pics/top_stor2.png

Fylgiskjal 15


Juli 1996

Studentaskúlakunngerðin

Heimspeki

Endamálið

1. Endamálið er,

a)

at næmingarnir ogna sær vitan um heimspekilig greiðsluevnismál og ástøði viðvíkjandi grundleggjandi fatan av menniskju, samfelagi og náttúru og viðvíkjandi almennum fyritreytum fyri sannkenning og gerð,

b)

at næmingarnir menna evni síni at greiða frá, greina og taka støðu til heimspekiligar spurningar, og

c)

at næmingarnir fáa fatan av, hvussu heimspekiligar áskoðanir eru tengdar saman við hug-, samfelags- og nátturuvísindaligum lærugreinum og eisini politiskum grundáskoðanum.

Undirvísingin

2. Undirvísingin byggir á hesi evni:

a)

ástøðiliga heimspeki (herundir serliga metafysikk, sannkenningarástøði, vísindaástøði og logikk)

b)

verkliga heimspeki (herundir serliga siðafrøði, politiska heimspeki og lívsheimspeki).

3.1 Undirvísingin verður løgd soleiðis til rættis, at greiðsluevnismál og háttaløg frá báðum evnum verða tikin við í viðgerðina av tilsamans fýra evnum, har trý verða vald burturúr, soleiðis at hesi evnisøki verða umboðað:

a)

menniskjað og ímyndir tess

b)

samfelagið og søgan

c)

náttúran og tøknifrøðin.

3.2 Fjórða evnið kann veljast frítt, tað kann t.d. vera eitt heimspekiligt evni, sum er partur av eini ella fleiri av hinum lærugreinunum á studentaskúlanum ella av einum heimspekiligum evni, sum er partur av aktuellum mentanarkjaki ella er av týdningi fyri sjálvsfatan næminganna.

4.1 Arbeiðið verður grundað á lesing av grundtekstum og útleggingum. Lisnar verða 150 - 225 normalsíður av grundtekstum.

4.2 Í minsta lagi eitt evni verður viðgjørt søguliga eins og reglubundið út frá eini størri heild av grundtekstum.

4.3 Teld er partur av undirvísingini.

Próvtøkan

5.1 Hildin verður ein munnlig próvtøka. Fyrireikingartíðin er umleið 25 minuttir, og tá eru vegleiðing og tilfarsútflýggjan íroknað. 2,5 næmingar verða próvhoyrdir um tíman, íroknað próvdøming.

5.2 Próvtøkupensum fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum, er 100 - 150 normalsíður av grundtekstum, býttar yvir í minsta lagi 3 av teimum 4 evnunum, sum undirvísingin hevur fevnt um.

5.3 Próvtøkupensum fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum, er tað sama sum lesipensum: 150 - 225 normalsíður, býttar yvir øll 4 evnini. Harumframt verður givið upp í hóskandi mát stuðulsbókmentir, sum lýsa greiðsluevnismál og háttaløg innan vísindaøkini: ástøðilig og verklig heimspeki.

5.4 Próvtakarin hevur undir fyrireikingini atgongd til øll tey tekstasøvnini, útleggingar og annað tilfar, sum er latið næmingunum í sambandi við undirvísingina. Próvtakaranum er loyvt at hava við sær alt tilfar, sum nýtt hevur verið í undirvísingini, eisini egnar uppskriftir. Við próvhoyringina kunnu sum stuðul undir framløguni brúkast uppskriftir, sum eru gjørdar í fyrireikingartíðini, men eitt beinleiðis handrit til upplestur telur ikki positivt við í dømingini.

5.5 Próvhoyrt verður í einum lisnum teksti møguliga við ískoytistilfari. Tekstatilfarið má í mesta lagi vera á 2 normalsíður. Orðingin av próvtøkuuppgávuni má greitt tilskila, hvussu teksturin skal vera partur av svarinum, ella um næminginum stendur frítt fyri.

5.6 Próvtakarin verður próvhoyrdur í evnunum at orða seg, greina og taka støðu til tað ella tey heimspekiligu greiðsluevni, sum eru í próvtøkutekstinum, umframt at draga fram týdningarmiklar partar av tí evni, sum er tilskilað í próvtøkuspurninginum, og at taka lut í einum dúpandi orðaskifti.

6. Givið verður 1 próvtal. Mett verður um heimspekiligu vitan og førleika næmingsins, og próvtalið verður givið við støði í eini heildarmeting.

pics/top_lille2.png Vælkomin
Starvsfólk
Næmingar
Reglur
Myndasavn
Lestrarvegleiðingin
Kalendari
Provtøka
Fyrrverandi næm.
Lærugreinir
Umsóknarblað
Slóðir
pics/top_lille2.png Alis-Evnafrøði
Fiskivinna
Heimspeki
Lívfrøði
Støddfrøði
Týskt
Alisfrøði
Fornaldarfrøði
Ítróttur
Religión
Søga
Danskt
Franskt
KT
Sálarfrøði
Teldufrøði
Enskt
Føroyskt
Latín
Samfelagsfrøði
Tøkni
Evnafrøði
Geografi
Leiklist
Spanskt
Tónleikur
Próvtøku fyrimynd
pics/top_lille2.png

Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost