Juli 1996
Studentaskúlakunngerðin
Ítróttur
1. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa fjøltáttaðar
ítróttarligar upplivingar og royndir, |
|
b) |
at næmingarnir menna teirra
rørslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni, |
|
c) |
at næmingarnir læra at brúka
kroppin hóskandi og skapandi, |
|
d) |
at næmingarnir læra at fóta sær
væl ítróttarliga bæði einsamallir og saman við øðrum |
|
e) |
at næmingarnir fáa kunnleika til
fortreytirnar fyri og týdningin av at vera væl fyri kropsliga, |
|
f) |
at næmingarnir verða eggjaðir
til framhaldandi kropsligt virkni. |
2. Tá ið
undirvísingargongd verður vald, eiga fjølbroytni og samanhangur at verða havd í
huga. Ástøði skal verða fastur partur av undirvísingini í tann mun, tað hevur
týdning fyri at skilja íðkanina. Undirvísingin kann í ávísum tíðarskeiðum vera
býtt sundur eftir kyni ella vera felags fyri bæði kyn.
3.1 Undirvísingin
fevnir um:
|
1) |
upphitan, arbeiðsteknikk,
grundvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni venjing av treystleika og rørslu),
skapandi rørsluhættir, lívvirkisfrøðiligar mátingar, |
|
2) |
einstaklingaítróttir (t.d.
svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, fjaðrabólt, kósrenning), |
|
3) |
liðítróttir (t.d. hondbólt,
kurvabólt, flogbólt, stavbólt), |
|
4) |
ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl,
uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørslu og spøl). |
3.2 Næmingarnir skulu
hava undirvísing í í minsta lagi tveimum einstaklingaítróttargreinum, tveimum
liðítróttargreinum og einum ítróttarligum evni. Vavið av hvørjari av hesum
greinum skal vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í minsta lagi 12
pultstímum.
3.3 Næmingarnir gera
einsamallir ella í bólki eina upphitingar- og grundvenjingarskrá.
4.1 Rektarin kann
heilt ella partvís frítaka næming fyri luttøku í verkliga partinum í
ítróttarundirvísingini, um forðingin er beinleiðis sjónlig, ella um forðingin
er sjúka, vanlukka ella av tí et næmingurin er við barn. Fyri at fáa frítøku
skal orsøkin til frítøku skjalprógvast við oyðiblaði til læknaváttan, sum Skúlafyrisitingin
ger. Læknaváttanin skal tilskila, hvussu leingi frítøkan varir, og hvat
frítøkan fevnir um.
4.2 Rektarin tekur
støðu til, um samlaða frítøkan í einum undirvísingarári er so víðtøkin, at tað
ber í sær, at einki ársmet verður givið. Næmingurin ella (um næmingurin er
undir 18 ár og ógiftur) tann, sum hevur foreldramyndugleikan, skal saman við
frítøkuni skrivliga kunnast, tá ið ársmet ikki kann gevast. Kunningin
inniheldur millum annað upplýsing um átekning av
próvtalsblaðinum/próvtøkuskjalinum (smbr. Kunngerð um studentspróvtøku og
HF-próvtøku).
4.3 Næmingurin ber
útreiðsluna til læknaváttan.
5. Endamálið er,
|
a) |
at næmingarnir fáa ymiskar
ítróttarligar upplivingar og royndir, |
|
b) |
at næmingarnir menna teirra
rørðslugleði, teirra kropsliga samleika og samarbeiðsevni, |
|
c) |
at næmingarnir læra at brúka
kroppin rætt og skapandi, |
|
d) |
at næmingarnir læra at fóta sær
væl ítróttarliga bæði einsamallir og í felag, |
|
e) |
at næmingarnir fáa kunnleika til
fortreytirnar fyri og týdningin av at vera væl fyri, |
|
f) |
at næmingarnir læra um
uppgávurnar hjá ítrótti, bæði á einstaklinga- og samfelagsstøði, og |
|
g) |
at næmingarnir verða eggjaðir
til framhaldandi kropsligt virkni. |
6. Undirvísingin
fevnir um verklig og ástøðilig faklig øki, sum verða samanflættað, har tað er
hóskandi. Roynt verður at fáa líka stóran part til verklig (høvuðsøki I) og
ástøðilig (høvuðsøki II) øki. Kanningar verða gjørdar, og frágreiðingar
skrivaðar. Edv er ein partur av undirvísingini.
Høvuðsøki I:
7.1 Undirvísingin
fevnir um:
|
1) |
upphitan, arbeiðsteknikk,
grundvenjing (vøddastyrki, vøddaáhaldni, venjing av treystleika og rørslu),
skapandi rørsluhættir og lívvirkisfrøðiligar mátingar, |
|
2) |
einstaklingaítróttir (t.d.
svimjing, fimleik, frælsan ítrótt, fjaðrabólt og kósrenning), |
|
3) |
liðítróttir (t.d. handbólt,
kurvabólt, flogbólt og stavbólt), |
|
4) |
ítróttarevni (t.d. kettjaraspøl,
uttanduraítriv, vetrarítróttir, tónleik, rørsla og spøl). |
7.2 Næmingarnir skulu
hava undirvísing í í minsta lagi einari einstaklingsítróttargrein, einari
liðítróttargrein og einum ítróttarevni. Vavið av hvørjum av hesum greinum skal
vera ein samanhangandi undirvísingargongd av í minsta lagi 12 pultstímum. Tá
undirvísingargongd verður vald, skal fjølbroytni havast í huga.
Høvuðsøki II:
8.1 Undirvísingin
fevnir um:
|
1) |
Tað náttúruvísindaliga økið: |
|
|
Við støði í rørslukervinum í
mannakroppinum, arbeiðslívvirkisfrøði og serligum ástøði verður arbeitt við
evnum, sum hava týdning fyri kropsligt avrik og heilsu. |
|
2) |
Tað hugvísindaliga og
samfelagsvísindaliga økið: |
|
|
Við støði í ítróttarsosiologi og
ítróttarsøgu verða tær skiftandi uppgávur, sum ítróttur hevur í samfelagnum,
greinaðar, har høvuðsdentur verður lagdur á føroysk viðurskifti. |
8.2 Lisnar verða
tilsamans 150-200 síður. Tað náttúruvísindaliga økið og tað
hugvísindaligasamfelagsvísindaliga økið skulu hvørt sær vera í minsta lagi 1/3
av tí, ið lisið verður.
8.3 Arbeiðið við teld
er ein partur av undirvísingini. Hetta arbeiðið kann fevna um nýtslu av lærugreinaserstøkum
forritum, sum snúgva seg um ítrótt, sum til dømis treystleikaútrokningar.
8.4 Munnlig og
skrivlig framsetingarevni verða vand í sambandi við ta ástøðiligu
undirvísingina. Næmingarnir gera 6 frágreiðingar um kanningar og royndir. Tær
góðkendu royndarfrágreiðing-arnar skulu havast við til próvtøkuna.
9.1 Hildin verður ein
munnlig-verklig próvtøka, sum kann skipast sum ein bólkapróvtøka.
Fyrireikingartíðin er umleið 20 minuttir, og tá eru vegleiðing og
tilfarsútflýggjan íroknað. Umleið 1,3 próvtakarar verða próvhoyrdir um tíman,
íroknað próvdøming og skiftan millum ymiskt virksemi.
9.2 Próvtøkupensum
fyri næmingar, ið fara til próvtøku eftir vanligum treytum:
|
1) |
Høvuðsøki I: |
|
|
Uppgivið verður ein
upphitingarskrá við tónleiki og ein skrá, ið fevnir annaðhvørt um
grundvenjing ella skapandi rørsluhættir, og tríggjar ítróttargreinir (ein
einstaklingsítróttargrein, ein liðítróttargrein og eitt ítróttarligt evni),
har næmingurin hevur fingið undirvísing í í minsta lagi 12 undirvísingareindir.
Tann einstaki próvtakarin verður eftir egnum vali próvhoyrdur í tveimum av
teimum trimum nevndu greinum. Valt verður seinasta vanliga skúladag. |
|
2) |
Høvuðsøki II: |
|
|
Umleið 150 síður verða givnar
upp (í minsta lagi 1/3 frá hvørjum øki) saman við frágreiðingum um gjørdar
kanningar og royndir. |
9.3 Fyri at halda tað
støðið, ið er nátt í tí verkliga partinum, tá ið undirvísingin heldur uppat,
kunnu lærarar og næmingar hittast 2-3 ferðir til venjing í ítrótti undan tí
munnligu próvtøkuni.
9.4 Próvtøkupensum
fyri sjálvlesandi og næmingar, ið fara til próvtøku eftir serligum treytum:
|
1) |
Høvuðsøki I: |
|
|
Uppgivin verður ein
upphitingarskrá við tónleiki, ein grundvenjingarskrá og ein skrá, sum fevnir
um skapandi rørsluhættir. Eisini skal ein einstaklingsítróttargrein, ein
liðítróttargrein og eitt ítróttarligt evni gevast upp. Val próvtakarans av
ítróttargrein/evni er treytað av umstøðum skúlans at íðka ítrótt. |
|
2) |
Høvuðsøki II: |
|
|
Uppgivnar verða 200 síður (í
minsta lagi 1/3 úr hvørjum øki) saman við frágreiðingum, møguliga frá einum
góðkendum starvstovuskeiði. Sí fylgiskjal 35. |
9.5 Loyvdir
hjálparmiðlar eru: útflýggjað tilfar í sambandi við spurningin, lærubøkur,
uppskriftir og royndarfrágreiðingar próvtakarans.
9.6 Próvtøkan er í
tveimum pørtum:
|
a) |
Próvtakarin vísir eina
upphitingarskrá við tónleiki og annaðhvørt eina grundvenjingarskrá ella eina
skrá, sum fevnir um skapandi rørsluhættir. Í hesum parti av próvtøkuni skal
næmingurin greiða stutt frá tí valda innihaldinum. Próvtakarin vísir
tekniskan (og í bóltspæli eisini taktiskan) førleika í tveimum
ítróttargreinum. |
|
b) |
Ein próvtøkuspurningur er innan
fyri høvuðsøki II, har eisini verkligt greiðsluevnismál verða viðgjørd.
Spurningurin tekur støði í ella verður styðjaður av skjalatilfari. Hesin
parturin er ein einstaklingspróvtøka. |
9.7 Sjálvlesandi og
næmingar, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, verða próvhoyrdir í:
|
a) |
einari upphitingarskrá við
tónleiki og |
|
b) |
annaðhvørt einari
grundvenjingarskrá ella einari við skapandi fimleiki og |
|
c) |
tveimum av teimum
ítróttargreinum, ið eru givnar upp og |
|
d) |
einum spurningi innan høvuðsøki
II. |
Innan økini b), c) og d) verður lutakast próvtøkudagin.
10. Givið verður 1
próvtal fyri alt avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari
heildarmeting. Eitt próvtal verður givið fyri hvønn næming sær.
Vælkomin
Alis-Evnafrøði
Miðnámsskúlin í Suðuroy
FO-950 Porkeri
Tlf: 614201
Fax: 372950
Send okkum teldupost