða høpi.

8.2 Fakøkini (valt verða í minsta lagi fýra av hesum átta økjum, soleiðis býtt, at náttúruparturin og samfelagsparturin eru í javnvág):

1)

Jarðfrøðiligt tilfeingi og gagnnýtslu av tí

 

Undirvísingin skal geva innlit í tilgongdir, sum greiða frá skapanini av jarðfrøðiliga tilfeinginum, lokalisering og tí hátti, tey finnast undir. Geografiska býtið av ráevnunum, teirra framleiðslu-, sølu- og marknaðarviðurskifti, umframt teir umhvørvistrupulleikar, sum eru knýttir at framleiðslu og gagnnýtslu, verða greinað. Hvussu ráevnishugtakið er treytað av samfelagsmenningini, herundir tøknifrøðiliga støðið, verður lýst. Í minsta lagi eitt dømi um jarðfrøðilig tilfeingi, orkuráevni, ídnaðarráevni ella vatn verður viðgjørt.

2)

Jarðskjálvti og eldgos

 

Undirvísingin skal geva innlit í jarðfrøðiligar tilgongdir, sum greiða frá eldgosi og jarðskjálvta ymsastaðni á jørðini. Undirvísingin skal geva yvirorðnaðan kunnleika um jarðfrøðisøguna grundað á aktualistisku meginregluna. Áherðsla verður løgd á samanhangið millum plátuvondástøðið og lokalisering av ymiskum sløgum av jarðskjálvtum og gosfjøllum. Lýstar verða avleiðingarnar av hesum sløgum av jarðskjálvtum og eldgosum í ymiskum samfeløgum.

3)

Veður og veðurlag

 

Undirvísingin skal fevna um tilgongdir, sum eru knýttar til alheimsveðurlagið ella eitt ella fleiri sløg av økisbundnum veður- og veðurlagi ella um tilgongdir, sum kunnu føra veðurlagsbroytingar við sær. Avleiðingar, sum hesar gongdir hava fyri framleiðslu og lívskor menniskjans, verða lýstar.

4)

Framleiðsla, tøknifrøði og umhvørvi

 

Ein framleiðsla ella ein framleiðsluskipan verður greinað út frá einum vistfrøðiligum, búskaparligum og tøknifrøðiligum sjónarhorni. Dømi frá tøkniliga sera framkomna heiminum og frá samfeløgum á einum lægri tøknifrøðiligum støði kunnu brúkast. Í greiningini vera bæði náttúru- og samfelagstreytaðar fortreytir eins og avleiðingarnar fyri umhvørvi, búskapi og lívskorum menniskjans viðgjørdar. Har tað er hóskandi fyri evnið, verður orku- og evnisstreymur í framleiðsluskipanunum umrødd.

5)

Heimshandil

 

Marknaðarviðurskiftini í altjóða handli eins og slagið og vavið av vørustreyminum og onnur sínámillum ávirkan landanna millum verður greinað. Náttúru- og samfelagsfor-treytirnar fyri altjóða arbeiðsbýtinum verða lýstar.

6)

Menningarmodell

 

Menningarmodell verða sett í samband við menningartrupulleikarnar í ídnaðar- og menningarlondunum og verða viðgjørt og mett út frá búskapi og lívførari menning.

7)

Menniskjaskapta landslagið

 

Lendisnýtslan í sínámillum ávirkan við náttúrufortreytunum og samfelagsskaptu fortreytunum verður greinað. Verður valt at viðgera bø og haga, verða lendisnýtslan, jarðarbrúk, bygging og flutningsbygnaður umrødd. Verður valt at viðgera býarlandslagið, verða lendisnýtsla, býarskipan og urbanisering greinað.

8)

Fysisk planlegging

 

Undirvísingin skal fevna um eitt ella fleiri dømi um fysiska planlegging í Føroyum ella uttanlands og innihalda grundarlagið fyri ætlanum, útinnan av teimum og avleiðingar. Dømi kunnu takast frá ætlanum á ymsum landspartatreytaðum støðum ella frá sektorráðleggjanini.

8.3 Lesipensum fevnir um 200-220 síður, soleiðis at øll viðgjørdu evnin eru umboðað.

Próvtøkan

9.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

9.2 Próvtøkupensum hjá næmingum, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er lesipensum og skrivligt arbeiði, sum er gjørt í sambandi við undirvísingina.

9.3 Próvtøkupensum hjá sjálvlesandi og næmingum, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum: Pensum verður skipað í evni, sum fevna um í minsta lagi fýra av teimum átta fakøkjunum, og sum taka við tær 4 geografisku dimensiónirnar. Í vali av tilfari skal vera javnvág millum náttúru- og samfelagspartin í lærugreinini. Uppgivnar verða 280-300 síður, soleiðis at øll uppgivnu evnini eru umboðað.

9.4 Sum hjálparmiðlar í fyrireikingartíðini kann brúkast alt tilfar, sum hevur verið brúkt í sambandi við undirvísingina, herímillum egnu uppskriftir og skrivligu arbeiði próvtakarans.

9.5 Hvør próvtakari fær ein spurning, sum skal orðast skrivliga og dýpast við undirspurningum við greiðari framtøku. Undirspurningarnir skulu við atliti at breidd og neyvleika vigast soleiðis, at próvtakarin hevur møguleika at leggja til rættis sína próvtøkuframløgu so sjálvstøðugt sum gjørligt, uttan at tað gongur út yvir ætlanina í próvtøkuspurninginum.

9.6 Próvtøkuspurningurin við undirspurningum verður stuðlaður við tilfari, stuttum tekstaúrtaki, kortum, fylgisveinamyndum, strikumyndum, talvum, fotomyndum ella tílíkum. Tilfarið skal í mest møguligan mun vera próvtakaranum ókent, men sum heild ikki bróta frá tí tilfari, sum kemur fyri í pensum, herímillum tí tilfari, sum verður givið upp til próvtøku frá teimum geografisku og jarðfrøðiligu søvnunum.

9.7 Spurningar og hjálagt tilfar skal hava eitt innihald og eitt vav, sum ger tað gjørligt hjá próvtakaranum at nýta fyrireikingartíðina munagott og skilagott, og sum verður grundarlag fyri einari liðiligari próvhoyring.

9.8 Hendingaferð kann annað tilfar takast við úr fyrireikingarrúminum, t.d. strikumyndir, kort og talvur, um próvtakarin ynskir at brúka hetta í próvhoyringini. Skrivligu arbeiðini kunnu verða drigin inn í próvtøkuni.

9.9 Í metingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun og á hvørjum støði tann setti spurningurin er svaraður. Harumframt verður mett um evni próvtakarans at sameina fakliga vitan við greining av útflýggjaða tilfarinum. Eisini verður stórur dentur lagdur á evnini, próvtakarin sýnir sjálvstøðugt at skipa og byggja upp próvtøkusvarið.

10. Givið verður 1 próvtal. Próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost